Røður 2018

  • Aðalfundur hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimum - 3. mars 2018

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hildin á aðalfundi hjá Felganum fyri kirkjuráðslimum í Gøtu kirkju tann 3. mars 2018

    Góðu áhoyrarar

    Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg vegna Føroya Landsstýri og Mentamálaráðið varð boðin at flyta fram nøkur orð í dag.

    Síðan seinast vit hittust í hesum høpi, hava verið fleiri onnur og spennandi høvi, har eg havi hitt fleiri tykkara, og eg fari at tríva í nøkur teirra her:

    Kirkjan skipaði við hepnari hond fyri eini røð av størri og smærri tiltøkum í sambandi við 500 ára haldið um trúbótina. Her var talan um góða og positiva marknaðarføring fyri kirkjuna, og so hava tiltøkini framum alt varpað ljós á óloysiliga og fruktagóða sambandið millum kirkju, trúarlív og mentan her á landi. Uttan annars at draga nakað ella nakran framum Luther sjálvan, má eg viðganga, at kona hansara, Katharina von Bora, javnan vitjar aftur í hugaheimi mínum, ja, framúrskarandi leikurin og framførslan hjá Eyð Matras festi seg veruliga í sinnið.

    Í farna ári hátíðarhildu vit eisini, at 10 ár vóru liðin, síðani málsøkið fólkakirkjan varð yvirtikið. Tað var hugaligt, at nógv var gjørt burturúr hesum: at vit hava tikið við allari ábyrgdini av einum so grundleggjandi parti av samfelag okkara. Tað er umráðandi, at vit vísa á og virðismeta framstigini og tey tøkini, sum verða tikin – ikki minst her í tí kirkjuliga, har tit sjálvbodnu taka tey nógvu tøkini.

    Triðja høvið, sum eg fari at taka fram her, var dupulta prestvígslan fyri einum mánaði síðani. Ein og hvør vígsla, tað veri seg hjún, bygningar ella prestvígsla, er altíð ein heilt serliga hátíðarlig og hugvekjandi løta, men hesaferð var tað heilt serstakt, bæði tí, at teir vóru tveir, sum vórðu prestvígdir í senn – og tí at vit, við at prestvíga Øss Kjølbro til tænastu hjá Kirkjuligu heimamissiónini, fyrst og fremst, settu hol á nakað nýtt og mennandi. Eg eri sannførd um, at henda nýskipan verður okkum til gagns og signingar.

    ***

    Kæru kirkjuráðslimir

    Vit liva í eini miðlatíð, har miðlarnir nærum dagliga varpa ljós á viðurskifti í samfelag okkara, sum vit so kjakast um í kantinum, egningarskúrum og bindiklubbum dagin eftir. Hugsi, at hetta er bara gott og gagnligt, tí tað, sum vit skulu seta orð á og taka støðu til, krevur, at vit reflektera og argumentera, og á tann hátt víðka vit um okkara felags fatan og veruleika. Hetta hava vit sæð fleiri dømir um síðstu árini – at vit eru farin at tosa um slíkt, sum fyrr varð fevnt av tøgn og kanska eisini skomm.

    Her er aktuella dokumentarrøðin hjá Heina í Skorini, Gud signi Føroyar, onki undantak.

    Bæði millum fólk og á sosialu miðlunum skifta fólk orð um sendingarnar og innihaldið, og sum altíð, tá ið talan fellir inn á religión, eins og við politikki, eru sjónarmiðini sera – ja, litrík.. og tíbetur fyri tað, tí verðin er ikki svørt/hvít!

    Við tað, at vit eru ikki von við sendingar, sum viðgera átrúnaðarligar spurningar og samkomulív við kritiskum brillum, so fylgja vit spent við í sendingunum.

    Og fleiri hava longu fingið ilt av teimum, bæði av evnisvali og arbeiðshátti. Sum altíð við slíkum, kundi nógv sikkurt verið gjørt øðrvísi - tað at leggja sendingar til rættis, er jú fyri ein stóran part ein spurningur um at sálda frá.

    Men tað er gott og neyðugt, at vit eisini fáa atfinningarsamar sendingar um hesi viðurskifti, sum fylla so ómetaliga nógv og hava so stóran týdning í okkara samfelag.

    Og eitt, sum verður viðgjørt í sendingunum, er hetta um, hvussu vit boða fyri smærri børnum, nú summi vísa á, at tey eru vorðin so óttafull, at tað hevur fylt teimum – eisini inn í vaksnaárini. Og natúrligi spurningurin í hesum sambandi er sjálvandi, um hóttanir við illimanni, helviti, glatan, eldhavi og demonum er tíðarhóskandi boðan fyri dagsins børn?

    Vit eru øll børn av okkara samtíð og samfelag. Sum allar oftast gera vit tað, sum vit halda vera rætt og gott – ella, sum Paulus vísti á, so vildu vit í hvussu so er havt gjørt tað góða, hóast vit ofta gera tað illa – men vit byggja okkara tilveru og okkara samleika á herðarnar á teimum, sum undan eru farin.

    Helst vilja vit viðurkenna okkum – og byggja á – tað besta, sum tey gjørdu. Tí er tað so avgerandi, at vit standa við okkara samleika og okkara arv; men tað vil sjálvandi ikki siga, at vit kritikkleyst hava skyldu til at góðtaka og endurtaka alt tað, sum fedrarnir hava gjørt – og serliga ikki, um vit í dag vita betur.

    Sum biskupur vísti á í fagnaðargudstænastuni í sambandi við 500 ára haldið fyri trúbótini, so er “skuggin fylgisveinur lívsins, og næstan øll menning varpar onkursvegna skugga til jarðar. Søgan um trúbótina staðfestir hetta bæði úti í heimi og í tí heimliga”... Vit kunnu kanska eisini siga, at í kraft av áhaldandi menningini síggja vit betur skuggarnar, sum undanfarin menning hevur varpað til jarðar. Við UPPLÝSINGINI gerast skuggarnir sjónligari.

    Aftur til demonarnar og Helviti hjá Heina í Skorini og øðrum: Nei, sjálvsagt ber illa til at bera fram nakran trúverdan boðskap um bjarging ella frelsu, um tú ikki vilt vera við, at nakað er at blíva frelstur frá; men boðan valdast! Ikki minst, so eigur boðannarhátturin at valdast um, hvør móttakarin er.

    Eg hugsi, at vit eru fleiri her, ið sum eg, hava havt tað privilegium at sleppa at undirvísa skúlabørnum – og at vit tíverri viðhvørt uppliva børn, sum tykjast hava fingið mein av harðrendari boðan. Ikki mong, men nøkur –  og um tað so bara var eitt barn, so er tað eitt ov nógv.

    Verður boðanin soleiðis, at Djevulin kemur at fjala myndina av Frelsaranum, ella um boðanin leggur Helviti sum eina brennandi, ógongda borgargryvju allan vegin runt um Himmalin, tá er vandin, at hon kann vera unga móttakaranum at meini, ja, sálarløsti – og tað í meira enn einum týdningi av orðinum.

    Vit vita betur í dag. Og við vitan fylgir ábyrgd.

    Nú hava vit eitt heilt annað innlit í, hvussu barnasinnið virkar, og á hvønn hátt tað er viðbrekið – og tað eiga vit altíð at hava í huga. At børn hugsa og fata heimin púra ítøkiliga – har verður onki ballað inn. Og at ógvusligar hendingar og upplivingar í barnaárum kunnu festa seg í sálina og elva til strongd, angist og traumur, sum seinni kunnu taka ilt fyri seg.Ja, í ringasta føri kunnu sárini frá ógvusligum hendingum og undirtrýstar kenslur ganga í arv gjøgnum fleiri ættarlið, um ongin tosar um sváru hendingarnar.

    Sjálvandi leggi eg ikki upp til, at kirkjan eigur at leggja seg at reka við tilvildarligum tíðarrákum, men uppgávan at gera tillagingar í tankagongd og arbeiðshátti verður ongantíð liðug.

    Hóast Djevulin kanska blívur við at vera aktuellur, so hoyrir tað ikki heima í dagsins samfelag at ræða lívið av børnum í royndini at vinna tey fyri Orðinum. Bæði tí, at so ógvuliga nógvir aðrir boðanarhættir eru betur, og tí, at slíkt bara ikki eigur at koma fyri, við tí kunnleika, vit hava um barnasinnið.

    Tí eri eg eisini takksom fyri henda partin av sendirøðini “Gud signi Føroyar!, tí, so vítt sum eg veit, hava vit ongantíð skift orð um hetta mál alment fyrr her í Føroyum – og tað var eftir øllum at døma tiltrongt.

    Vit vita betur í dag, og við vitanini fylgir ábyrgd.

    Fyri at endurgeva stóra filosofiska upplýsingarfaðirin Imanuel Kant: Upplýsing er menniskjans útvegur úr sjálvgjørdum ómyndugleika – ella, sum hann eisini er kendur fyri at taka til »Sapere aude! - Hav dirvi til at brúka egið vit og skil!« 

    ***

    Góðu áhoyrarar

    Nú gongd kom á hugarenslið, kom so nógv annað fram fyri meg. Og eg hugsi aftur um hetta, at vit øll somul eru produkt av okkara samtíð og samfelag, og hóast vit vilja gera tað góða, so kunnu vit koma til at gera skaða – av berari óvitan. Tí mugu vera opin fyri vitan og menning, og ikki bara blint avrita undanfarin ættarlið – uttan eisini at hugsa sjálvi og taka við læru, tá vit vita betur!

    Tá ið tað snýr seg um menniskjans innara kenslulív, ikki minst barnsins, hava vit tíbetur lært nógv hesa síðstu øldina, tað veri seg bæði innan sálarfrøði og námsfrøði. Sum ein vísti á í útvarpinum herfyri, so hildu fólk veruliga, at børn gloymdu sorg og sakn og ógvusligar hendingar. So tøgnin valdaði – sjálvandi vælmeint.

    Vit kenna helst øll dømir um fólk, ið sum børn misti mammu, pápa ella systkin, og so hetta, at ongin segði nakað. Ongin spurdi. Ongin uggaði. Familjan tagdi, lærarin tagdi, prestur tagdi. Tí vanliga fatanin var, at tøgnin var besta viðgerðin, við tí úrsliti, at sárini nívdu alt lívið, ja, ofta í fleiri ættarlið.

    Tó vil eg siga, at vit í nøkrum førum hava verið røsk at seta orð á, at minnast og at heiðra. Til dømis teir mans, ið fórust á sjónum og í bjørgunum, í friðartíðum og ófriðartíðum. Her hava vit sett minnisvarðar og skipað verða minningarhald kring landið á hvørjum ári, og givið hevur hetta verið við til at linna tey sár, sum tapini hava skapt.

    Og hetta er so ómetaliga fínt uppá so nógvar mátar: Fyri tey avvarðandi, fyri hin einstaka, fyri trúarlívið og fyri samanhangsmegina í samfelagnum: At kirkjan her leggur stóra orku í at hjálpa til, at lyfta og lívga, tá minningarhald eru um teir menn, pápar, synir og brøður, sum bygdu hetta land í dagligum stríði á sjógvi og landi – teir, sum løgdu kropp, lív og heilsu til.

    Tíbetur eru teir ikki tagdir burtur, ja, við minnisvarðunum og minningartiltøkunum liva teir framvegis millum okkum, og vit lesa nøvnini og aldurin og síggja, at teir síðan blivu uppkallaðir og kenna hitan  av hondum, ið sleptu.

    ***

    Kæru kirkjuráðslimir

    Ongin ivi er um, at tað var vandamikið at søkja sjógvin tá; men tað er helst onki at taka seg aftur í, at til fyri slett ikki so nógvum árum síðani, var tað at eiga børn, so nógv tann vandamiklasta samfelagsuppgávan, tú kundi átaka tær.

    Hetta hevur upptikið meg í nøkur ár: Kvinnurnar, sum lótu lív, tá ið tær góvu lív.

    Hesar konur, mammur, døtur og systrar, sum løgdu kropp, lív og heilsu til, tá tær bygdu land. Hendingaferð eiga tær ein gravstein, viðhvørt eisini eina lítla barnagrøv harhjá – og vit lesa nøvnini og aldurin og síggja kanska, at tær síðan blivu uppkallaðar, og vit kenna hitan av hondum, ið sleptu.

    Tað var ikki bara tað, at kvinnan skuldi eiga børnini við pínu, og at Rakul aftur og aftur mátti gráta um børn síni, tí at tey vóru ikki til longur, nei, tær løgdu lívið til í barsilssong.

    Og eg hugsi um tær mongu barnalagnur, sum umskapaðust, tá ið mamman fór. Um systkinaflokkar, sum vórðu spjaddir fyri vág og vind og kanska ongantíð funnu saman aftur. Um børn, sum ongin tosaði við um deyðu mammuna. Um børn, sum høvdu fortreð av, at teirra føðing kanska var atvoldin til, at mamman lat lív. Um børn, sum fingu nýggja mammu, sum tey skuldu rópa mamma.

    Áðrenn eg gjørdist landsstýriskvinna fór eg so smátt, bara av reinum áhuga, undir at rannsaka henda svára part av søgu okkara, við tí fyri eygað at skriva okkurt og møguliga at reisa eitthvørt minni yvir hesar kvinnur og henda part av søgu okkara.

    Hetta fór fram bæði við at lesa nakað av tí avmarkaða søguliga tilfari, sum skrivað er um kvinnur, viðgongutíð og barnsburð. Eisini vitjaði eg kring landið og prátaði við søgukøn fólk og ymsar heimildarpersónar, herundir okkara kæra bisp, ið sjálvandi vísti evninum stóran ans. Harumframt varð evnið umrøtt í pensjónistafeløgum og kvinnufeløgum.

    Og meiri enn einaferð fall eitt tár, tá ið ein tilkomin kvinna ella maður greiddi hjartanemandi frá, at tey sjálvi høvdu mist mammu sína í barsilssong, men at ongin nakrantíð hevði tikið hana upp á tungu – ja, at hetta var fyrstu ferð at nakar hevði tosað við tey um hana.

    Og tí spyrji eg, hvussu ber tað til, at vit, sum annars tíbetur duga so væl at heiðra hetjurnar í gerandislívinum, hava avrátt ikki at minnast og heiðra kvinnuna og hennara brøgd?

    Ja, í dag tykist tað rættiliga ótíðarhóskandi, men soleiðis er so mangt, tá ið um kvinnulív og - søguskriving ræður. Um hesar mammur hava vit ikki yrkt sangir, vit hava ikki reist teimum varðar, og vit hava so at siga ongar niðurskrivaðar frásagnir.

    Tvørturímóti, tað sum vit hava, eru tilkomin, eldri og gomul fólk, ið enn bera grátkomna barnið innaní sær, tí tey vóru har, upplivdu tað, hoyrdu ljóðini gjøgnum tunna veggin, sóu kanska mammuna standa undir børu – ella tey sóu púrt onki, vóru send út og sluppu kanska ikki so frægt sum við til jarðarferðina.

    Og ongin segði nakað!

    Sum sagt, tað er gott, at kirkjan hevur ein so virknan leiklut viðvíkjandi minningarhaldum. Tað er ómetaliga gott og gagnligt. Eisini, at kirkjan hesi seinnu árini heldur minningarhald um pinkubørn, sum farin eru í Harrans hendur.

    Eitt gott næsta stig verður at geva hesum kvinnum og einkjumonnum og børnum teirra rúm í okkara hugaheimi og kanska ein virðiligan varða.

    Ikki harvið sagt, at vit endiliga skulu stovna fleiri minningardagar – tað kemur so lætt inflatitón í slíkt – men at vit onkursvegna eisini heiðra tær kvinnur, sum settu kropp, lív og heilsu til, tá tær, saman við sínum landsmonnum, bygdu hetta land.

    Við einum slíkum tiltaki koma vit tvey stór stig fram á nútímans leið – og gera samstundis upp við tvær óviðgjørdar leivdir frá farnum tíðum: Í fyrstu atløgu kunnu vit so smátt venja okkum við, at kvinnan eisini er æru verd, og í øðrum lagi, at vit taka við læru og bøta um teir skaðar, sum stóðust av, at vit, í bestu meining, tagdu sorgina hjá børnum burtur, inntil fyri heilt fáum árum síðani.

    Sum sagt varð eg sjálv avbrotin í hesum arbeiðinum, tá boð komu frá løgmanni um landsstýrissessin í mentamálum. So mín kanningarferð kom ikki longur enn til nakrar fyribils samrøður og eina lítla blaðgrein. Men allastaðni var undirtøkan, sum vera man, góð, tí øll kenna onkra lagnu – í øllum bygdum og flest øllum familjum – og givið er tað, at sárini níva enn.

    Og sjálvandi er føroyska fólkakirkjan virkin viðleikari í slíkum virksemi. Kirkjan má áhaldandi eftirmeta og endurmeta, fyri at tryggja sær, at hon á ein hvønn hátt, ið er góður, gagnligur og tøkur, virkar og boðar inn í ta samtíð, hon er partur av – eins og Luther gjørdi tað so meistarliga – okkara felags fólkakirkja, sum fagnar og savnar, sum veitir linna og umsorgan, altíð við tí góða Orðinum um trúgv, vón og kærleika.

    So vita eftir – brádliga ein dag verður komið á mál, tá ið vit avdúka ein minnisvarða, og soleiðis fara vit, vónandi í felag, at siga søguna um tær, sum góvu lív – bæði so og so.

    Tí vit vita betur í dag. Og við vitan fylgir ábyrgd.

    Takk fyri og góðan aðalfund.

  • Føroya Landsbókasavn nýggjan samleika - 16. februrar 2018

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, til Føroya Landsbókasavn í sambandi við avdúking av nýggjum samleika fríggjadagin 16. februar 2018

    Kæru áhoyrarar

    Góðu tit á Landsbókasavninum

    Tað er gott at liva millum bøkur. Fyri meg er bókin framvegis keldan til vísdóm, undran og forvitnisligar spurningar. Her í húsinum eru túsundtals bøkur, bæði í útláninum og í goymslunum. Onkur gripur er eisini innímillum, veit eg. Allar eru tær skrásettar og eiga sítt egna heim á bókahillini – lið um lið við aðrar bøkur.

    Onkuntíð hugsi eg, at ein bók, sum bara stendur innilæst í myrkri, er sum ein skinndeyð bók – hon kann tykjast at vera deyð. Men í somu løtu ein livandi menniskja hyggur at henni, tekur í hana og letur hana upp við sínum heitu hondum og letur eygnabráið týða og tulka innihaldið til tankagóðs og hugamyndir, fyllast bókalunguni við frískari luft og vekja bókina til lívs aftur. So fyri meg er bókin als ikki deyð. Men hon hevur fingið harða kapping!

    Tað er gleðiligt, at Føroya Landsbókasavn brúkar orku uppá nýggjan samleika, og at nýggj heimasíða í dag verður almannakunngjørd. Hetta er alneyðugt, tí sum sagt hevur bókin fingið kapping, og harvið umskapast eisini leikluturin og samleikin hjá bókasavninum.

    Føroya Landsbókasavn hevur í nøkur ár verið partur av Søvnum Landsins, men er nú aftur ein sjálvstøðugur stovnur, sum skal hava nýtt pláss í hugaheiminum hjá fólki. Ein almenn móttøka sum henda er eitt gott høvi at staðfesta tykkara eksistens, og eisini at heilsa uppá Anniku Smith, sum er sett í starv sum landsbókavørður.

    Eg fari at nýta høvi til at gera ein lítlan status yvir bókasavnsøkið. Í næstum verður farið undir smærri dagføringar av bókasavnslógini, eitt nú hevur leingi verið ynski um at gera Landsbókasavnið til universitetsbókasavn og at fáa greiðari reglur fyri fólkabókasøvnini. Harumframt verður farið undir at dagføra skipanina við bókasavnsgjaldi til rithøvundar, sum leingi hevur verið afturúrsiglt. Eisini eru vit sera tilvitað um, at Landsbókasavnið framyvir skal vera miðdepilin í einum komandi kampusumhvørvi fyri lesandi og granskarar herúti í økinum.

    Ja, nýggir vindar blæsa, og nýtt er í væntu.

    At vilja bókasøvn er eitt politiskt val. Tað krevur, at ein stuðlar idéini um atgongd til upplýsing og kunnleika fyri øll, og so krevur tað nøkur heilt grundleggjandi ting, nevniliga: Hølir við góðum upplatingartíðum, væl skikkað starvsfólk og so hópin av bókum og øðrum tilfari, sum bókasavnið savnar, skrásetir og formidlar.

    Men er tørvur á bókasøvnum í dag, har hvør einasta telda ella iphone er eitt bókasavn í sjálvum sær?

    Eg vil siga tað soleiðis, at tørvurin er kanska størri í dag enn nakrantíð – tí hóast, ella júst orsakað av, at vit verða dýkt undir við informatiónum allan sólarringin, har tann, sum poppar ovast upp á Google, er tann sum rindar mest, so er nógv truplari hjá okkum leikfólkum at finna fram rætta tilfarið til rætta høvið í dag.

    Tá tú fert undir eina rannsókn, sum allur lesnaður jú í grundini er, so er alneyðugt, at tilfarið er dygdargott, at keldurnar eru álítandi og gjørligar at eftirkanna. Vit hoyra um fake-news, har ein og hvør kann varpa og miðla, hvat sum helst, nær sum helst. Hvat vendir upp og niður, er ilt at siga.

    Hesin hópurin av tilfari, ofta av ivasomum uppruna, ger tað tortørt at vera brúkari og leitari í føgru nýggju verðini. Her kemur bókavørðurin inn sum skikkaða fakfólkið, ið veitir holla ráðgeving og vegleiðing, so vit ikki villast í vitanarmeldrinum.

    Tí hóast summi kanska enn hugsa bókasavnið sum eitt køvisligt og støvut savn, ein goymsla, við gomlum bókum, so er veruleikin ein heilt annar: Bókasavnið er ein lívgandi mentanarberi og týðandi fólkaræðisligur viðleikari enn í dag. Men tað krevur, at fólk vita, at tit eru til, at tit gera tykkum sjónlig, at her er opið, og at tit fortelja vítt og breitt, hvat tit kunnu bjóða. Hetta gera tit millum annað við nýggja greiða samleikanum og heimasíðuni.

    Tí nýggir vindar blæsa, og nýtt er í væntu.

    Maður mín, sum er býarbókavørður her í Havn, hevur mangan eftirlýst eitt fjepparafelag ella meira miðvíst lobbyvirksemi innan bókasavnsheimin. Eiga vit ongan góðan? Kann hann spyrja, tá hitt lagið er. Og eg skilji hann væl. Tí, sum við so mongum øðrum innan mentanarøkið, so er torført at sannføra smørtu rationaliseringstypurnar um “nyttuvirði” av bókasøvnum – tað hóskar snøgt sagt ikki inn í instrumentaliseraða hugsunarháttin – ella klapphattin! Tað ber illa til at máta í hvønn mun bókasavnið elvir til búskaparvøkstur ella dynamiskar synergiir, tí ein idé kann ikki mátast!

    Heilt grelt er tað í Danmark, har allir mentanarstovnar skulu rationalisera raksturin við tveimum prosentum árliga yvir ein kamb. Har verða bókasøvn  niðurløgd ella umskapað til starvsfólkaleys søvn, har lænarin sjálvur læsir seg inn og finnur tað, sum hann skal brúka. Eitt andsleyst tilboð vildi eg sagt! Í Keypmannahavn verða risastórar bókagoymslur brendar á báli, tí alt skal talgildast, og hópin av bókasøvnum eru eisini degraderað til borgaratænastur, sum eisini avgreiða koyrikort, pass, læknaval ella skriva børnini upp til dagstovn.

    Hetta er ikki rák, sum vit eiga at eftirlíkna – tvørturímóti – tí bókasøvnini eiga at hava ríkiligt at síggja til frammanundan í pulserandi vitanarsamfelagnum.

    Sum við øllum øðrum lívsins viðurskiftum: Fundamentið skal vera í ordan!

    Tí skulu vit støðugt menna og dagføra bókasøvnini, so tey liva upp til nútímans krøv, tí tørvurin er har - bæði sum oddi innan talgilda vitanarheimin og karmur um livandi lestrarumhvørvi, men sanniliga eisini sum tiltrongda frælsisrúmið, har tíðin stendur í stað, meðan andin fer á flog. Ja, bókasavnið gevur frið í sinn og rúm fyri reflektión og relatiónir millum menniskju, vitan, læring, upplýsing og hægri sannkenning.

    Alt slíkt, sum ilt er at finna í kommersiella miðla- og lýsingarmeldrinum, sum eisini myndar okkara samtíð.

    Trúgvið tit mær: Fólk fara at leita aftur til andligar oasir, har eygað fær hvíld, sinnið ein skáa og djúphugsni rúm.

    Bókasavnið er ikki ein fyritøka. Bókasavnið er ikki ein framleiðslueind. Bókasavnið er ikki ein almenn borgaratænasta ella mentanar- og tónleikahús.

    Bókasavnið er ein idé, ja, ein hin glasiligasta idé’in, sum hevur eyðkent sivilisatiónir gjøgnum øldir: At savna og skráseta tilfar og vitan, so tað verður atgeingiligt hjá øllum - tí upplýsing eigur at vera øllum borgarum beskorin.

    Bókasavnið er partur av demokratiska undirstøðukervinum og ein fortreyt fyri upplýsta fólkaræðinum – ikki bara í Føroyum, men kring allan heim, har bókasøvnini eisini eiga nógvar góðar vinir, summastaðni sum almenn, aðrastaðni sum privat.

    Sæð í hesum ljósinum, er tað eftir mínum tykki eitt framstig, at Føroya Landsbókasavn nú er endurføtt og fær sín egna sjónliga og greiða samleika, og við hesum eisini gerst ein virðiligur flaggberi fyri øll bókasøvn í landinum.

    Ja, nýggir vindar blæsa, og nýtt er í væntu.

    Sum Frits Johannsen helst vildi sagt: Er tað ikki oynfalt? Er tað ikki vakurt?

    Góðu tit

    Takk fyri, at eg var boðin at bera tykkum kvøðu í dag.

    Vegna Føroya Landsstýri ynskist tykkum hjartaliga til lukku við nýggja samleikanum og blíðan byr.

  • Røða - prestvígslur - 21. januar 2018

    Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við at tveir gudfrøðingar vóru prestvígdir til tænastu í fólkakirkjuni sunnudagin 21. januar 2018. Vígslan var í Dómkirkjuni.

    Góðu tit báðir, Jákup og Øssur.

    Lat meg fyrst av øllum ynskja tykkum báðum til lukku við prestvígslunum – bæði vegna meg sjálva, men eisini vegna alt Føroya Landsstýri.

    Og lat meg so eisini takka biskupi fyri at bjóða mær við til hesa heiðursløtu.

    Takk fyri hesa sera hátíðarligu og sigandi løtuna í dómkirkjuni. Ein prestvígsla er altíð ein serlig løta, men hesaferð er tað kortini ein serliga merkisverd løta, bæði tí, at tit eru tveir, sum vórðu prestvígdir í senn – og tí at hvørgin tykkara fer í eitt vanligt, fast embæti.

    Jákup: tú byrjar tín gerning við  einum avloysarastarvi í Havn – at verða virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, meðan Bergur er í farloyvi.

    Og Øssur – við tíni prestvígslu royna vit nakað, sum ongantíð áður er roynt í Føroyum. Ein vegin skalt tú halda fram sum aðalskrivari hjá Heimamissiónini, har tú hevur verið í mong ár - men partvís verður tú nú eisini hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi samstundis.

    Tað verður spennandi at síggja, hvussu henda fyri okkum nýggja skipanin fer at fungera.

    Eitt orðatak ljóðar soleiðis:

    ”Eg sigi ikki, at alt verður betri, um vit gera broytingar; Men eg kann siga, at vit mugu gera broytingar, um tingini skulu gerast betri.”

    Hóast ímyndin av kirkjuni mangan er ein rimmarfastur og óbroytiligur klettur, sum aldrin broytist - sama, hvussu tíðarinnar tonn gnagar -  so er hetta í grundini ein misvísandi ímynd.

    Tí hóast kirkjan bæði megnar at vera, og skal vera ein støðufastur klettur, tá tíðarinnar vindar skifta, eru tað kortini sanniliga hendar broytingar innan kirkjuna.

    Sìðani kirkjan varð til, er hon støðugt broytt. Ikki tí, at alt neyðturviliga verður betur, um vit gera broytingar – men tí, at broytingar av og á eru neyðugar, um vit skulu kunna gera tingini betur. Og hóast grundvøllurin hjá kirkjuni er óvikandi, so eru vit bara menniskju, og vit kunnu altíð gera tingini betur.

    Og dagurin í dag er so eitt dømi um enn eina broyting.

    At ein prestur verður vígdur, tí hann fer í eitt so stutt tíðaravmarkað kall, er ikki so vanligt; men eg eri vís í, at hetta høvið at gera tínar fyrstu royndir í hesum sera fólkaríka prestagjaldinum, í samvinnu við tveimum somikið royndum og ymiskum starvsbrøðrum, fer at vera tær ein góð barlast í framhaldandi gerninginum, eins og tú eisini heilt víst fer at kunna geva kirkjuliðunum og starvsbrøðrunum góðan íblástur við tínum nývunna førningi.

    Og í dag varð eisini nýggja lógarheimildin við atknýttum hjálparpresti á fyrsta sinni umsett til veruleika.

    Eitt eru teir verkiligu fyrimunirnir, men eg haldi, at tað serliga av ímyndarligum ávum er eitt heilt serstakt virði í, at sambandið millum kirkjuna og missiónina á henda hátt verður gjørt ítøkiligt – at kirkjan og missiónin við hesum undirstrika sínámillum sambandið.

    At vit knýta saman, heldur enn at skilja sundur.

    Og í dag verða tit báðir knýttir uppí tað vala lið av prestum, sum virka í Føroyum.

    Sum læra, leiðbeina, lívga, ugga og eggja, troysta og áminna – og sum nerta við lívsins stóru løtur hjá so mongum okkara.

    Tit umboða orðið, sum ongantíð broytist – í einum heimi, sum ongantíð hevur tráað eftir so nógvum og skjótum broytingum, sum nú.

    Tit umboða eisini ein rótfestan arv av siðvenjum og ritualum – í einum heimi, har arvur og siðvenjur tykjast vera mestsum í upploysn.

    Uppgávan er torfør – men kortini so sára einføld.

    Minnið okkum á, at lívið ikki verður betri av øllum broytingunum, vit støðugt ynskja og renna eftir.

    Og minnið okkum samstundis á at fremja tær grundleggjandi neyðugu broytingarnar, sum gera lívið betur – og sum enntá røkka útum hesar lívsins karmar.

    Øssur: tú hevur longu góðan arbeiðsførning og drúgvar royndir, bæði við fríkirkjuligum arbeiði og fyriskipan, og sum sjálvboðin í kirkjuni. Hesin førningur man í longdini fara at koma bæði tær og kirkjuliðunum til góðar.

    Eg fari at ynskja tær og tínum alt tað besta, og ynski tær Harrans signing í gerninginum sum hjálparprestur.

    Og Jákup: tú kemur beint úr lestrarlívinum og hevur júst lokið prestaskúlan. At tú kortini fert beint í Streymoyar vestara prestagjald sigur mær, at tú bæði manst vera ónervaður og sáttligur samstundis. Eisini hetta eru góðir eginleikar, sum munnu fara at koma kirkjuliðunum til góðar hetta komandi árið, tú fert at virka her um høvuðsstaðarleiðina.

    Eg fari somuleiðis at ynskja tær og tínum alt tað besta, og ynski tær Harrans signing í gerninginum sum sóknarprestur.

    Blíðan byr báðir tveir – og enn einaferð takk fyri, at eg varð boðin við.

    ***