Røður hjá landsstýrismanninum


Tíðindafundur um vitlíkisstrategi (16-09-26)

Tá ung fara út í lívið, kunnu vit ikki geva teimum eitt kort, har leiðin frammanundan er løgd. Tað ber ikki til. Heimurin broytist, og vit vita ikki, hvussu hann fer at síggja út um bara nøkur ár.

Vit vita ikki, hvørji amboð tey, sum ganga í skúla í dag, fara at arbeiða við sum vaksin. Og vit vita heldur ikki til fulnar, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðslív, útbúgving og samfelag.

Men vit vita, at broytingin er í gongd. Tí er uppgávan ikki at tekna eitt fullfíggjað kort av framtíðini. Uppgávan er at geva børnum og ungum eitt kumpass. At geva teimum vitan og førleikar, sum gera tey før fyri sjálv at finna leiðina – eisini tá ið lendið broytist, og gamla kortið ikki longur vísir rætt.

Tað er grundhugsanin í strategiini, sum verður løgd fram í dag: Læring í miðdepilin.

Tað er lætt at verða hugtikin av vitlíki. Tað kann skriva, rokna, greina og finna upplýsingar við einari ferð, sum vit fyri fáum árum síðani illa kundu ímynda okkum.

Møguleikarnir eru stórir. Vitlíki kann geva lærarum nýggj amboð. Tað kann stuðla næmingum og lata upp fyri nýggjum arbeiðsháttum og nýggjari vitan.

Hesum møguleikum skulu vit vera opin fyri. Men vit skulu eisini møta teimum við sunnum iva. Endamálið við skúla og útbúgving er ikki at fáa svar og úrslit so skjótt sum gjørligt. Endamálið er at læra. Tí er spurningurin ikki bara, hvat tøknin kann gera fyri okkum. Spurningurin er eisini, hvør vitan, og hvørjir førleikar eru týdningarmiklir at varðveita.

Í einari tíð, har vitan er tøk við einum knappatrýsti, er avbjóðingin ikki longur at fáa svar. Avbjóðingin er í størri mun at duga at meta um tað, vit fáa – at skilja samanhangir, skyna á torgreiddum spurningum, hvat er álítandi, hvat er villleiðandi, og taka støðu til, hvat er rætt og skeivt.

Tess meira vitlíki kann gera fyri okkum, tess størri týdning fær tað, sum vit sjálv skulu duga. Tí er spurningurin ikki bara, hvat tøknin gevur okkum, men eisini hvat hon tekur frá okkum.

Grundleggjandi førleikar, sum lesing, skriving, rokning, mál og at hugsa sjálvstøðugt fáa tí ikki minni týdning, tá tøknin mennist. Tvørturímóti. Tað týdningarmesta, vit kunnu geva okkara ungu, eru ikki øll svarini, men førleikin at skilja, meta um og finna kósina sjálvi.

Hetta er kjarnin í talgildisbúgvingini. Tað snýr seg ikki bara at duga at brúka tøknina, men at skilja, hvat hon kann, og duga at meta um, nær hon gagnar okkum – og nær hon ikki ger tað.

Tað er ikki løgið, at foreldur spyrja, hvørja ávirkan henda menningin hevur á barnið. Fer barnið framvegis at læra at skriva? Fer tað at duga at hugsavna seg um ein tekst? Fer tað at duga at loysa eina torgreidda uppgávu? Og hvussu fyrireika vit barnið til eina framtíð, sum vit ikki sjálvi reiðiliga duga at síggja fyri okkum?

Vit kunnu ikki við vissu svara øllum hesum spurningum. Men vit kunnu vera greið um, hvar vit eru, hvørja kós vit vilja halda.

Vit skulu gáa um tað, sum hevur týdning fyri læring, menning og trivnað. Vitlíki skal tí altíð hava eitt greitt endamál í undirvísingini. Tað skal brúkast, tá tað styrkir læringina og gevur barninum nýggjar møguleikar.

Vit eiga at vera opin og forvitin um, hvat tøknin kann, men samstundis hava álit á læraranum og á okkara fakfólki og halda fast í tí, sum gagnar okkum best sum menniskju.

Tað er vitlíki við skili!

Vit siga ofta, at tøknin ger heimin minni. Hon kann knýta okkum tættari saman tvørtur um landamørk og geva okkum atgongd til menniskju og møguleikar, sum áður vóru trupul at røkka. Men tað at vera í sambandi við onnur er ikki tað sama sum at vera saman.

Tøknin kann føra okkum langt út í heim. Men børn hava eisini brúk fyri einari tryggari havn – einum stað, har tey hoyra til, har tey møta øðrum andlit til andlits og fáa fótafesti, áðrenn tey seta kósina víðari út í lívið.

Skúlin er ein slík havn. Hann er ikki bara eitt stað, har børn fáa vitan. Hann er eisini eitt stað, har tey læra at vera partur av einum felagsskapi, har tað er rúm til hugsavnan, samrøðu og samveru. Har tey læra at lurta og verða hoyrd, at vera ósamd og kortini vera saman. Tí er ein av týdningarmestu setningunum í strategiini eisini ein av teimum einfaldastu: Menniskjað skal ráða yvir tøknini – ikki øvugt.

Vit eru eitt lítið samfelag. Tað gevur okkum avmarkingar. Men tað gevur okkum eisini fyrimunir. Stutt er millum skúlastovuna, fakumhvørvini, granskingina og tey, sum taka avgerðirnar. Tí kunnu vit skjótari enn aðrastaðni royna nýggjar leiðir, savna vitan og lata góðar royndir koma øllum undirvísingarverkinum til góðar. Tað, sum riggar í einum skúla, kann gerast vitan og virksemi, sum lyftir alla skipanina.

Tí eiga vit ikki bara at læra at brúka tøkni, sum onnur hava ment. Vit skulu eisini vera við til at mynda hana. Byggja vit upp føroyska vitan, føroyskt máls- og dátugrundarlag og sterk sambond við norðurlendsk og altjóða fakumhvørvi, kunnu vit tryggja føroyskum máli ein virknan leiklut í tøknini, sum kemur. Tá varðveita vit ikki bara føroyskt í framtíðini. Vit gera føroyskt til eitt mál, sum vit eisini kunnu skapa framtíðina við.

Strategiin, sum nú verður løgd fram, er úrslitið av einum fakliga væl grundaðum arbeiði. Leiðslur, lærarar, undirvísarar, umsiting, næmingar, lesandi, gransking, fakfeløg og aðrir áhugapartar hava luttikið á verkstovum og í samrøðum og borið sína vitan, sínar royndir og síni sjónarmið inn í arbeiðið. Saman hava tey lýst møguleikarnar og hava eisini torað at sett torførar spurningar.

Nú skal strategiin gerast til veruleika. Har tørvurin er mest átrokandi, skulu vit seta ferð á. Samstundis skulu vit byggja víðari á tað, sum vit læra – á royndirnar, vit gera okkum, og á ta nýggju vitanina, sum granskingin gevur okkum.

Við hesi strategiini seta vit sjøtul á eitt týdningarmikið arbeiði til frama fyri føroyska skúlan og fyri børnini og tey ungu, sum skulu mynda framtíðina. Tað er mín vón, at vit við hesum arbeiðinum kunnu geva teimum tað kumpassið, sum ger tey før fyri at finna leiðina – eisini tá heimurin broytist.

Eg vil takka stýrisbólkinum, verkætlanarbólkinum og øllum tykkum, sum hava luttikið á verkstovum, í samrøðum og á annan hátt hava givið tykkara íkast til arbeiðið.

Kósin er sett. Nú byrjar ferðin.

Góða ferð og takk fyri!