Stuttleikir á Tórsbreyt - 22. august 2026
Góðu børn, góðu foreldur og familja, fyriskiparar og øll tit, sum eru komin saman her í dag.
Tað er mær ein stór gleði at vera við til Stuttleikir og at síggja so nógv børn og vaksin savnað til ein seinnapart, har rørsla, spæl og góður felagsskapur eru í miðdeplinum.
Stuttleikir eru stuttir leikir – men fyrst og fremst eru hetta stuttligir leikir. Her ber til at royna seg á 60 metra teininum, í bóltkasti og í longdarlopi.
Hetta verður eisini kallað “frælsur ítróttur”, og tað ljóðar sera spennandi. Felagið Hvirlan, sum skipar fyri, vil gjarna kveikja áhugan fyri frælsum ítrótti og vónar, at fleiri børn og ung vilja royna seg innan hesar ítróttagreinar.
Frælsur ítróttur verður eisini umboðaður næsta summar, tá ið Føroyar verða vertir fyri Oyggjaleikunum, og sum eg gleði meg nógv til. Tórsbreyt er umvæld og gjørd klár, so bæði føroysku og altjóða ítróttafólkini kunnu kappast her. Men vit hava longu gleði av Tórsbreyt og kunnu venja, kappast og stuttleika okkum, nú Hvirlan hevur tikið stig til at geva børnum møguleika at royna seg í frælsum ítrótti við Stuttleikum.
Góðu børn, stór og smá! Í dag snýr tað seg um tykkum, og tað eru tit, sum sleppa at royna tykkum her á Tórsbreyt.
Tit skulu renna. Tit skulu kasta. Tit skulu leypa. Og vónandi fara tit eisini at flenna nógv, stuttleika tykkum og fáa ein góðan dag saman.
Onkur tykkara er kanska skjótastur at renna. Onkur dugir serliga væl at kasta. Og kanska er onkur her, sum næstan dugir at flúgva, tá ið tit fara í holt við longdarlopið!
Men tað týdningarmesta í dag er ikki, hvør ið rennur skjótast, kastar longst ella leypst longst.
Tað týdningarmesta er at vera við. At tora at royna. At røra seg. At stuttleika sær.
Og at uppliva gleðina við ítrótti saman við øðrum og at knýta vinabond.
Tí ítróttur er nógv meira enn úrslit, met og heiðursmerki.
Ítróttur er eisini gleðin við at brúka kroppin, at læra nakað nýtt og at merkja: Hetta kláraði eg!
Kanska er tað eisini onkur tykkara, sum í dag roynir eina ítróttagrein fyri fyrstu ferð og hugsar: Hetta var ordiliga stuttligt. Hetta vil eg royna aftur.
Og tá hevur hesin dagurin longu gjørt nakað gott.
Sum landsstýrismaður í ítróttamálum eri eg sera fegin um tiltøk sum Stuttleikir.
Tí góðir ítróttavanar byrja ofta tíðliga.
Men fyri børn eigur ítróttur fyrst og fremst at vera eitt stað, har tað er gott at vera. Eitt stað, har tú kanst røra teg, spæla, læra og vera saman við øðrum.
Tá ið børn fáa góðar upplivingar við rørslu og ítrótti, kunnu tær fylgja teimum langt inn í lívið.
Vit vita eisini, at børn eru ymisk.
Summum dámar væl at kappast. Onnur vilja heldur spæla og vera saman við vinum. Summi eru skjót, onnur sterk, og uppaftur onnur duga væl at íðka heilt aðrar ítróttagreinar.
Tað skal vera pláss fyri øllum.
Tí er tað eisini so gott við Stuttleikum, at øll børn frá 1 til 12 ár eru vælkomin.
Tað er ein sera týdningarmikil boðskapur: Ítróttur er fyri øll.
Góðu foreldur og familja
Tit hava ein stóran leiklut í, hvussu børn uppliva ítrótt.
Tað kann tykjast sum ein lítil gerð at koyra til venjing, standa á síðulinjuni, hjálpa til við einum tiltaki ella klappa, tá ið barnið kemur á mál.
Men fyri eitt barn kann tað hava ómetaliga stóran týdning.
Og kanska er ein tann týdningarmesti spurningurin, vit kunnu seta børnunum aftaná ein dag sum í dag, ikki:
“Hvussu langt leyp tú?”
ella:
“Hvør vann?”
Men heldur:
“Var tað stuttligt?”
Um svarið er ja, so eru vit komin langt.
Gleðin er ofta tað, sum fær børn at koma aftur. Og tá ið tey koma aftur, mennast tey – bæði í ítróttinum og sum menniskju.
Eitt tiltak sum Stuttleikir kemur ikki av sær sjálvum. Tí vil eg nýta høvið at takka Hvirluni, sum er felag fyri frælsan ítrótt í Tórshavn, fyri at skipa fyri hesum frælsa fagnaðinum fyri teimum yngstu.
Takk øll tit, sum hava lagt tíð og orku í at fáa henda dagin at bera til, fyriskiparar, hjálparfólk, venjarar og øll onnur, sum taka eitt tak.
Takk fyri tykkara íkast.
Góðu børn!
Nú eri eg skjótt liðugur at tosa, og tit skulu sleppa at gera tað, sum tit eru komin fyri!
Rennið so skjótt, tit kunnu. Kastið so langt, tit kunnu. Roynið tykkum í longdarlopi.
Heppið upp á hvønn annan.
Eg vóni, at tit øll fáa ein stuttligan og minniligan dag saman við vinum og familju.
Takk fyri, at eg fekk høvi at vera saman við tykkum. Eg fari at heppa upp á tykkum øll!