Røður hjá landsstýrismanninum


Skills Føroyar - tiltak í nýggja Róðrarneystinum í Gøtu – 8. mai 2026

Góðu tit øll

Tað eru nøkur viðurskifti í einum samfelagi, sum eru meira enn bara lutir. Ein føroyskur bátur er eitt slíkt dømi.

Hann er sjálvandi eitt handverk. Men hann er eisini søga. Hann er mentan. Hann er arbeiði, vitan og royndir, sum eru bornar víðari frá ættarliði til ættarlið.

Í øldir hava føroyskir bátar verið grundarlagið undir lívinum í Føroyum. Teir hava borið menn á fiskileið. Teir hava bundið bygdir og oyggjar saman. Og teir hava kravt hegni, dirvi og neyvleika frá teimum, sum smíðaðu teir.

Tí er tað eisini sera hóskandi, at vit júst her í dag savnast rundan um eitt føroyskt handverk, sum bæði vísir aftur í søguna og fram í framtíðina.

Tí hetta snýr seg ikki bara um ein bát.

Og tað snýr seg ikki bara um eitt listaverk.

Hetta snýr seg um føroyskar førleikar.

Vit liva í einari tíð, har nógv broytist skjótt. Tøkni, arbeiðshættir og samfelagið sum heild eru í støðugari menning. Men mitt í øllum hesum hava vit framvegis tørv á tí grundleggjandi: 
Fólki, sum duga.
Fólki, sum skapa.
Fólki, sum byggja.
Fólki, sum fáa samfelagið at hanga saman.

Og júst tí eru yrkisútbúgvingar og handverksfak so týdningarmikil.

Føroyar hava seinnu árini eisini verið sjónligar á altjóða pallinum gjøgnum luttøku í EuroSkills. Tað hevur verið hugaligt at sæð, hvussu føroyskir lærlingar, føroyskt handverk og føroyskur samleiki hava gjørt vart við seg í einum altjóða høpi.

Føroyski básurin fekk stórt rós — ikki bara fyri dygd og handverk, men eisini fyri føroyska samleikan og søguna, sum hann bar við sær.

Tað er nakað serligt við tí føroyska, tá vit tora at halda fast við tað.

Málningurin og tríbekkurin, sum verða avdúkað í dag, eru tí eisini meira enn bara vakrir lutir. Tey eru tekin um samstarv millum list, handverk og føroyska mentan. Tey vísa, hvussu nógv kann skapast, tá dugnaskapur og hugflog ganga hond í hond.

Handverksfakini eru nevniliga meira enn bara arbeiði og vinnulív.

Arkitekturin her úr Gøtu, Osbjørn Jacobsen, segði við setanina av FM fyri handverkslærlingar, at handverksfakini kunnu síggjast sum eitt samskifti millum ættarlið — har vitan og førleikar verða borin víðari frá ættarliði til ættarlið.

Tað haldi eg er sera væl sagt.

Tí nógv av tí, sum vit síggja her í dag, byggir júst á tað. Á royndir, hegni og siðvenju, sum eru ment gjøgnum nógv ættarlið, men sum samstundis fáa nýtt lív og nýggjan týdning í okkara tíð.

Og eg vil í hesum sambandi fegin bera eina tøkk til øll tey, sum hava staðið aftanfyri arbeiðið.
Til bátasmiðirnar, sum bera eina stolta siðvenju víðari.

Til Livar, sum við sínum listaliga arbeiði hevur verið við til at geva føroysku luttøkuni sín egna dám. Og til sjálvan kong Fríðrík fyri samstarvið við Livar.

Til Skills Føroyar, sum arbeiðir miðvíst fyri at styrkja yrkisútbúgvingar, føroyskar kappingar og føroyska luttøku altjóða.

Og til Eysturkommunu fyri at skapa karmarnar um hetta tiltakið.

Skills-rørslan hevur eitt týdningarmikið endamál. Hon snýr seg um at geva yrkisførleikum virðing og sjónligheit. Og tað hevur stóran týdning í okkara tíð.

Í dag eru meira enn 80 lond partur av WorldSkills-samstarvinum. Smá og stór lond kappast, samstarva og læra hvør av øðrum. Tað hevði verið ein stórur heiður at sæð Føroyar gerast part av hesum felagsskapi í framtíðini.

Og eg vil eisini nýta høvið at siga, at eg stuðli arbeiðinum hjá Skills Føroyum at fáa føroyskan limaskap í WorldSkills. Tað er eitt týdningarmikið arbeiði, sum kann geva føroyskum lærlingum og yrkisútbúnum nýggjar møguleikar, nýggjan íblástur og eina sterkari altjóða knýting.

Tí hetta snýr seg um nógv meira enn bara kappingar.

Hetta snýr seg um at geva føroyskum lærlingum og ungum handverkarum møguleikar.
Um at skapa virðing rundan um yrkisútbúgvingar.

Og um at vísa bæði okkum sjálvum og umheiminum, at føroyskir førleikar standa sterkt.
Tí føroyskir førleikar eru góðir. Føroyskir lærlingar eru dugnaligir.
Og føroyskt handverk hevur eina styrki, sum er bygd á bæði siðvenju og nýskapan.
Handverk er nevniliga ikki bara arbeiði við hondunum.
Handverk er eisini mentan.

Tað er samleiki.

Og tað er framtíð.    

Takk fyri.