Røður hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, til handanina av mentanarvirðislønum landsins í Messuni í Sørvági, 23. oktobur 2026
Gott kvøld og vælkomin í Messuna
Í hesum áhugaverda og fjálga húsi fara vit í kvøld at handa mentanarvirðislønir landsins fyri 2026. Mentanarvirðisløn landsins, Heiðursgávu landsins og Virðisløn til ungt listafólk. Harumframt verður eisini ein sømdargáva latin.
Messan varð handað við ársbyrjan í ár, og hon lat upp í juni mánaði. Hon er rættiliga serstøk. Báturin, ið hevur átt lívið í okkum, so leingi vit kunnu minnast, hevur fingið eitt heiðurspláss, har tað, sum vendir niður, vendir upp. Báturin er Marna FD 193, sum nú er vorðin ein varði fyri træskipini. Tá vit hugsa um skip og bátar, so hóskar navnið Messan eisini sera væl, tí Messan er staðið, har manningin etur. Her í Messuni er eisini kaffistova og matur til ein hvønn góma.
Messan tvinnar soleiðis á sermerktan hátt mentanararv og mentanarlív saman.
Samstundis hevur ferðavinnan stórt gagn av húsinum um summarið, tá havnin eisini er útgangsstøði hjá ferðafólki, sum sigla til Mykinesar umframt mangt annað virksemi.
Eg ynski Messuni alt tað besta í framtíðini.
Kvívíkingurin Viggo Johannesen, sáli, hugleiddi í yrkingini ”Sørvágur” frá 1979:
Vakna vársins veiku hørpuløg um fjørðin,
Yvir oydnan, kaldan, gráan vetrarsand.
Bleik er sól, men lívgast aftur vil tó jørðin
her, hvar bylgjan blikar blíð við Sørvágsland.
*
Við hesum orðum vóni eg, at vit fáa eitt hugnaligt og hugvekjandi kvøld saman!

Endarøða hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, til handanina av mentanarvirðislønum landsins í Messuni í Sørvági, 23. oktobur 2026
Í kvøld hava vit steðgað á – fagnað og sagt takk.
Hava takkað fólki, sum hava brúkt tíð, orku og evni til at geva nakað til onnur. Ofta uttan at vænta sær nakað afturfyri.
Ein mentanarvirðisløn er nakað serligt. Hon er eitt tekin um, at vit síggja tað arbeiði, sum verður gjørt. At vit virðismeta tað. Og at vit vita, at eitt ríkt mentanarlív ikki kemur av sær sjálvum. Ofta eru hugskot og úrslit hjá listafólkum so spennandi, tí tey bróta upp úr nýggjum ella eru leys av vanahugsan og siðvenju. Ella tey duga júst at samantvinna tað siðbundna og tað nýggja, so okkurt makaleyst fæst burturúr.
Messan er eitt dømi um, at listafólk hugsa nýtt og øðrvísi. Tað er Pól Skarðenni, listamálari, sum eisini er útbúgvin verkfrøðingur, ið hevur teknað Messuna. Sum hann sjálvur hevur sagt, so kennir hann eitt lítið sindur til tað at hugsa skeivt og uttan fyri kassan. Tað hevur kenst fjálgt at sita her í kvøld, millum fjøru, fjøll og bátshválv.
Sørvágur hevur við Messuni fingið sítt egna stásiliga mentanarhús, sum letur upp fyri so mongum møguleikum. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, at møguleikar eru fyri at savnast í einum lokaløki og at luttaka í og uppliva mentanarlig tiltøk av alskyns slag. Eisini skapar tað fjølbroyttari møguleikar fyri menta- og listafólk og allar borgarar.
At enda vil eg enn eina ferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku, sum hava fingið virðislønir og sømdargávu í kvøld: Gunnvá Zachariasen, Kári Bæk, Eli Tausen á Lava og Sigrun Gunnarsdóttir.
Eg vil eisini takka øllum tykkum, sum hava hildið røður, spælt tónleik, sungið og sett frálíkan dám á kvøldið.
Eg takki Sørvágs kommunu og áhugafelagnum ”MESSAN Sjóvinnusavn og mentanarhús” fyri at hýsa mentanarvirðislønarhandanini í ár og fyri blíðskap og avbera góðar karmar.
Kringvarp Føroya fær eina stóra tøkk fyri at samskipa tiltakið og at senda beinleiðis út um alt landið.
Og takk tit øll í salinum, sum hava verið við til at heiðra okkara menta- og listafólk her í Sørvági.
Takk fyri í kvøld!