Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á tiltaki í BORG á Glyvrum, 21. apríl 2026
Gott kvøld øll somul
Sum nýsettur landsstýrismaður í mentamálum vil eg takka fyri høvið at seta hetta tiltak, har spurt verður: Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum?
Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Gjøgnum øldir er báturin lagaður til okkara oyggjasamfelag, har umstøðurnar á sjógvi og landi hava sett stór krøv til skap og brúk.
Sverri Dahl, sum var landsantikvarur, skrivaði í greinini Fornt og føroyskt bátasmíð, sum var prentað í Varðanum í 1970:
Bátur okkara, so snøggur og smidligur hann er, hevur tað fram um flest onnur för, at hann er eins vakur á at líta, annaðhvørt hann situr á floti ella stendur á lunni.
Hetta ger hann, tí at hann í roynd og veru er meira enn eitt smíð, eitt amboð, hann er eitt listaverk; og tá ið hann er bestur, ivaleyst mætasta listaverk Føroyingurin hevur skapað.
Í 2021 varð føroyski báturin innskrivaður á UNESCO-listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini sum fyrsta og higartil einasta innskriving av føroyskum mentanararvi hjá UNESCO.
Innskrivingin var ein felags norðurlendsk innskriving av norrøna súðubygda bátinum, men tað ger ikki heiðurin ella týdningin minni.
Við innskrivingini á UNESCO-listan bundu føroyskir myndugleikar seg til at seta í verk skipanir og tiltøk at fáa vitan um og kunnleika til siðaarvin bornan víðari til komandi ættarlið – og harvið at styrkja og halda henda partin av okkara siðbundnu mentan livandi.
Føroyski báturin er siðaarvur, ið hevur týdning, ikki bara fyri okkum føroyingar, men fyri mannaættina.
Føroyski báturin er ikki álitið longur, tá tað kemur til flutning, veiðu ella fiskiskap. Longu miðskeiðis í farnu øld gjørdist greitt, at føroyski báturin var fyri broytingum, bæði í skapi og brúki.
Í grein í Varðanum í 1969 skrivar Verland Johansen – sum, umframt at hann var orgulbyggjari, eisini skrásetti og máldi upp føroyskar bátar kring alt landið - um serligu dygdirnar hjá føroyska bátinum: Alt týðir uppá, at tann føroyski báturin hevur nátt hæddina í góðsku og vakurleika sum róðrarbátur og nú so spakuliga er við at fara hin vegin, orsakað av øllum teim nýggju krøvunum, sum verða sett til ein nútímans maskinbát, so at skjótt eru bert reisingar, stavnar og tollar eftir av tí vakra og smidliga bátinum, sum var úrslitið av føroyskum bátasmíðikynstri ígjøgnum nógv árhundrað.
Við greinini vildi Verland Johansen birta undir, at vitanin um føroyska bátin varð skjalfest. Tað varð hon nøkur ár seinni, tá Andras Mortensen í 2000 gav út Ph. D. ritgerðina Hin føroyski róðrarbáturin, ið millum annað bygdi á skrásetingarnar hjá Verlandi Johansen.
Fyri fimtan árum síðani setti Mentamálaráðið ein arbeiðsbólk at orða eitt álit við uppskotum um, hvussu siðbundið føroyskt bátasmíð kundi verða varðveitt. Staðfest varð í álitinum, at vitanin um føroyska bátin og føroyskt bátasmíð er varðveitt í skrivligum keldum og bókaverkum, men at tað livandi handverkið hevur truplar umstøður.
Okkurt av tilmælunum í álitinum er framt, meðan onnur eru hugskot, ið kunnu verða framd. Tað, ið eg vil siga við hesum, er, at vit í Mentamálaráðnum ikki fara at skriva eitt nýtt álit um varðveiting av bátasmíði, men heldur at brúka høvið í kvøld til at lurta eftir tykkum, ið framvegis smíða, brúka og varðveita føroyska bátin, og síðani saman við viðkomandi pørtum umrøða, hvat kann verða gjørt fyri at svara spurninginum: Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum?
Eitt av málunum hjá samgonguni er at styrkja siðbundnu mentanina, so tiltakið í kvøld er bæði viðkomandi og eitt kærkomið høvi at seta gongd á hetta arbeiðið.
Takk til Runavíkar kommunu, Føroysku UNESCO-nevndina og Tjóðsavnið, fyri at skipa fyri hesum áhugaverda og viðkomandi tiltaki í kvøld, og takk til Rodmund Nielsen og BORG fyri at hýsa tiltakinum.
Tað er mín vón, at vit í kvøld fáa hugskot til at seta tey tiltøk í sjógvin, ið skulu til, fyri at vit eisini í framtíðini kunnu gleðast um, at tann føroyski báturin – ivaleyst mætasta listaverk Føroyingurin hevur skapað - eisini í framtíðini verður smíðaður og brúktur.
Eg ynski okkum øllum eitt gott kvøld.
Takk fyri.