Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, til setan av framsýning um fornfrøðiliga útgrevsturin á Toftanesi í Gamla skúla í Leirvík - 5. juni 2026

 

Góðu bygdarfólk, góðu gestir
Eg eri sera fegin um at vera boðin við til tiltakið í dag, har framsýningin um fornfrøðiliga útgrevsturin á Toftanesi letur upp.

Kykna ljós og hvørva
í rúmum og søgum,
glóða eitt hvarv enn 
á okkara døgum.

Orðini eigur Regin Dahl, í ørindi úr yrkingasavninum Orðakumlar, sum kom út í 1978.

Eg haldi, at vakra yrkingin hóskar til høvið. Fornminnini – okkara felags mentanararvur – eru sum ljós, sum koma til sjóndar úr farnum døgum — í rúmum og søgum — og sum halda fram at glóða á okkara døgum.

Við framsýningini, sum letur upp í Gamla skúla í dag, verður ljós sett á fornfrøðiliga útgrevsturin, sum var á Toftanesi frá 1982 til 1987. Við framsýningini og teimum tiltøkum, ið verða fyriskipað, fáa vit eina hóming av, hvussu tað var at liva her á staðnum fyri meira enn túsund árum síðani.

Tað er sera hóskandi, at framsýningin verður latin upp í Gamla Skúla, sum í síni tíð var karmur um lærdóm, og um at vitan varð latin víðari frá einum ættarliði til annað. Og í dag fær Gamli skúli aftur ein lærandi leiklut — nú sum karmur um framsýning við lutum, sum kunnu siga nakað um tey fólkini, sum búðu á Toftanesi í Leirvík í víkingatíð.

Toftanes er partur av elstu búsetingarsøguni í Føroyum. Útgrevsturin á Toftanesi í 1980’unum gav okkum ómetaliga týdningarmikla vitan um búsetingina í víkingatíð. Har komu húsaleivdir, amboð og spor eftir gerandislívi undan kavi — spor eftir fólki, sum arbeiddu, bygdu, høvdu húsdjór, gjørdu mat, tóku sær av løttum og skaptu sær eitt lív og eitt heim her - mitt úti í Norðuratlantshavi.

Tá ið vit hugsa um víkingatíðina, er tað kanska víkingar, útbúnir til langferð um hav, ið fyrst kemur okkum til hugs. Men framsýningin um Toftanes vísir okkum nakað meira nærverandi. Hon vísir okkum gerandisdagin, húsini, eldstað, amboð og lutir, sum fólk brúktu. Tað ger søguna ítøkiliga og menniskjaliga.

Fleiri túsund lutir komu undan kavi á Toftanesi. Ílatabrot úr fitisteini, snældusteinar, bríni, kvarnarsteinur úr fløgugróti, leikur, eitt nú ein lítil útskorin træbátur og eitt eitt talvborð úr eikiviði. Prýðislutir - ringprónur, bringuprýði og perlur. Og ein trækrossur, sum er tíðarfestur til umleið ár 900, sum er 100 ár áðrenn vit vanliga plaga at siga, at Føroyar vórðu kristnaðar. Tað kundi bent á, at siðaskiftið frá norrønu gudalæruni til kristindómin ikki er farið fram frá einum degi til annan, men er komið so líðandi.

Framsýningin, sum Eysturkommuna nú letur upp, er eitt týðandi stig í at gera hesa søguna um Toftanes í víkingatíð sjónliga og atkomiliga. Við framsýningini í Gamla skúla verða lutir, ið vórðu grivnir út í útgrevstrinum á Toftanesi fyri 40 árum síðani, sýndir fram, so at bygdarfólk, ung sum eldri, og øll, sum hava áhuga fyri okkara felags søgu, kunnu uppliva hana á staðnum.

Tað var Føroya Fornminnissavn – sum nú eitur Tjóðsavnið - sum stóð fyri útgrevstrinum á Toftanesi í árunum 1982-1987. Í bókini Toftanes – en vikingetidsgård i Leirvík, sum Fornminnisfelagið í Leirvík gav út í 2005, hevur Steffen Stummann Hansen, sum var grevstrarleiðari, savnað og lýst nógv av teirri vitan, sum útgrevsturin gav okkum. 

Hjá Hákuni Andreasen, savnsteknikara á Tjóðsavninum, var tað fyrsti fornfrøðiligi útgrevstur, ið hann var við til. Báðir búgva í Leirvík, og Hákun fer seinni at hugleiða um grevstrartíðina á Toftanesi.
Góðu bygdarfólk, góðu gestir.

Framsýningin her í Gamla skúla setur ljós á víkingatíðina í Leirvík. Vit fáa høvi at koma nærri teimum fólkunum, sum livdu her fyri meira enn túsund árum síðani, og vit fáa høvi at síggja okkara egna stað í einum størri søguligum samanhangi.

Við framsýningini í Gamla skúla, frásagnum og teimum tiltøkum, ið verða fyriskipað um Toftanes í víkingatíðini, verður upplivingin ítøkilig. Og kanska er tað júst tað, sum er so týdningarmikið: at fortíðin eina løtu kennist livandi. 

Latið okkum tí taka væl ímóti framsýningini. Latið okkum savnast um hana, tosa um hana og lata hana vera eitt stað, har ikki minst børn og ung kunnu læra um røturnar og um tað, sum Leirvík var – og er.
Stóra takk, Eysturkommuna, fyri at tit hava tikið stig til hesa áhugaverdu framsýning - og takk fyri, at mær var litið til at siga nøkur orð til setanina.

Við hesum fari eg at ynskja Eysturkommunu og øllum, sum hava arbeitt við framsýningini, hjartaliga tillukku. 


Seinna ørindið í yrkingini hjá Regini Dahl ljóðar soleiðis:

Úr mannsins mergi,
Stjørnurásum,
neistabrøgd –
sæl tann løtan,
sæl tann lund,
tá ið eygað sá
og søga varð søgd.

Takk fyri.