Røður hjá landsstýrismanninum


Góðan dag, øll somul!

Steve Jobs segði einaferð í einari røðu:

“You can’t connect the dots looking forward; you can only connect them looking backwards. So you have to trust that the dots will somehow connect in your future.”

Á føroyskum merkir hetta nakað soleiðis: „Tú kanst ikki síggja, hvussu alt í lívinum hongur saman, meðan tú hyggur frameftir. Tað sært tú ofta ikki fyrr enn tá, ið tú hyggur aftur. Tí mást tú líta á, at alt á ein ella annan hátt fer at hanga saman í framtíðini.“

Eg haldi, at hesi orðini passa væl til tykkum, sum í dag eru savnað her á Markleysari Útbúgving 2026. Tá ið vit standa framman fyri stórum valum í lívinum, er tað ikki altíð lætt at vita, hvørja leið vit skulu velja, ella hvat bíðar okkum í framtíðini.

At velja útbúgving og finna út av, hvat ein vil gera í framtíðini, kann vera ein stór avbjóðing. Kanska eru summi av tykkum longu greið yvir, hvat tit vilja. Onnur ivast kanska og hugsa: Hvat skal eg velja? Hvat eri eg góður til? Og hvat kundi verið spennandi at arbeitt við?

Um tit kenna tykkum aftur í hesum, so eru tit ikki einsamøll. Tað er heilt í lagi at vera í iva, og tit nýtast ikki at hava øll svarini longu nú.

Júst tí er Markleys Útbúgving so týdningarmikið, tí her fáa tit møguleika at hitta ymiskar útbúgvingarstovnar, lærupláss og vegleiðarar, og her kunnu tit seta spurningar, hoyra um ymiskar útbúgvingar og fáa íblástur til, hvørja leið tit kunnu fara.

Kanska finna tit eina útbúgving, sum tit longu hava umhugsað. Ella kanska fáa tit eyguni upp fyri einum møguleika, sum tit ikki kendu til frammanundan.

Tað týdningarmesta er, at tit eru forvitin og tora at kanna nýggjar leiðir. Tí tað er ikki bara ein røtt leið at velja.

Summi trívast væl við bókligum lestri, meðan onnur heldur vilja læra eitt yrki í verki. Nøkur velja kanska at arbeiða eina tíð og lesa víðari seinni, meðan summi ynskja at fara undir víðari lestur beinanvegin.

Tíbetur eru vit ymisk. Vit hava ymisk áhugamál, ymiskar førleikar og ymiskar dreymar. Tí er heldur eingin orsøk til at samanbera seg ov nógv við onnur. Tað sum hóskar væl til ein, er ikki neyðturviliga tað rætta fyri ein annan.

Og minnist til, at tað, tit velja í dag, ikki avger alla tykkara framtíð.

Lívið broytist, vit gera okkum nýggjar royndir og læra støðugt okkurt nýtt. Viðhvørt uppdaga vit møguleikar, sum vit ikki vistu vóru til. Og júst sum Steve Jobs segði, so skilja vit ofta ikki, hvussu alt hongur saman, fyrr enn vit líta aftur á tað, vit hava upplivað.

Føroyar hava brúk fyri tykkum øllum. Vit hava brúk fyri fólki við ymiskum førleikum, hugskotum og áhugamálum – bæði teimum, sum vilja lesa víðari, teimum, sum vilja taka eina yrkisútbúgving, og teimum, sum vilja skapa okkurt nýtt.

Sama hvørja leið tit velja, kunnu tit vera við til at gera mun – bæði í tykkara egna lívi og í føroyska samfelagnum.

Míni ráð til tykkum í dag eru einføld: Verið forvitin, setið spurningar og verið opin fyri nýggjum møguleikum.

Tit nýtast ikki at taka allar avgerðir í dag, men brúkið heldur høvið til at læra okkurt nýtt og finna út av, hvat næsta stigið kann vera.

Eg vil ynskja tykkum øllum ein góðan og gevandi dag á Markleysari Útbúgving 2026, og góða eydnu við tykkara útbúgving og framtíð!

Og minnist til: Tit nýtast ikki at hava lagt alla framtíðina til rættis fyri at koma víðari. Tað týdningarmesta er at tora at taka fyrsta stigið, vera opin fyri nýggjum møguleikum og hava álit á, at alt við tíðini fer at fella upp á pláss.

Takk fyri!