Røða til Logos Hope 27. august 2026
Góðu tit
Waves of Hope – hetta er heitið á vitjanini hjá Logos Hope, og um eg skuldi dittað mær at umsett tað til føroyskt, so kundu vit kallað tað vónaraldur.
Ein alda ferðast, breiðir seg og ávirkar har, sum hon rakar.
Nógvar aldur sláa inn á klettin her í Føroyum – bæði á samfelag okkara og inn á lívið hjá tí einstaka menniskjanum. Aldur, sum bera boð um eitthvørt, og sum eru við til at forma okkum – tí tað er máttur í aldunum.
Aldurnar ávirka, og tí er eisini umráðandi at vera tilvitaður um, hvat tað er, sum vit lata floyma inn yvir samfelag og lív okkara.
Mangan verður sagt, at orð skapa veruleika. Tað, vit lesa, hoyra og taka til okkum, er við til at ávirka okkum – bæði sum einstaklingar og sum samfelag.
Í eini tíð við nærum óavmarkaðum streymi av upplýsingum er tað kanska meira viðkomandi enn nakrantíð at skilja ímillum tað, sum er satt, og tað, sum bara sær satt út.
Ein prædikumaður hevur einaferð málborið seg soleiðis: Bygg á sannleikan, ikki á veruleikan.
Við fyrsta eygnakast kann hetta tykjast sum ein mótsøgn. Tí eiga sannleiki og veruleiki ikki at vera tað sama?
Men veruleikin, sum vit uppliva hann – tær umstøður og avbjóðingar, vit standa í – er ikki altíð hin sami. Tað, sum í dag tykist ómøguligt, kann í morgin síggja øðrvísi út. Umstøður broytast, tíðir skifta, og aldur koma og fara.
Sannleikin, hinvegin, er tað fasta grundarlagið, vit kunnu byggja á, eisini tá umstøðurnar broytast.
Tí hevur tað týdning, hvat vit byggja lív okkara og samfelag okkara á. Vit kunnu ikki altíð ráða yvir teimum aldum, sum raka okkum, men vit kunnu vera tilvitað um, hvat vit byggja á, og hvørjum vit lata okkum ávirka av.
Og júst tí haldi eg, at heitið Waves of Hope hóskar so væl til skipið, sum vit taka ímóti í dag.
Logos Hope byggir virksemi sítt á kristna grundvøllin, og hevur sum endamál at bera hjálp og vón út til menniskju. Tað verður gjørt við bókum og vitan, við møtum millum menniskju og ikki minst við ítøkiligari hjálp í lokalsamfeløgum, sum skipið vitjar.
Tit umborð á Logos Hope koma úr nógvum londum og hava ymiskar bakgrundir. Kortini eru tit savnað um eitt felags endamál: at gera mun hjá øðrum menniskjum.
Við tí arbeiðinum skapa tit aldur.
Aldur, sum kunnu røkka langt út um tað staðið, har tær byrjaðu. Aldur, sum kunnu byggja upp og stimbra. Og aldur, sum kunnu geva menniskjum vón – eisini har, sum mótloysi, fátækradømi og ófriður valda.
Tit eru við til at broyta veruleikan hjá mongum til tað betra, samstundis sum tit bera fram eina vón, ið hevur sín uppruna í kristna boðskapinum – eina vón, sum røkkur longur enn tær umstøður, vit í løtuni standa í.
Sum føroyingur og sum landsstýrismaður fegnist eg tí um, at Logos Hope vitjar okkum hesar dagar.
Og ikki minst gerst ein errin, tá hugsað verður um allar teir føroyingar, sum gjøgnum árini hava verið – og sum í dag eru – við umborð á hesum skipi og eru partur av hesum arbeiði.
Til skipara og alla manningina skal tað tí frá mær ljóða eitt hjartans vælkomin til Føroya.
Takk fyri tykkara arbeiði.
Takk fyri, at tit bera vón við tykkum.
Og takk fyri, at tit eru við til at skapa Waves of Hope – vónaraldur, hvørs árin kunnu røkka nógv longur, enn vit kanska sjálv síggja.
Takk fyri.