Røður hjá landsstýrismanninum


Felags foreldra- og starvsfólkafundur hjá Frískúlanum Kelduni og Eftirskúlanum Brúnni við fyrilestri í Kelduni, týskvøldið 28. apríl kl. 19.00

Góðu tit øll
Øll eru meira enn bara tað, tú sært; hetta er ein meginregla, sum vit, ið eru komin eitt sindur upp í árini, hava sæð og upplivað, ferð eftir ferð.

Eg standi her í kvøld sum landsstýrismaður og eri fegin um at hava fingið innbjóðing at bera fram eina heilsan. Men tit vita, at eg eri meira enn ein landsstýrismaður; eg eri sonur, maður, pápi og enntá abbi, fuglfirðingur búsitandi í Leirvík – og so nógv annað eisini.

Soleiðis eru tit, sum sita her í kvøld, eisini meira enn bara foreldur, skúlaleiðarar, lærarar o.s.fr. Tí vit eru øll meira enn tað eina – meira enn bara tað, sum sæst.

Hetta er týdningarmikið at hava í huga, tá vit møta hvørjum øðrum, tí longu við fyrstu heilsan ella undir fyrsta orðaskifti, eru vit farin undir eina tilgongd at gera okkum eina mynd av hvørjum ørðum.

Yvirskriftin fyri hetta tiltakið er “Hvat, hvussu og hví ein kristin skúli”. Tá eg hugsaði um svarið til hesar spurningar, vendi eg aftur til innbjóðingina til í kvøld – tí har verður í roynd og veru longu givið eitt svar.
Har verður nevniliga víst á, at kristin lívsáskoðan í skúlanum er við til at svara spurninginum um, hvat vit læra, meðan agape-pedagogikkur gevur okkum amboðini til, hvussu vit læra.

Samstundis verður dentur lagdur á at læra tey ungu, at øll kunnu taka ábyrgd, tæna hvørjum øðrum og á tann hátt eisini vera við til at leiða. Hetta síðsta er sera umráðandi, tí leiðsla ikki bara er nakað, tú gert – men nakað, tú ert, og júst tí er tað so umráðandi at læra tey ungu taka ábyrgd og tæna øðrum, tí hervið eru tey eisini við til at leiða.

Í Føroyum hava vit nógvar góðar skúlar, og í kvøld er sjóneykan á teimum skúlum, sum hava tað eyðkenni, at tað er ein kristin eftirskúli og ein kristin frískúli.
Okkara lóggáva á økinum, tað vil siga bæði fólkaskúlalógin, frískúlalógin og lógin um eftirskúlar, hava tað til felags, at tær leggja dent á, at skúlin saman við foreldrunum skal geva næminginum eina kristna og siðaliga uppaling.

Tað kristna grundarlagið er tí kjølfest í sjálvari lóggávuni, og vísir tað okkum, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri okkum sum tjóð.

Tá tú lesur um endamálið við Eftirskúlanum Brúnni í Skálavík og Frískúlanum í Kelduni, er nakað av tí fyrsta, tú leggur merki til, at felagsnevnarin hjá báðum skúlum er, at dentur verður lagdur á at síggja menniskjað sum nakað meira enn bara ein faktor. Vit eru sum menniskju nevniliga rættuliga samansett, og rúma nógv meira enn bara eina kenslu ella ein ávísan førleika.
Báðir skúlarnir leggja dent á eitt kristið og holistisk grundarlag, har tað ikki einans er fakliga úrslitið, ið er í miðdeplinum, men har eitt av høvuðsmálunum eisini er at menna eitt sunt persónligt og moralskt kumpass, og er hetta eisini í samsvari við endamálsorðingina í lóggávuni, sum byggir á ein kristnan hugburð.

Tað er týdningarmikið, at ein skúli ikki bara gevur næmingunum vitan til høvdið, men eisini mennir hjartað og lívsáskoðan. Tí tað snýr seg ikki bara um at læra, men eisini um at gerast eitt heilt menniskja – við virðum, við ábyrgd og við eini greiðari fatan av lívinum. 
Í undirvísingar- og útbúgvingarhøpi er tað týdningarmikið at hava eina tilgongd, har dentur verður lagdur á bæði at styrkja fakligar førleikar og at menna bæði hug, hjarta og lívsáskoðan hjá hvørjum einstøkum næmingi – og tískil ikki einans at leggja dent á tað bókliga.

Albert Einstein hevur einaferð málborið seg nakað soleiðis: “Ikki alt, sum kann teljast, telur – og ikki alt, sum telur, kann teljast.”. Hetta minnir okkum á, at ein góður skúli ikki bara snýr seg um próvtøl og faklig úrslit, men eisini um tað, sum ikki kann mátast – hjartað, virðini, og hvussu vit eru mótvegis hvørjum øðrum, og hetta er eisini nakað, sum tit á Brúnni og í Frískúlanum í Kelduni arbeiða miðvíst við.

Øll eru meira enn tað, tú sært. Við hesum í huga mugu vit ásanna, hvussu umráðandi tað er at taka alt tað við, sum eitt menniskja rúmar, tá vit hugsa um undirvísing og frálæru. Virðir, kenslur, næstakærleiki og ósjálvsøkni eru kanska ikki tað fyrsta, vit síggja, tá vit hitta ein persón, men júst hesir tættir eru avgerandi fyri tað samspæl, sum er okkara millum.

At komandi ættarlið lærir at taka atlit til hesi virðir, bæði í skúlanum og har heima, er við til at tryggja, at vit eisini í framtíðini fáa eitt samfelag í Føroyum, har tað, at vera til fyri hvønn annan, at hjálpa hvørjum øðrum og tæna, liggur djúpt í DNA’num. Tá vit menna hesi virðir, samstundis sum vit menna fakliga og bókliga vitan, tá kunnu vit av sonnum siga, at vit byggja land.

Eg ynski báðum skúlunum blíðan byr, og tykkum foreldrum alt tað besta fyri børn tykkara; minnist til, at eisini tykkara børn eru serstøk, og meira enn bara tað, sum onnur síggja.

Takk fyri.