Røður hjá landsstýrismanninum


Røða til evnisdagin hjá Barnabata um harðskap í nærsambondum tann 21. mai 2026

 

Góðan morgun øll somul — og takk fyri høvi at seta henda sera týdningarmikla dag.

Eg hugsi, at nógv okkara kenna tað soleiðis, at vit av og á fáa eina kenslu av, at eitthvørt ikki er, sum tað eigur at vera.

Vit kunnu møta einum barni ella einum ungum menniskja, sum kanska broytir atburð, verður meira innilokað, meira ótrygt ella meira kvirt enn vanligt. Onkuntíð er tað bara ein lítil broyting, sum næstan ikki sæst. Men kortini fáa vit eina kenslu av, at okkurt tyngir. 

Tá kunnu vit enda í eini truplari støðu. 

Tí vit vilja hjálpa — men ivast kanska: Skal eg spyrja? Havi eg misskilt støðuna? 
Geri eg ilt verri við at leggja uppí? Og júst her hevur hesin evnisdagurin sera stóran týdning.

Tí dagurin í dag snýr seg ikki bara um vitan. Hann snýr seg eisini um hugburð og dirvi.
Um hugburðin, at hvør einasti av okkum kann gera mun, og at vit øll kunnu gera okkara ávirkan galdandi.
Til hetta krevst eisini dirvið at tora at lurta og at síggja. 
Men fremst av øllum krevst dirvið at tora at seta orð á tað, sum mangan verður tagt burtur.

Í heildarætlanini um harðskap í parlagi og nærsambondum verður sagt, at harðskapur ongantíð er eitt privat mál, men altíð eitt samfelagsmál. Hetta er ein týdningarmikil ásannan. 

Tí harðskapur rakar ikki bara tað einstaka menniskjað. Hann rakar eisini familjur, trivnað, menning og alt samfelagið rundanum. 
Og tað er serliga álvarsamt, tá børn og ung vaksa upp í slíkum umstøðum.

Tí børn læra ikki bara av tí, vit vaksnu siga. Tey læra meira av tí atburði vit sýna teimum og tí veruleika tey møta. Tí hevur okkara hugburður alstóran týdning - at vit sum vaksin av øllum alvi stremba eftir at hava dirvi – dirvi til at tora at vera tey menniskju, sum síggja, lurta og hjálpa.

Skráin fyri dagin vísir eisini, hvussu nógv týdningarmikið arbeiði verður gjørt á hesum øki.

Í dag fara vit at hoyra um ymisk sløg av harðskapi og tey djúpu spor, sum harðskapur kann seta í lívinum hjá børnum og ungum. Vit fara eisini at hoyra um arbeiðið hjá ráðgevarum og fakfólkum, um ábyrgd og fráboðanarskyldu, og um hvat børn og ung sjálvi ynskja og hava tørv á.

Vit fara eisini at hoyra um kanningar og ta vitan, sum vísir, hvørjar avleiðingar harðskapur í nærsambondum kann hava — eisini langt inn í vaksnamannalívið.

Nógv okkara hava kanska framvegis eina ov smala fatan av, hvat harðskapur í roynd og veru er.
Vit hugsa kanska fyrst og fremst um likamligan harðskap.

Men veruleikin er, at nógv børn og ung eisini liva við sálarligum harðskapi, hóttanum, eftirliti, niðurgeringum og ótta. Og ofta eru tað júst tey ósjónligu sporini, sum sita longst eftir.

Eg eri av teirri fatan, at tær tænastur og tey tilboð, sum eru til børn og ung, hava ómetaliga stóran týdning. Sum dømi kann nevnast ‘Tú og eg ráðgevingin’ – tí har hava okkara børn og ungu eitt stað at venda sær til. 

Har kunnu tey siga tað, sum tey kanska ikki tora at siga nakra aðrastaðni.
Og tað sigur eisini nógv gott um okkara samfelag, at hesi støð finnast.
At tað eru vaksin, sum lurta. Og at tað eru menniskju, sum taka tey í álvara.

Tí tað krevur nógv at arbeiða við børnum og ungum, sum stríðast.
Ikki bara fakliga - men eisini menniskjaliga.

Vit kunnu sum ráðgevarar og avvarðandi øll kenna iva, nær skulu vit leggja uppí, nær vit skulu handla og hvussu vit gera tað rætt?

Tí hevur tað stóran týdning, at fakfólk ikki standa einsamøll við hesi ábyrgdini, men at tey hava greiðar karmar, vitan og samstarv at stuðla seg til. Soleiðis at tey kunnu fráboða rættstundis og á rættan hátt.

Vit kunnu sum samfelag hava nógvar skipanir, nógv tilboð og nógv átøk — men vit mugu eisini tora at lurta eftir teimum, sum hetta veruliga snýr seg um.

Hvat er tað, børnini og tey ungu sjálvi siga? Ofta eru tað ikki stór ting.

Ofta ynskja børn og ung bara at kenna seg trygg, at verða tikin í álvara, at hoyra til, og at vita, at onkur er har, tá teimum tørvar hjálp. Hetta eru grundleggjandi menniskjaligir tørvir.

Hetta er tung vitan — men neyðug vitan. Tí um vit ikki tora at síggja veruleikan sum hann er, so kunnu vit heldur ikki broyta hann.

Og júst hetta er eisini ein av høvuðstankunum í heildarætlanini: at vit mugu skapa eitt mál fyri harðskapin og tora at seta orð á hann. Tí tøgnin hjálpir ongum. Tvørturímóti.

Tøgnin kann gera, at børn og ung ganga ov leingi einsamøll við ótta, skomm og skuldarkenslum, sum tey ongantíð átti at borið einsamøll.

Tað liggur nógv á herðum tykkara, sum arbeiða innan hetta økið. Tit møta menniskjum í kreppu, tit leggja oyru til veruligar truplar søgur, støður og tvístøður – og samstundis skulu tit vera tey tryggu vaksnu, sum megna at skapa álit, geva vón og vísa veg fram, eisini tá støðan sær myrk út.

Tí skulu eisini tit, sum dag og dagliga hjálpa øðrum, kenna stuðul og fakliga styrki.

Tá eg sat og fyrireikaði hesa røðu, tá komu so nógvir jaligir tankar mær til hugs.

Tí við hesum degnum hava tit savnað so nógv ymisk fakfólk og so nógv ymisk menniskju við so nógvari vitan og førleikum. 
Tí eingin kann lyfta hesa uppgávuna einsamallur. Tað krevur vitan og vitanardeiling, og tað krevur samskifti og samstarv.

Men kanska mest av øllum krevur hetta dirvi og handling.
Hetta krevur tískil menniskju, sum tora at taka ábyrgd. 

Eg vóni, at júst hesin evnisdagurin kemur at gera mun, og at dagurin í dag veruliga kemur at verða gevandi fyri tykkum, soleiðis at tá hesin dagurin er komin at enda:

At tit fara hiðani við enn størri dirvi til at tora at spyrja, at lurta og at niðurbróta tøgnina!

At tit fara hiðani við kensluni av, at arbeiðið nyttar, og at hvør einasti av tykkum kann gera mun.

Og at børn og ung í Føroyum eisini í framtíðini skulu kenna, at tað eru vaksin rundan um tey, sum vilja teimum væl, og sum ikki venda eyguni burtur, tá lívið gerst trupult.

Eg vil enda við inniliga at takka tykkum í Barnabata fyri at seta sjóneykuna á hetta týdningarmikla økið.

Og takk til tykkum øll fyri arbeiðið, sum tit gera hvønn tann einasta dag — bæði fakliga og menniskjaliga.

Eg ynski tykkum øllum ein góðan, gevandi og mennandi evnisdag.