Røða til Bílbliuskúlan Keldan 1.september 2026
Góðu tit
"Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar."
Hetta ljóðar rættiliga poetiskt, og kanska tit hugsa, hvør ið eigur hesa yrkingina. Eg kundi freistast til at spurt onkran av tykkum, kanska serliga leiðaran á skúlanum ella onkran av tykkum, sum skal undirvísa, um tit kenna hesi orð. Men eg haldi, eg lati vera.
Hetta eru orð, sum vórðu skrivað langt áðrenn okkara tíðarrokning, og sum eru at finna í bókini hjá Esaja í Gamla Testamenti. Her fáa vit hesa sterku myndina av, hvussu vit skulu gera pláss fyri vøkstri, og tora at víðka mørkini og røkka longur. Men samstundis verður mint á, at tá ið tjaldið verður størri, mugu togini leingjast og hælirnir sláast fastari. Vøkstur krevur sostatt eitt trygt og sterkt grundarlag.
Hesi orð lýsa væl tað, sum liggur fyri framman hjá Bíbliuskúlanum í Kelduni.
Skúlin fer nú at ganga nýggjar leiðir. Frá at hava verið ein skúli við skeiðsvirksemi um kvøldarnar og leygardagar verður hann nú dagskúli.
Hetta boðar frá áræði hjá tykkum, sum standa fyri skúlanum. Tit tora at gera júst tað, sum myndin hjá Esajasi lýsir: at rúmka um virksemið og røkka longur, samstundis sum skeiðslýsingin greitt vísir, at tað framvegis verður bygt á eitt sterkt grundarlag.
Tá ið ein lesur um øll tey skeiðini, sum tit luttakarar fara at fáa komandi níggju mánaðirnar, kann eg ikki siga annað enn, at hetta ljóðar bæði spennandi og gevandi. Tit fara at læra meira um eitt nú Gamla og Nýggja Testamenti, leiðslu, kristna heimsáskoðan og so mangt annað.
Hetta eru viðkomandi og spennandi evni, sum kunnu geva tykkum vitan og samstundis búgva tykkum til tað, sum liggur fyri framman á lívsleið tykkara.
Tað eru ikki bara leiðslan og skúlin, sum hava tikið eitt stórt stig við hesi umskipanini frá kvøldskúla til dagskúla. Tað hava tit luttakarar eisini.
Tit hava valt at seta ein stóran part av gerandisdegnum komandi 9 mánaðirnar av til at ganga á bíbliuskúla. Tað krevur nakað, bæði fíggjarliga, arbeiðsliga og á annan hátt. Men eg ivist onga løtu í, at hetta fer at vera ein góð íløga.
Sostatt eru tað bæði skúlin og tit, sum fara at ganga her, ið nú traðka inn í nakað nýtt og spennandi, og er felagsnevnarin, at tit tora at røkka longur, samstundis sum tit vilja byggja eitt sterkt grundarlag.
Vit hava øll hoyrt orðatakið: „Tú lærir, so leingi tú livir,“ og eisini verður sagt, at „besti lærdómurin fæst í lívsins skúla.“
Tað er óivað nógv satt í tí. Men eg hugsi eisini, at á hesum skúlanum liggja nógvir dýrgripir og bíða eftir tykkum, bæði luttakarum, lærarum og leiðslu.
Men ein dýrgripur hevur lítið virði, um vit bara finna hann og síðani goyma hann burtur.
Tí skal mín áheitan til tykkara vera: Finnið dýrgripirnar. Pussið teir. Og brúkið teir.
Lat tað, sum tit fáa og læra her, ikki bara gerast vitan, sum tit taka við tykkum heim. Lat tað vera við til at forma tykkum og ávirka tykkum, so tað eisini kann koma familju, samkomu, lokalsamfelagi og øðrum rundan um tykkum til góðar.
At enda vil eg venda aftur til orðini, sum eg byrjaði við: Torið at rúmka tjaldið. Torið at gera togini longri og røkka longur. Men minnist samstundis til at sláa hælirnar fastar, tí tað er ikki líkamikið, hvat vit læra, hvat vit byggja á, og hvar grundarlagið er fest.
Við hesum vil eg ynskja leiðslu, lærarum og øllum tykkum luttakarum alt tað besta við hesum nýggja kapitlinum og Guds signing við skúlanum.