Røða hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, á hátíðarhaldi í KFUK-húsinum í sambandi við, at Føroya Skótaráð hevur fingið sjálvstøðugan limaskap í WAGGGS
Góðu skótar, skóta¬leiðarar og øll tit, sum varða av føroysku skótarørsluni.
Tað var ein stórur og søguligur dagur, tá Føroya Skótaráð fekk sjálvstøðugan limaskap í heimsfelagsskapinum fyri gentuskótar - World Association of Girl Guides and Girl Scouts.
Heimsfelagsskapurin fyri gentuskótar, WAGGGS, hevur til endamáls at geva gentum og ungum kvinnum møguleika at menna síni evni til fulnar og gerast ábyrgdarfullir heimsborgarar. Felagsskapurin røkkur út til fleiri enn 11 milliónir gentuskótar í 155 londum.
Á 39. heimsráðstevnuni í Kambodja tann 17. juni tóku øll limalondini í WAGGS undir við, at Føroyar fingu sjálvstøðugan limaskap.
Hjartaliga til lukku!
Føroyar hava við limaskapinum fingið eina sjálvstøðuga rødd í altjóða skótarørsluni og hesum altjóða samstarvi, ið røkkur tvørtur um lond, heimspartar, mál og mentanir.
Men hetta er ikki komið av sær sjálvum.
Seinastu trý árini hevur verið arbeitt miðvíst við at lúka tey krøv, sum verða sett fyri at fáa sjálvstøðugan limaskap í WAGGGS.
Øll tit mongu, sum hava arbeitt fyri limaskapinum – skótafeløgini, nevndir, leiðarar og tit, sum hava umboðað Føroya Skótaráð í samskiftinum við WAGGGS – eiga tykkara lut í, at hetta hevur borið á mál.
Ein serlig tøkk eigur føroyska ferðalagið, sum fór ta longu leiðina til Kambodja at umboða Føroyar og leggja málið um føroyskan limaskap fram. Tit umboðaðu Føroyar á besta hátt og kunnu nú fegnast um úrslitið.
Tit hava víst, at føroyska skótarørslan er væl skipað, virkin og før fyri at taka ábyrgd í einum stórum altjóða felagsskapi.
Tá skótarørslan varð sett á stovn í Onglandi fyri gott og væl 100 árum síðani, var hon nakað heilt serligt. Rørslan bygdi á álitið á unga menniskjað og á hugsjónina um, at øll kunnu mennast og gerast virkin og ábyrgdarfullir borgarar. Tað var ikki vanligur hugsanarháttur tá í tíðini, men skótarørslan fyri bæði gentur og dreingir mentist skjótt kring allan heim.
Eisini í Føroyum fekk skótarørslan stóran týdning longu í 1920-unum, og líka síðan hevur føroyska skótarørslan givið bæði børnum og ungum upplivingar, vinabond og førleikar, sum tey kunnu bera við sær alt lívið. Hóast hon hevur 100 ár á baki, er skótarørslan enn líka viðkomandi og livandi í skótaliðum kring alt landið.
Skótalívið er útferðir, sangur og spæl, tjøld og legubál. Men tað er so nógv meira enn tað.
Skótar læra at vera virknir í felagsskapinum, at samstarva og taka ábyrgd – fyri sær sjálvum, fyri hvørjum øðrum, fyri náttúruni og fyri samfelagnum sum heild. Hjá skótunum fáa børn og ung høvi at royna seg og uppliva, at tey hava týdning, og at tey gera mun.
Hetta samsvarar væl við arbeiðið hjá WAGGGS, sum leggur dent á óformliga læring, leiðslumenning og at geva gentum og ungum kvinnum møguleika at ávirka avgerðir um teirra egna lív og í samfelagnum.
Fyri ein ungan føroyskan skóta kann limaskapurin merkja, at hon fær møguleikan at hitta javngomul úr øllum heiminum, uppliva aðrar mentanir og ásanna, at hóast lívskorini kunnu vera so ymisk, so kunnu dreymarnir og vónirnar fyri framtíðina samanberast.
Slík sambond skapa felags fatan, virðing og samhuga - og tað er kanska vakrasta endamálið við altjóða skótarørsluni.
Sjálvstøðugur limaskapur er bæði ein viðurkenning og ein ábyrgd. Nú skulu møguleikarnir, sum limaskapurin gevur, fyllast við innihaldi. Nýggj sambond skulu skapast, ung skulu eggjast til at taka lut, og føroyska røddin skal hoyrast í altjóða samstarvinum.
Hjartaliga til lukku, Føroya Skótaráð og tit øll við limaskapinum í WAGGGS - og góða eydnu á leiðini frameftir.
Eg havi hug at enda við einum sangi, og eg haldi, at hátíðarliga Kvæðið til Merkisins – Sjá, tú blánar - hóskar væl til høvið í dag. Hans Andrias Djurhuus yrkti sangin í 1920, lagið er svenskt, Engelbrektmarchen eftir Jacob Niclas Ahlström, og hann stendur prentaður í Skótasongbókini.
Eg vóni at tit hava hug at syngja sangin saman við mær.
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum, fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.
Takk fyri.