Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, á 20 ára hátíðarhaldi fyri Listasavninum á Sandi, 14. juni 2026

Góðu tit øll
Takk fyri innbjóðingina til at siga nøkur orð, nú vit hátíðarhalda, at Listasavnið á Sandi verður 20 ár.
Listasavnið á Sandi var - og er - ein stórfingin gáva frá Sofusi Olsen til heimbygdina, til Sandoynna og til okkum øll. Vakra savnsbygningin hevur Palli Gregoriussen, arkitektur, teknað, og í savninum eru verk eftir fleiri av okkara fremstu listafólkum – millum onnur Mikines, Ingálv av Reyni, Elinborg Lützen, Jack Kampmann, Frimod Joensen, Poul Horsdal og eftir yngri listafólki so sum Hansinu Iversen. Her eru verk, ið saman siga ein týðandi part av okkara myndlistasøgu.

Sofus Olsen vaks upp her á Sandi, og hann bar bygdina, barnaárini og røturnar við sær alt lívið. Hóast Sofus, tá hann kom aftur til Føroya, búði á Tinghúsvegnum í Havn, so er tað ikki av tilvild, at savnið er bygt her, á Áarbøi á Sandi. Her møtast listin, heimbygdin, familjusøgan og tann stóri viljin at geva nakað aftur.
Sofus ynskti, at listasamlingin, sum hann og konan Gunnhild høvdu savnað gjøgnum eitt langt lív, skuldi verða verandi á føroyskum hondum og vera atkomilig hjá okkum øllum.
Við gávuni tryggjaði Sofus, at listaverk, sum annars kundu verið farin hvør í sína ætt, í staðin vórðu savnað og varðveitt heima á Sandi.
Við at geva listasamling sína sum gávu og byggja listasavn á Sandi, skapti hann ein felags arv. 
Hetta er at byggja land.

Eg havi hug at taka fram eina av Barnarímunum hjá Hans Andriasi Djurhuus, har hann so væl lýsir felagskenslu og ábyrgdarkenslu fyri heimi og landi:  

Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Her er heimið hjá mær,
her er heimið hjá tær –
og tað sigur við teg:
“Tú skal minnast meg altið
um allan tín veg.”
---
Fyri Sandoynna er listasavnið ein mentanarligur varði, ið skapar trivnað og virksemi. Listasavnið dregur fólk til oynna, men gevur eisini teimum, ið búgva her, høvi at møta listini í sínum egna umhvørvi. Og ikki bara myndlistini, men eisini tónleikinum, ið øll árini hevur fingið innivist á listasavninum.
Tá børn og ung vaksa upp við góðari list við hondina, verður list ikki nakað fjart og ókent. Hon verður ein natúrligur partur av lívinum. Listin vekir forvitni, gevur íblástur og lærir okkum at síggja bæði okkum sjálv og heimin við nýggjum eygum.

Tað untist Sofusi at uppliva savnið, sum hann hevði givið heimbygdini og Føroya fólki,og síggja listasamlingina fáa eitt nýtt heim her á Sandi.
Og síðani hava onnur borið gávuna víðari. Savnsstjórar og stýri hava tikið ábyrgdina á seg og hava við nærlagni, umsorgan og trúfesti rikið og ment savnið.

Tí eiga vit í dag eisini at takka øllum tykkum, sum hava staðið saman um savnið hesi 20 árini. Takk fyri, at tit hava verið um gávuna, at tit hava verið góð við hana. Og takk fyri, at tit hava syrgt fyri, at Listasavnið á Sandi framvegis er livandi, viðkomandi og týdningarmikið – fyri sandoyingar og fyri okkum øll.
Sofus hevur verið lýstur sum ein lítillátin eldsál. Hann vildi ikki seta ljós á seg sjálvan, men á listina. 
Við stórfingnu gávu síni vísti hann felagskenslu og ábyrgdarkensku fyri heimi og landi. 

Hans Andrias Djurhuus sigur tað so einfalt og vakurt í síðsta ørindinum í yrkingini:

Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
og tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Eittans sigur tað mær,
eittans sigur tað tær:
“Ver á tínari ferð
slíkur maður, ið heiður
at heiminum ber.”

Hjartaliga tillukku og takk fyri.