Prógvhandan hjá alarum - Miðnám í Vestmanna – 17. apríl 2026
Góðu tit
Herfyri varð ein sending víst í Kringvarpi Føroya, sum bertók nógvar føroyingar; tað var sendingin ”Hoydalar”, har ungir føroyingar sluppu at vísa síni evni innan tónleik og sang. Sendingin varð eisini eitt gott høvi at vísa teimum heiður, sum innan tónleikaheimin av sonnum hava sett varðar.
Tann eina sendingin var við songum hjá M. C. Restorff, har tann eini luttakarin framførdi við sanginum « Føroyingar».
Í hesum sanginum skrivar M. C. Restorff soleiðis «Hjallurin er í sjónum – ein gáva frá Skaparans hond. Hon evnaði mørin í fólki, sum búleikast her á strond”.
Hetta er bæði vakurt og sigandi.
Hjallurin hjá okkum føroyingum hevur og er í stóran mun framvegis í sjónum. Hesin hjallur er sterkur, samstundis sum hann er sárbarur, og er tað tí eisini umráðandi, at vit nýta skynsemi og nærlagni, tá vit fara um hjallin og tað, sum í honum er.
Um hetta skal eydnast okkum væl, so tørvar okkum fólk, sum eru áhugað í at menna sínar førleikar innan økið, tí vit eiga at minnast til, at meðan framtíðin kemur av sær sjálvum, so skulu vit arbeiða fyri framburði; og til hetta krevst hegni og áræði.
Tit níggju, kvinnur og menn, sum í dag fáa prógv sum alarar, eru júst tekin upp á hetta.
Tit hava tey seinastu árini bæði á skúlabonki og á læruplássi ment tykkara vitan innan eitt øki, sum fevnir sera vítt.
Tá tú hyggur í kunngerðina, sum ásetur stevnumið og innihald fyri hesa útbúgving, so gerst tú nevniliga varugur við, at ein alaraútbúgving er meira enn bara at duga at handfara smolt ella ein laks. Tit hava lært, hvussu man fer um bæði livandi og deyðan fisk, og harnæst hava tit eisini lært um alskyns viðurskiftir, sum hava við aling at gera, so sum fóðring, framleiðslustýringar, resirkuleringsanlegg og mangt, mangt annað. Eg haldi, at tað eru mong við mær, sum, tá tey lesa kunngerðina, gerast ovfarin av, hvussu nógv liggur í tykkara útbúgving, og hvussu víða hon fevnir.
Tykkara útbúgving er á nógvan hátt sermerkt, tí tit hava ikki einans lært, hvussu alibrúkið á sjónum fungerar, og hvat tað krevur, nei tit hava eisini nomið tykkum førleikar, ið kunnu nýtast á alistøðum og smoltstøðum á landi. Arbeiðsøkið hjá einum alara kann jú bæði vera úti við ringin umframt á landi, so eisini hvat virkisøkið viðvíkur, spennir útbúgving tykkara vítt.
Umráðandi er at hava í huga, at gávan, t.e. bæði hjallur og tilfeingið, má verjast móti óynsktum árini, sum kann týna og í ringasta føri oyðileggja. Hetta er eisini galdandi innan aliøkið.
Vit í Føroyum hava sæð og upplivað, hvussu sárbart aliøkið er, tá óynskt árin hevur gjørt seg inn á tilfeingið, og vit hava sæð, hvussu stóra ávirkan hetta kann hava á bæði fisk, vinnu og samfelagið sum heild.
Umframt verjan mót óynsktum árini, skal vinnan, tit virka í og fyri, eisini alla tíðini hava ynski og krøv hjá móttakaranum í huga, bæði hvat burðardygd og djóravælferð viðvíkur.
Hetta, verja av tilfeingi, djóravælferð og burðardygd er tískil eisini nakað, sum útbúgving tykkara fevnir um, og vísir hetta okkum aftur, hvussu breið henda útbúgving í veruleikanum er.
Tá eg las kunngerðina, sum ásetur krøvini til tykkara útbúgving, legði eg merki til í § 9 nr. 19, har ásett er, at næmingurin undir útbúgvingini skal hava fingið førleikar til at greiða frá, hvussu rák, alda, veður og vindur ávirka arbeiðsumstøðurnar á sjónum. Tá eg las hetta, rann mær í hug ein orðing hjá einum manni í Fuglafirði, sum fyri mongum árum síðani hevði við aling at gera, tá hann segði: “ At hava ringar og fóðra hvønn dag, í øllum veðrið má ein avstað”.
At arbeiða sum alari krevur áræði bæði tá logn er, men so sanniliga eisini, tá veðrið kanska ikki vísir seg frá síni bestu síðu. Tit hava, og fara óivað mangar ferðir í framtíðini, ein túr út til ringin, hóast alda og rák ikki er av tí allar fagrasta, men tit gera hetta, við tí fyri eiga at menna eina vinnu, sum er ein súla í okkara samfelag, samstundis sum tit virka fyri, at fiskurin hevur tað gott, undir øllum umstøðum.
Tað er umráðandi, at vit, bæði land og vinna, standa saman, tá vit útbúgva fólk, og eru tit níggju eitt gott tekin upp á hetta, tí tit eru øll knýtt at teimum alifyritøkum, ið eru staðsettar her í Føroyum, t.e. Hiddenfjord, Mowi og Bakkafrost. Hetta kann eg sum landsstýrismaður bara fegnast yvir, tí har vitan og førleikar fáa rúm at mennast, har síggja vit menning og vøkstur, bæði hjá einstaklinginum, fyritøkuni og hjá samfelagnum sum heild.
Góðu tit. Her til seinast vil eg ynskja tykkum blíðan byr og eina góða yrkisleið.
Takk fyri, at tit hava valt eina yrkisleið, sum ger sítt til, at hjallurin á sjónum verður handfarin gott, og at tilfeingið hevur bestu fortreytir, bæði á landi og sjógvi. Tit fáa nú prógvið í hond, og vit kunnu kanska siga, at tú sum næmingur nú ert at síggja sum eitt smolt, aldur og fyrireikaður á landi, men nú ert tú klárur at fara út í ta stóra havið av møguleikum.... Hjartaliga til lukku.