Prógvhandan á Sjónámi – 25. juni 2026
Góðu tit
Nakað, sum vit tosa nógv um í dag, umframt veðrið sjálvandi, er hvussu nógv alt er broytt tey seinastu árini, og hvussu tíðin ikki sýnist at strekkja til. Menniskjað - eg og tú – vit hava so nógv um oyrini, og tað er torført at náa alt tað, vit settu okkum fyri, hóast allir nútíðarhentleikar annars vóru ætlaðir sum amboð, sum skuldu gera gerandisdagin lættari, og geva okkum meira tíð til tað, sum veruliga hevur týdning
Ferðin er øgilig í dag, og áðrenn tú veitst av, er í dag vorðin til í gjár.
Í dag fáa tit 19 menn frá ávikavist Norðoyggjum, Leirvík og Svínáum prógv í hond antin sum skipari ella skipsatstøðingur, og nú bíða nýggjur sjógvur og nýggjar leiðir. Dagurin í dag verður skjótt til í gjár, og fyri framman liggur ein spennandi framtíð.
Nakrir tykkara fara víðari til Vinnuháskúlan, har tit nú seta kós móti eini skipsføraraútbúgving, meðan aðrir tykkara fara at sigla við føroyskum fiskiskipum, og soleiðis fara tit at halda fram at nema tykkum kunnleika. Og hetta, viljin til at nema sær kunnleika, er sera umráðandi, tí ein íløga í kunnleika gevur besta avkastið.
Ein dagur sum hesin er ikki bara tykkara dagur. Hann er eisini dagurin hjá teimum, sum hava stuðlað tykkum á leiðini – familju, makum, børnum, vinum og øðrum, sum eisini hava stuðlað tykkum og verið partur av ferðini.
Tit, sum í dag fáa prógv, hava allir tað til felags, at tit hava valt at seta kós innan sjólívið. Og eg hugsi, at vit øll kunnu vera samd um, at føroysk sjófólk altíð hava skarað framúr, og framvegis fara at gera tað, tá samanborið verður við aðrar tjóðir.
Vit eru eitt serligt fólkaslag á mangan hátt, ikki minst, tá tað kemur til sjólívið. Tit 19 eru ein partur av hesi siðvenju. Tit vita eins væl og vit øll, at havið ikki bara er ein grundsúla undir føroyska samfelagnum; tað setir eisini krøv. Tí havið gevur, men havið krevur eisini.
Eg haldi, at vit øll kenna góðar søgur úr sjólívinum, men vit hava eisini ferð eftir ferð ásannað, hvussu krevjandi hetta yrkið kann vera. Tí eru kunnleiki og dugnaskapur ikki bara góðir eginleikar at hava – teir eru ein fortreyt.
Og hóast sjólívið er nógv broytt gjøgnum tíðina, og hentleikarnir eru vorðnir fleiri, er eitt framvegis óbroytt: krøvini til tey, sum velja lívið á sjónum. Her er tað ikki bara gott at hava kunnleika; nei, kunnleiki og dugnaskapur eru sjálv kumpassin, sum leiðir til trygga sigling.
Tað er við sjólívinum sum við lívinum sum heild: til tíðir er gott siglingarveður, meðan tað til aðrar tíðir er meira buldrasligt, men í øllum veðri er ein lærdómur at fáa, og vit læra eisini nógv, tá tað tykist buldrut. Hetta var eisini nakað, sum Franklin Roosevelt vísti á, tá hann segði:
“Stillur sjógvur hevur ongantíð skapt ein dugnaligan sjómann”.
Tykkara útbúgvingar- og yrkisøki er eisini serligt á tann hátt, at tað her ikki bara eru menniskju, ið seta treytirnar. Havið sjálvt hevur sína egnu og sterku rødd, og vit kunnu siga, at meðan menniskju leggja kósina, er tað mangan havið, sum avger ferðina.
Tykkara útbúgving her á Sjónámi hevur fevnt um læru innan trygd, heilsu, samskifti og samstarv, og so ikki at gloyma týdningin av at taka ábyrgd.
Júst ábyrgdin er eitt heilt serligt og ófrávíkiligt krav, tá tú velur sjólívið. Tí sjálvt um kósin kann broytast, stendur ábyrgdin altíð við. At taka ábyrgd er eitt val, men við tí valinum fylgir eisini skyldan at bera hana við treysti, ágrýtni og skilagóðum avgerðum.
Ábyrgdin, sum liggur á tykkum, ið velja eina yrkisleið á sjónum, er serlig. Tí tá tit fara umborð sum skiparar og skipsatstøðingar – og hjá summum eisini sum skipsførarar í framtíðini – fara tit ikki bara at hava ábyrgd av skipi og útgerð. Tit fara eisini at hava ábyrgd fyri menniskjum - av starvsfeløgum og vinum, sum hvørja ferð teir fara til skips, leggja álitið á, at tit taka røttu avgerðirnar. Tað er ein stór ábyrgd, men eisini eitt stórt álit.
Prógvið, tit fáa í dag, er endin á einum týdningarmiklum kapitli, samstundis sum tað er byrjanin til nakað nýtt.
Eg ynski tykkum góðan byr, trygga sigling í komandi tíðum, og alt tað besta á teimum leiðum, tit nú fara út á.
Og um tað til tíðir tykist buldrut, so minnist til orðini hjá Roosevelt: “Stillur sjógvur hevur ongantíð skapt ein dugnaligan sjómann.” Men dugnaskapur einsamallur er ikki nokk. Tað er ábyrgdin, sum formar tey bestu sjófólkini. Og tað er júst hesa ábyrgdina, tit nú taka á tykkum, tá tit seta kós móti næsta kapitlinum á tykkara yrkisleið.
Hjartaliga til lukku.