Røður hjá landsstýrismanninum


Prógvhandan á Rásini – 17. juni 2026

Góðu tit
Ein kendur figurur, sum mær dámar sera væl, er Gríslingur í Peter Plys. Hann er bæði stuttligur og klókur, og einaferð segði hann:

"Tey tingini, sum gera meg øðrvísi, eru tey somu tingini, sum gera meg til júst tann, eg eri."

Gríslingur er lítil, smæðin og ofta eitt sindur bangin, men kortini vísir hann ofta størst dirvi, tá tað veruliga um ræður. Hann minnir okkum á, at dirvið ikki snýr seg um at vera uttan ótta, men um at gera tað rætta, hóast vit eru eitt sindur bangin.
Samstundis vísir hann okkum, at vit øll eru serstøk. Vit hava øll okkara styrkir, okkara eginleikar og okkara máta at vera uppá. Og júst tað skulu vit vera errin av.

Onkuntíð eri eg sjálvur eitt sindur sum Gríslingur. Eg havi nervar, tá eg skal gera okkurt serligt, og eg hugsi, at tit eisini kenna ta kensluna. Soleiðis er tað eisini hjá mær í dag, tá eg sum landsstýrismaður í Mentamálaráðnum standi her í dag og skal bera fram eina heilsan til tykkum, Mirjam, Fíu, Melkjor, Gutta og Joen Jacob. Tí dagurin í dag er tykkara dagur.

Tit fáa í dag prógv eftir lokna skúlagongd her á Rásini. Tað er eitt avrik, sum tit kunnu vera errin av. Tit hava ment tykkara førleikar, lært nógv nýtt og arbeitt miðvíst saman við Beintu og hennara sera dugnaligu starvsfólkum her í skúlanum.

Nú byrjar eitt nýtt kapittul í lívi tykkara. Hvat tað fer at bera við sær, verður helst ymiskt hjá tykkum øllum. Men eitt er vist: tit eru øll djørv og dugnalig upp á tykkara egna máta. Og minnist til, at dirvið ikki merkir at vera uttan ótta, men at tora at taka næsta stigið, eisini tá okkurt kennist nýtt ella avbjóðandi.

Eg veit eisini, at tíðin her á Rásini hevur verið bæði góð og strævin. Men eg vóni, at tað eru tær góðu løturnar, vinaløgini, felagsskapurin og gleðin, sum tit fara at minnast best aftur á. Tí lívið skal ikki bara livast – tað skal eisini njótast. Og júst hetta duga tit væl. Tit duga at njóta lívið og skapa gleði, antin tað er í Eydnudeildini í Kollafirði, til boccia ella fótbólt, sum skótar ella sum tónleikarar í Ælaboganum.

Góðu tit, eg ynski tykkum blíðan byr og bestu eydnu við tí, sum liggur fyri framman. Takk fyri tykkara íkast her í skúlanum og fyri ta gleði og hugna, tit skapa rundan um tykkum.
Og minnist til tað, sum Gríslingur segði:

"Tey tingini, sum gera meg øðrvísi, eru tey somu tingini, sum gera meg til júst tann, eg eri."

Tí vit eru øll heilt serstøk, og tað skulu vit vera errin av.

Hjartaliga til lukku við prógvinum – og takk fyri.