Prógvhandan á Heilsuskúla Føroya – 12. november 2026
Góðu heilsuhjálparar.
Fyrst av øllum – hjartaliga tillukku!
Í dag er ein stórur dagur. Tit hava staðið royndina og fáa í dag eitt prógv, sum vísir, at tit nú eru klár at fara út og gera mun í lívinum hjá øðrum menniskjum.
Eg havi hugsað eitt sindur um, hvat tað í grundini merkir at vera ein góður heilsuhjálpari. Og av eini ella aðrari orsøk komu tankarnir hjá mær at sveima um eina gentu, sum tit øll óivað kenna, nevniliga Pippi Langstrømpe.
Henda genta var heimsins sterkasta genta; kundi lyfta ein hest, búði einsamøll og helt, at hon kláraði tað mesta sjálv.
Men eg havi hugsað mær: Hvussu hevði tað gingið, um Pippi einaferð gjørdist gomul og fekk brúk fyri einum heilsuhjálpara?
Eg síggi tað fyri mær:
Heilsuhjálparin kemur inn og sigur: “Góðan morgun, Pippi. Skal eg hjálpa tær upp úr songini?”
“Nei takk“ sigur Pippi. “Eg havi lyft ein hest, so eg klári nokk at koma upp úr songini sjálv “.
Og har stendur heilsuhjálparin so, við allari síni vitan um røkt og umsorgan, og hvat ger hann so?
Jú, hann ger kanska tað týdningarmesta, sum tit hava lært: hann lurtar.
Tí góð røkt snýr seg ikki um at gera alt fyri onnur. Hon snýr seg meir um at hjálpa menniskjum at varðveita tað tey enn megna, og virða tað menniskjað, tey altíð hava verið.
Og kanska er tað júst hetta, sum ger tykkara arbeiði so serligt. Tit skulu ikki bara duga at taka tykkum av menniskjum. Tit skulu eisini duga at síggja menniskjað.
Tí óansæð aldur, førleikar ella avmarkingar, so hava vit øll sum menniskju eitt virði, og eiga vit øll at virka fyri, at øll fáa ein virðiligan og góðan gerandisdag, undir teim treytum, sum nú einaferð eru hjá tí einstaka.
Og hetta er ikki bara ein spurningur um góða røkt. Hetta snýr seg í grundini eisini um, hvat samfelag vit vilja vera.
Eg haldi, at nakað av tí, sum hevur eyðkent okkum føroyingar, eru evnini at síggja tað einstaka menniskjað. At vit kenna hvønn annan, hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og ikki gloyma tey, sum hava tørv á einari hjálpandi hond.
Hesi evni verða tó bjóðað av í dag, nú vit uppliva eitt rák, har alt skal ganga sera skjótt, og har vit hava lyndi til at “skrolla” forbí bæði løtur og menniskjur; vansin við hesum rákinum er, at vit ikki síggja tað einstaka menniskja, heldur ikki tann, sum hevur tørv á hjálp og stuðli fyri at fáa ein góðan gerandisdag, sum hann ella hon kann gleða seg til.
Tit, sum í dag fáa prógv, umboða eitt økið, sum hevur fingið nógva umtalu, og tað av røttum, tí tað arbeiðið, sum tit gera, er bæði umráðandi, men eisini krevjandi.
Krevjandi, tí eg veit, at allir dagar ikki eru merktir av jaligum løtum, har alt gongst sum ætla; tað eru dagar, har Pippi ikki vil í bað, har hon kanska ikki vil taka sín heilivág, ella har hon ikki skilir, hvat fyriferst, og tískil gerst bæði órólig og kedd; og í slíkum løtum verða bæði tykkara fakliga vitan, tolsemi og menniskjaligu eginleikar av álvara roynd.
Tað at vera heilsuhjálpari krevur sostatt ikki einans góðan fakkunnleika, sum tit í dag fáa prógv uppá, nei her krevst eisini ein stór mongd av tolsemi; tol til at lurta, til at geva rúm og til at loyva einum menniskja at vera kedd ella frustrerað, tá tilveran tykist at ridla.
Góðu tit, bæði kvinnur og menn sum í dag fáa prógv: eg ynski tykkum blíðan byr nú tit fara út í yrki tykkara. Tað er sera hugaligt hjá mær sum landsstýrismanni at síggja, at tit umboða so ymiskar aldursbólkar, frá 19 ár til 58 ár, og at tit eisini koma ymsastaðani frá í Føroyum.
Og so fari eg at venda aftur til Pippi eina seinastu ferð.
Tí kanska tit ein dag møta einari Pippi Langstrømpe. Einum menniskja, sum alt lívið hevur klárað seg sjálvt, sum hevur havt styrki, dirvi og sjálvstøðu – men sum nú hevur tørv á einari hjálpandi hond.
Og tá er tað ikki tykkara uppgáva at taka sjálvræði frá hesum menniskja. Tvørturímóti.
Tykkara uppgáva er at hjálpa hesum menniskja at varðveita sítt sjálvræði so leingi sum gjørligt; tí góð røkt snýr seg ikki bara um at leggja ár afturat lívinum, men eisini um at leggja lív afturat árunum, og tað sum fyri tykkum kann vera ein vanligur arbeiðsdagur, kann fyri eitt annað menniskja vera tann løtan, sum ger allan munin.
Verið errin av tí, tit hava rokkið, og verið errin av tí arbeiði, tit nú fara út at gera.
Hjartaliga til lukku við próvnum – og bestu eydnu á leiðini frameftir.
Takk fyri, og enn einaferð hjartaliga tillukku.