Røður hjá landsstýrismanninum


Musikkskúlafestivalur – 29. mai 2026

Góðu tit


Onkuntíð so kann tað vera torført at seta orð á tað, vit vilja siga. Kanska hevur dagurin verið tungur, ella eru vit bara eitt sindur móð. Tá kann vera ringt at finna røttu orðini.
Mær er fortalt, at kendi rithøvundurin H. C. Andersen einaferð skal hava sagt nakað soleiðis :  

"Har orð svíkja, talar tónleikurin."

H.C. Andersen dugdi avbera væl at skriva og seta orð saman. Men hann kendi óivað eisini kensluna av, at orð ikki altíð røkka. Og tá orðini ikki røkka, er gott, at vit hava tónarnar.

Tónar eru orðini hjá kenslum, og tí kunnu vit eisini brúka tónar, tá vit samskifta. Tónleikur ger okkum glað, fær okkum at hugsa og kann eisini leiða tankar aftur til okkurt, sum á ein ella annan hátt hevur merkt okkum.
Tónarnir eru við til at fortelja søgur, eins og bókstavirnir gera tað, og í dag, her í høvuðsstaði okkara, fara nógvar góðar søgur at vera fortaldar. Tí í dag eru ikki minni enn 38 konsertir á skránni, har heili 500 børn og ung úr Musikkskúlanum kring landið fara at framføra.

Sjálvur elski eg tónleik - tað er eingin loyna - og tí eri eg sum landsstýrismaður eisini so fegin um, at vit í Føroyum kunnu vera errin av, at tað eru lutfalsliga fleiri børn og ung, sum ganga í musikkskúla enn í grannalondum okkara. Harumframt bjóðar Musikkskúlin undirvísing í einari breiðari røð av ljóðførum.

Tit, sum fara at spæla og syngja runt um í Tórshavn í dag, eru bæði smá børn, størri børn og ung. Summi eru júst byrjað at læra tónleik, meðan onnur hava spælt í nógv ár og droyma um at arbeiða við tónleiki í framtíðini. Tað vísir, at tónleikur kann fylgja okkum gjøgnum alt lívið og savnar fólk í øllum aldri.

Hvør framførsla, hvør rødd og hvør tóni hevur týdning. Tit eru øll við til at skapa nakað serligt saman. Tey yngstu taka sínar fyrstu tónar, og hini eldru menna seg meira og meira. Soleiðis er tónleikur – hvør tóni er sum eitt lítið orð, og saman skapa tit nakað vakurt, livandi og gleðiligt.

Sum sagt so elski eg sjálvur sang og tónleik, so um eg skuldi sagt hetta meira listarligt til tykkum eldru næmingar og áhoyrarar, so kundi eg málborið meg soleiðis:

Tónar kunnu fjálga, tónar kunnu sissa,
Tónar halda fast, tá vit eru um at missa,
Tónar siga søgu, tónar greiða frá,
Tónar vísa vegin, har eygað ikki sá.
Tónar eru kenslur, tónar eru eg og tú, 
Tónar er samtalan, eg havi við teg nú.

Hetta kann kanska tykjast nokk so torskilt fyri tykkum yngru at skilja, men um eg skuldi borið tykkum børnum eina heilt stutta yrking um tónar og tónleik í dag, so kundi eg sagt at:

Tónar kunnu fáa okkum at flenna og smíla,
og kunnu hjálpa bæði tá vit spæla og hvíla, 
mín sangur er søgan eg havi til tín,
við tónum kanst tú eisini tala til mín.


Við hesum orðum ynski eg tykkum ein góðan musikkfestival; 
njótið løturnar, tónarnar og lurti eftir søguni hjá hvørjum øðrum.