Røður hjá landsstýrismanninum


Innleiðsludagur á Glasi - 11. august 2026


Góðu øll somul

Eg fari at takka tykkum fyri at vera boðin við í dag, har eg fái høvi til at greiða frá nøkrum av teimum málum, eg sum landsstýrismaður fari at arbeiða við á miðnámskúlasøkinum.

Vit eiga støðugt at arbeiða fyri at gera okkara útbúgvingarskipan betri. Avbjóðingarnar eru stórar. Men Róm varð ikki bygt eftir einum degi, verður ofta tikið til. Og soleiðis er ofta eisini, tá ið vit arbeiða fyri at gera okkara útbúgvingarskipan betri, har tit, sum her sita, avgjørt eiga tykkara stóra leiklut. 

Sum landsstýrismaður er mítt ynski, at vit taka nøkur ítøkilig stig útbúgvingarskipanini, næmingunum og samfelagnum sum heild til frama. Og skal eg her nevna nøkur mál, ið vit arbeiða við.

Upptøkukrøvini til miðnám
Samgongan hevur sett sær fyri, at upptøkukrøvini frá fólkaskúla til miðnám skulu endurskoðast. Málið er, at somu upptøkukrøv verða fyri allar gymnasialu breytirnar, soleiðis at lokið fólkaskúlaprógv gevur atgongd til allar breytirnar í sjálvum sær. 

Eftir ætlan verður byrjað við at avtaka kravið um royndarfyrireikandi undirvísing í týskum fyri at søkja á hugbreyt. Kravið hevur verið galdandi fyri umsøkjarar síðani august 2023, og síðani hetta er umsøkjaratalið til hugbreytina minkað nógv. Í 2022 var umsøkjaratalið 154, meðan tað í 2025 var 88. Í ár vóru 73 umsøkjarar, tá umsóknarfreistin var farin. Okkurt má gerast fyri at venda gongdini. Og ofta verður víst á minkandi málsligu førleikarnar hjá okkara ungu, tá tað um fremmandamál umræður, enskt undantikið. Og tí er tørvur á, at fleiri fara at velja júst hugbreytina, ið inniheldur flestu málsligu lærugreinarnar í mun til hinar breytirnar. Og kann hugbreytin tá veruliga aftur vera við til at kveikja málsliga áhugan aftur millum okkara ungu. Tá nakað er fráliðið, er ætlanin at avtaka serstaka kravið um alis- og evnafrøði, ið er galdandi fyri nakrar av gymnasialu breytunum. Hetta verður eftir ætlan galdandi aftaná 2028, tá allir næmingar í fólkaskúlanum eftir ætlan skulu hava alis- og evnafrøði sum kravda lærugrein í 8. og 9. flokki.

Vitlíki
Vitlíki er eitt tvíeggjað svør. Vitlíki ber við sær stórar møguleikar, men máar eisini av okkara kognitivu førleikum til at hugsa sjálvstøðugt og máar av okkara evnum sjálvi til at skipa og bera fram vitan. Tí hevur tað týdning, at okkara útbúgvingarskipan sum heild tekur atlit at hesum veruleika, ið støðugt er í menning. 

Okkara ungu eiga at læra at nýta vitlíki á skynsaman hátt, men vit eiga eisini at hava lærings- og próvtøkuhættir, ið eru ein mótvekt til vitlíki. Í hesum sambandi er munnlig verja av breytaverkætlanini eitt stig á vegnum, ið eg ætli at seta í verk so skjótt, tað er møguligt. Munnlig verja av breytaverkætlanini kann vera við til at tryggja, at okkara ungu framvegis mugu venja evnini til sjálvstøðugt at bera fram vitan uttan nakran stuðul frá vitlíki. Harumframt skulu aðrir møguleikar viðgerast, og í løtuni situr ein strategibólkur undir Námi og ger eitt upplegg til strategi fyri vitlíki fyri undirvísingarverkið í síni heild. Í hesum sambandi eiga vit eisini at hyggja eftir, hvussu okkara grannalond hava gjørt á miðnámsøkinum. Og koma tit at frætta nærri um, hvørji átøkini kunnu vera.

Nýggjar útbúgvingar samansetingar
Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at fleiri vinnuligar útbúgvingar skulu vera í Føroyum. Og tað hevur týdning, at sambandið millum serliga gymnasialt miðnám og vinnulívið gerst enn betri. Her er okkara høvuðsvinna ein upplagdur møguleiki. Og í verandi løtu situr arbeiðsbólkur við umboðan frá bæði gymnasiala økinum og maritimu skúlunum og viðger tað, ið vit kunnu rópa fyri eitt ”blátt miðnám”. Slíkar skipanir eru kendar eitt nú í Danmark, har tað ber til at taka “HF i søfart”. 

Í løtuni er einki tilboð á miðnámi, ið beinleiðis er vent móti okkara høvðusvinnu. Arbeiðsbólkurin arbeiðir við at lýsa møguleikar fyri at samantvinna maritimt innihald og gymnasialar lærugreinar. Og at lýsa møguleikarnar fyri at skipa eina útbúgving, ið kann geva grundleggjandi maritima vitan og førleikar; samstundis sum útbúgvingin gevur møguleikar fyri víðari lesnaði á sama støði sum gymnasiala fyrireikingarbreytin. 

Tilmælið verður eftir ætlan liðugt í næstum, og tá skal støða takast til, um og nær blátt miðnám kann gerast veruleiki.

Miðnámsskipanin sum heild
Eisini eiga vit at tora at viðgera okkara miðnámsskipan í síni heild og meiri yvirskipað. Her verður eitt nú hugsað um útboðið av útbúgvingum og breytum, staðseting og onnur meiri grundleggjandi viðurskifti í miðnámsskipanini. Og eiga vit at fáa eitt kjak í lag um, hvørt vit eru á rættari kós, ella um tørvur er á at gera meiri grundleggjandi broytingar. Ein slík viðgerð kann til dømis hóskandi taka útgangsstøði í áður gjørdum eftirmetingum av miðnámsskipanini.

Yrkisútbúgvingarøkið
Yrkisútbúgvingarnar hava eisini høga raðfesting hjá hesari samgonguni. 

Eitt mál ið hevur fylt nógv í fjølmiðlunum er útbúgvingin til klædnaatstøðara, har ivi hevur verið sáddur um, í hvønn mun útbúgvingin er førleikagevandi ella gevur atgongd til framhaldandi útbúgving. Her fegnast vit um, at tað nú ber til at staðfesta, at útbúgvingin gevur týðandi góðskriving í útbúgvingini til klædnahandverkara, og er ætlanin, at tað nú eisini fer at bera til at taka læruna til hesa útbúgvingina í Føroyum, hóast skúlagongdin framvegis verður í Danmark. Til hetta krevjast lærupláss, og er tað okkara vón, at fleiri velja at seta lærlingar á økinum. Kunngerðin, ið heimilar útbúgvingini, hevur verið til hoyringar, og nú ert bert eftir at seta hana í verk. 

Harumframt er ætlanin, at tað eisini fer at bera til at taka fleiri skúlaskeið innan yrkisútbúgvingarnar í Føroyum, og her kann útbúgvingin til KT-supportara nevnast sum eitt dømi. Umframt at aðrar útbúgvingar eisini kunnu gerast viðkomandi alt eftir fíggjarliga rásarúminum.

Eisini hava vit sett okkum fyri, at arbeiðast skal fram ímóti, at ung við serstøkum tørvi fáa møguleika fyri at taka eina yrkisrættaða útbúgving. Hetta krevur tó eina neyvari greining, men tá greiningin er fingin til vegar, vera neyðugar lógarbroytingar fyrireikaðar, og tað verður gjørt í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. 

Og koma tit at frætta meiri um ætlanirnar hjá samgonguni á yrkisútbúgvingarøkinum í síni heild.


At enda
Eg fari at enda at takka tykkum fyri møguleikan at greiða frá. 

Dialogurin er vegurin fram, og ynski eg at lurta eftir tykkum og tykkara sjónarmiðum. Mítt ynski er, at tykkara stóra vitan eisini verður grundleggjandi partur í arbeiðinum við at menna okkara útbúgvingarskipan komandi árini.

Góðan arbeiðshug í komandi skúlaárinum, øll somul. 

Takk fyri.