Røður hjá landsstýrismanninum


FSA – Prógvhandan – 22. juni 2026

Góðu tit øll
Fyri knøppum tveimum vikum síðani byrjaði ein av heimsins størstu ítróttakappingum, HM í fótbólti, sum í ár verður hildið í USA, Kanada og Meksiko.
Heili 48 lond eru við í kappingini, og endamálið hjá hvørjum liði er greitt: at vinna og koma víðari. HM er á mangan hátt ein náðileys kapping. Vinnur tú ikki, er ferðin liðug, og at enda stendur bert eitt lið eftir sum vinnari.

Tit hugsa kanska, hví eg nevni HM í dag, tá vit eru komin saman at hátíðarhalda tykkum, sum hava tikið prógv í føroyskum sum annaðmál.

Orsøkin er, at eg í skránni sá, at Silvia Magnussen, sum kemur frá Meksiko, eisini fer at siga nøkur orð. Tað fekk meg at hugsa um nakað, sum eyðkennir serliga meksikanskan fótbólt. Hann er kendur fyri dirvi, ferð og vilja at halda fram við álopsspælinum. Leikararnir tora at taka kjansir. Teir vita, at ein dribling kann miseydnast, og at ein sending kann fara skeiv. Men teir halda fram kortini.
Júst soleiðis er eisini at læra eitt nýtt mál.

Tað krevur dirvi at siga sítt fyrsta føroyska orð. Tað krevur dirvi at gera feilir, at verða rættaður og kortini royna aftur. Tað er júst hetta, tit hava víst gjøgnum mánaðirnar á hesum skeiðinum. Tit hava ikki latið mistøk steðga tykkum. Tit hava hildið fram, og í dag síggja vit úrslitið.

Tá eg hugsaði um tykkara arbeiði, kom eg at hugsa um orðini hjá Nelson Mandela:

"Eg tapi ongantíð. Annaðhvørt vinni eg, ella læri eg."

Tað er ein góður boðskapur til dagin í dag. Tí tit hava kanska ikki dugað alt fyrstu ferð. Tit hava ivast, spurt, gjørt feilir og roynt aftur. Men hvørja ferð hava tit lært nakað nýtt.

Tit, sum fáa prógv í dag, hava antin á kvøldskeiði ella dagskeiði luttikið í FSA-undirvísing; tit hava óivað mangan sitið spyrjandi, tá lærarin hevur greitt frá onkrum, ella kanska hava tit málborið tykkum eitt sindur skeivt, men tit valdu ikki at geva upp, nei tit hildu áfram, soleiðis at tit í dag kunnu fáa eitt prógv í hondina. Tit taptu ongantíð, men lærdu hvørja ferð.

Umframt málið hjá okkum, hava tit í undirvísingini eisini lært um land okkara, um mentan og vælferðarsamfelagið, sum vit eru errin av, um demokrati, val og valskipan og so nógv annað. Hetta er so sera umráðandi, tí eitt land er meira enn málið; landið er fólkið, sum býr har, samantvinnað við teirri mentan, sum eyðkennir tað.
Góðu tit, sum fáa prógv. Tit kunnu vera errin av tykkum sjálvum. Tit hava við síðuna av dagliga arbeiðinum sett tíð av til at læra føroyskt, og hetta ber boð um dirvi, vilja og ágrýtni, og tað er nakað, sum tit av sonnum kunnu vera errin av.

Prógvið, sum tit í dag fáa, er ein lykil, sum tit frameftir kunnu nýta í føroyska samfelagnum og til at skilja enn betur landið, sum tit búgva í.

Vit eru fegin um, at tit hava valt at læra føroyskt og at gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Við tykkara ágrýtni hava tit ikki bara lært eitt mál, men eisini styrkt bondini til tað samfelag, tit eru partur av. Tað er ein vinningur fyri tykkum, men eisini fyri Føroyar.

Hjartaliga til lukku við próvnum, og bestu ynski frameftir.
Takk fyri.