Fráfaringarhald fyri Gunn Hernes, fráfarandi stjóra í Norðurlandahúsinum - 12. juni 2026
Góða Gunn, góðu starvsfólk í Norðurlandahúsinum, góðu gestir.
Fyrst av øllum skal eg takka fyri høvið at siga nøkur orð til hesa løtuna. Tað eru løtur, har vit steðga á.
Ikki bert fyri at siga farvæl, men fyri at líta afturá. Fyri at síggja tað, sum varð bygt, tað sum varð styrkt - og tað, sum nú verður latið víðari. Í dag steðga vit á fyri at takka tær, Gunn, fyri árini sum stjóri í Norðurlandahúsinum.
Fá hús í Føroyum hava verið karmur um so nógvar upplivingar, so nógv listarlig og mentanarlig tiltøk og so nógvar samrøður sum júst hetta vakra húsið, sum flestu okkara hava eitt tilknýti til.
Tá Norðurlandahúsið lat dyrnar upp í 1983, var tað úrslitið av eini sterkari hugsjón um, at Norðurlond skuldu hava eitt stað í Føroyum, har vit ikki bert kundu vísa hvørjum øðrum tað, vit skapa - men eisini at læra av hvørjum øðrum.
Norðurlond eru ikki ein felagsskapur, tí vit eru eins.
Vit eru oyggjar og meginlond. Stórar tjóðir og smærri tjóðir. Ymisk mál, ymiskar siðvenjur og ymiskar søgur. Men gjøgnum øldir hava handilin, havið, frásagnirnar, mentanin og menniskjuni knýtt okkum saman. Og kanska er tað júst hetta, sum ger norðurlendska samstarvið so serstakt.
Vit hava megnað at bygt ein felagsskap, har hvør tjóð kemur við sínum egna eyðkenni - sínum egna máli, sínum egna mentanararvi og sínum egna sjónarhorni.
Ikki minst við bakstøði í geopolitisku støðuni í heiminum eru vit heppin at vera partur av einum norðurlendskum felagsskapi og tí samstarvinum, sum er millum Norðurlondini, eitt nú á mentanarøkinum - og fleiri øðrum økjum.
Mentan er ikki bert nakað, vit goyma frá fortíðini. Mentan er eisini nakað, vit bera við okkum og skapa av nýggjum. Hon livir í málinum, vit tosa. Í sangunum, vit syngja. Í søgunum, vit siga. Og í tí, sum nýggj ættarlið skapa og lata víðari.
Kenda norska skaldið, Sigrid Undset, skrivaði orðini:
“Ti sed og skikk forandres meget, alt som tidene lider, og menneskenes tro forandres og de tenker annerledes om mange ting. Men menneskenes hjerter forandres aldeles intet i alle dager.”
Hóast heimurin kring okkum broytist, so minnir norska skaldið okkum á menniskjans grundleggjandi tørv á søgum, sambondum og at skilja hvønn annan.
Tíðirnar broytast. Listin finnur nýggj skap, og nýggj ættarlið seta sín dám.
Kjarnin er tó hin sami: Menniskju, sum leita eftir meining, sum vilja skilja hvønn annan og lata nakað eftir sær til teirra, sum koma aftaná. Og kanska er tað júst tí, at vit hava tørv á mentanarhúsum sum Norðurlandahúsinum.
Føroyar eru ein lítil tjóð í stødd og fólkatali, men okkara mentan hevur ongantíð verið lítil. Okkara mál, okkara kvæði, okkara tónleikur, okkara list og okkara frásagnir eru okkara íkast til tann stóra norðurlendska felagsskapin. Tí ein tjóð verður ikki mátað í fólkatali og landafrøðiligari stødd eina. Hon verður mátað í tí, hon skapar, varðveitir og letur víðari.
Góða Gunn.
Tú komst til Føroya við royndum úr norðurlendskum mentanarsamstarvi og við einari sterkari sannføring um týdningin av mentan. Tú hevur verið ein sjónligur stjóri. Tú hevur havt greið sjónarmið. Tú hevur sett tær mál. Og tú hevur viljað nakað við hesum húsinum.
Tað er ikki lítið. Tí tað lættasta í einum leiðarastarvi er at umsita tað, sum tað longu er. Tað truplara er at seta eina kós. At taka avgerðir. At seta síni spor. Og tað hevur tú gjørt. Tín tíð sum stjóri hevur eisini verið merkt av stórum avbjóðingum. Tú vart stjóri í eini tíð, sum eingin hevði væntað at skula uppliva. Ein tíð, har heimurin knappliga lat aftur. Har eitt hús, sum livir av at lata dyrnar upp og at savna fólk, brádliga mátti skrúva blussið heilt niður og finna nýggjar leiðir.
Men mentanin steðgaði kortini ikki. Hon fann sær aðrar vegir. Og undir tínari leiðslu helt Norðurlandahúsið fram við at vera eitt livandi hús - eisini tá ið umstøðurnar vórðu truplar. Tað sigur nakað um stovnin. Og tað sigur nakað um tína leiðslu.
Eitt annað, sum hevur eyðkent tíni ár, er, at tú hevur lagt dent á, at Norðurlandahúsið ikki bert skal vera eitt vindeyga úr Føroyum út í Norðurlond. Men eisini eitt vindeyga, har onnur kunnu síggja inn gjøgnum gluggan til Føroya. Tí norðurlendskt samstarv er ikki ein einvegis vegur. Vit hava øll nakað at bera fram.
Føroysk listafólk, føroyskar røddir og føroyskar søgur hava nakað at geva - bæði her heima og uttan fyri okkara egnu strendur.
Eisini hevur Norðurlandahúsið undir tíni leiðslu flutt seg fram á grønu leiðini og hevur eisini fingið “Green Key”. Í 2023 fylti húsið 40 ár, og tað varð hátíðarhildið av einslistum.
Góða Gunn.
Tað er eingin loyna, at tú og eg ikki altíð hava sæð eins upp á øll viðurskifti. Men eitt livandi fólkaræði krevur ikki, at øll hugsa eins. Eitt livandi mentanarlív krevur heldur ikki, at øll ganga somu leið. Tað krevur nakað annað. Tað krevur, at vit kunnu hittast hóast ymisk sjónarmið. At vit kunnu vera ósamd - og framvegis vísa hvørjum øðrum virðing. Tað er ein av teimum sterkastu súlunum í Norðurlondum - tann fólkaræðisliga samrøðan.
Tú hevur staðið fyri tí, sum tú trýrt uppá. Tú hevur gjørt tað við eldhuga. Og tú hevur sett spor, sum hava skapt bæði upplivingar, kjak og samrøðu.
Men soleiðis er ofta við menniskjum, sum vilja nakað. Ein góður mentanarstjóri skal hava ans fyri mentanini. Men tað krevur meira enn tað. Tað krevur evnini at savna fólk, at gera hugskot til veruleika og at skapa karmar, har onnur kunnu skapa. Tað krevur dirvi. Og tað krevur tol. Tað hevur tú víst í tínum árum her. Sagt verður, at vit standa á tí, sum onnur hava bygt undan okkum. Vit fáa nakað litið upp í hendur. Vit hava ábyrgdina eina løtu. Og síðani lata vit tað víðari. Soleiðis er eisini við okkara stovnum.
Góða Gunn.
Nú letur tú Norðurlandahúsið víðari til Peter Tulinius Krarup, sum tekur við í september. Men tú letur tað ikki frá tær óbroytt. Tú hevur sett tíni týðiligu spor. Tú hevur skrivað eitt kapittul í søguni hjá hesum fyrimyndarliga húsinum. Tú hevur brúkt tína orku, tínar royndir og tín vilja til tess at menna hetta húsið, sum hevur stóran týdning fyri Føroyar og fyri okkara samband við ta norðurlendsku familjuna.
Fyri tað skalt tú hava stóra tøkk.
Vegna landsstýrið skal eg takka tær fyri títt arbeiði og títt íkast til Norðurlandahúsið.
Eg skal eisini takka fyri góða samstarvið millum Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið - eitt nú um Listaleypin, Loftbrúnna og Barnaverkætlanina.
Góða Gunn, eg ynski tær blíðan byr og góða eydnu á tíni leið víðari.
- Takk fyri.