Røður hjá landsstýrismanninum


Aðalfundur Føroya Lærarafelags – 9. mai 2026

Góðan morgun øll somul, lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags.
Sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum og sum lærari í mong ár er tað mær ein stórur heiður at verða boðin at halda røðu á aðalfundi Føroya Lærarafelags. Fólkaskúlin er fremsti mál- og mentanarberi okkara, og við endamálsorðing síni leggur hann lunnar undir fólkaræðisliga hugsan, kristna siðvenju og føroyska mentan.

Lærarayrkið hevur higartil verið mítt lívsstarv. Eitt starv, sum eg meti sera høgt, og sum eg veit hevur alstóran týdning bæði fyri einstaka næmingin og sum liður í samfelagsmenningini. Lærarayrkið krevur bæði empati og fakligan og námsfrøðiligan førleika. Sum lærari skalt tú fyrst og fremst møta einum barni, einum unglingi og einum flokki. Harumframt koma allar hinar uppgávurnar, sum eru tongdar at lærarayrkinum.

Sambandið og samskiftið millum lærara og næming, millum lærara og flokk og samskiftið í flokkinum innanhýsis hevur alstóran týdning, og tí er tað so umráðandi at hava fyrilit fyri tí einstaka, - sum Kirkegaard sigur í einum av sínum vísdómsorðum.” Skal tað veruliga eydnast at føra eitt menniskja fram á leið, so mást tú fyrst og fremst finna viðkomandi, har hann er, og byrja har.” Hetta er ein grundregla bæði í læring og í leiðslu, at vit duga at møta tí einstaka næminginum og skapa fortreytir fyri trivnaði og læring.

Lærarin hevur eina fleirstreingjaða uppgávu. Hann skal við fakligari og námsfrøðiligari vitan og hegni møta øllum næmingum, har teir eru og virka fyri, at næmingarnir ogna sær grundleggjandi fakligar førleikar. 
Samstundis skal lærarin leggja soleiðis til rættis, at næmingarnir trívast, at teir menna sosialar eginleikar og meginreglur, har teir kenna seg sum partur av felagsskapinum, taka ábyrgd og hava virðing hvør fyri øðrum. Leiklutur lærarans og skúlans er at búgva næmingarnar til lívið, til luttøku í útbúgving, arbeiði og í samfelagsmenningini. Næmingarnir skulu tí læra at hugsa sjálvstøðugt, at finna loysnir og at kenna meginreglurnar í einum fólkaræðisligum samfelagi.

Hetta er ikki hissini ábyrgd, ið er løgd á læraran, og tað eru somuleiðis eisini granskarar og vísindafólk, ið hava lagt áherðslu á tann alstóra týdning, ið skúlin hevur, m.a.  John Dewey, kendi amerikanski heimsspekingurin, sálarfrøðingurin og námsfrøðingurin hevur sagt, at útbúgving er ein grundleggjandi háttur at fremja samfelagsligan framburð og broytingar. Skúlin er tann týdningarmesti stovnurin til samfelagsliga menning, og tað er uppgáva lærarans at skapa menniskjaliga tilvitið at tryggja framtíðarsamfelagið.
Vit kunnu øll vera samd um, at lærarar hava ein týðandi leiklut í læring og menningartilgongdini hjá næmingunum, og at skúlin er ein vitanarberi og samfelagsligur hornasteinur. Skúlin einsamallur megnar tó ikki at skapa samfelagsmenningina og møguleikarnar hjá tí einstaka. Her er neyðugt at vit myndugleikar, skúli og fakfelag saman taka lógvatak um skúlan bæði innihaldsliga, undirvísingar- og sernámsfrøðiliga og fíggjarliga.

Skúlin hevur fleiri avbjóðingar, sum vit mugu taka í álvara. Skúlin skal rúma og tryggja bæði trivnað og læring hjá øllum næmingum uttan mun til evni og áhuga hjá tí einstaka. Vit hava næmingar við ymiskum tørvi fakliga, sosialt og málsliga. Næmingar, ið hava sálarligar avbjóðingar, næmingar, ið ikki megna dagligu skúlagongdina, fremmandamæltar næmingar, næmingar, sum kenna einsemi og næmingar, sum hava verið fyri happing.

Mítt mál er at virka fyri einum skúla, har allir næmingar trívast og fáa møguleika at læra í mun til sínar ymisku førleikar. 
Eg eri greiður yvir, at hetta krevur fleiri átøk og verður ikki gjørt eftir einum degi, men eg eri farin í holt við at hyggja eftir nøkrum skipanum. Tað er trupult í stórum flokkum at náa øllum næmingum, bæði tá ið tað ræður um læring, at skapa trivnað, og at allir næmingar luttaka í felagsskapinum og kenna seg sum part av sínum skúlaflokki. Ein møguleiki er at styrkja tvílæraraskipanina, har vit m.a. hava eina royndarverkætlan við Co-teaching, sum fleiri skúlar eisini ynskja at fara í holt við. Hetta verður eitt øki, sum eg fari at arbeiða víðari við.

Eg fari at taka stig til, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd. Eg havi fingið eitt tilmæli um at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list, og hesum fari eg at hyggja nærri eftir og viðgera saman við fakkønum á økinum, áðrenn eg taki støðu til, hvør skipanin verður, (og hvat er møguligt fíggjarliga).

Í vár varð eitt álit um sernámsfrøðiliga økið handað fráfarandi landsstýrismanni. Álitið viðger fleiri av teimum avbjóðingunum, sum fólkaskúlin hevur í dag, og vísir á ymsar leiðir at styrkja m.a. sernámsfrøðiligu vitanina og stuðulin í skúlanum. Eg fari nú at seta meg nærri inn í arbeiðið og taka støðu til, hvussu farast kann víðari við teimum tilmælum, sum eru løgd fram. Samstundis er ein strategisk tilgongd sett í verk á Sernámsøkinum við tí endamáli at styrkja samanhangin millum Sernám, Undirvísingarstýrið og tænasturnar til fólkaskúlan og dagstovnaøkið.

Undirvísing í føroyskum sum annaðmál er eisini ein avbjóðing í fólkaskúlanum. Eg fari at hyggja nærri eftir skipanini og kanni í løtuni  møguleikarnar at skipa ein móttøkuflokk í Tórshavn, har fleiri fremmandamæltir næmingar eru í skúlunum.

Flokslæraraarbeiði er eitt týðandi virkisøki í fólkaskúlanum, sum neyðugt er at varða um. Flokslærarin hevur sera stóran týdning bæði fyri einstaka næmingin og flokkin viðvíkjandi læring og trivnaði sum heild. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, har flokslæarin hevur ábyrgdina av at samskipa arbeiði floksins og taka hond um trivnaðim, sum fata um huglagið í flokkinum, sosialu samveruna, arbeiðslagið og fakligu avbjóðingarnar. Flokslærarin er samstundis bindiliðið hjá flokkinum í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu skúlans, lærarar floksins og foreldrini.

Eg havi sett mær fyri at taka stig til at styrkja flokslæraraarbeiðið, dagføra kunngerðina við atliti at skipanum, sum knýttar eru at flokslæraraarbeiðinum, flokstoymi og førleikastovu og veruleikanum í dagsins skúla, har flokslæraraarbeiðið ofta verður røkt av tveimum lærarum.  

Snildfon og sosialir miðlar er eisini eitt evni, eg havi sett mær fyri at arbeiða við. Vit hava í samgonguskjalinum sett okkum sum mál, at 15 ára aldursmark skal setast á sosialar miðlar, og at snildfonin skal úr skúlunum. Skúlarnir hava gjørt meginreglur um fartelefonnýtslu í skúlatíð. Heitt verður á skúlaleiðarar um at greiða frá skipanini í teirra skúla, og hvørji átøk eru sett í verk. Onkur skúli hevur sett forboð fyri fartelefonnýtslu, og at næmingarnir í staðin kunnu nýta knappatelefon. Onkrir skúlar hava eisini sett aldursmark á, nær næmingar kunnu hava fartelefon við í skúla. Hetta eru alt viðurskifti, ið eg fari at kunna meg um og síðani taka støðu til, hvørja skipan vit seta í verk í fólkaskúlanum.

Landsroyndir í fólkaskúlanum. Í vár var lógaruppskot latið Løgtinginum um at avtaka landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki. Uppskotið fall burtur, tá ið løgtingsval varð útskrivað. Áðrenn eg taki støðu í málinum, ynski eg at arbeiða víðari við hesum uppskoti og eftirkanna hjá m.a. stovnum undir ráðnum, Fólkaskúlaráðnum og Føroya Lærarafelagi, um teirra sjónarmið viðvíkjandi landsroyndum.

Tað eru tit lærarar og leiðslur, sum í tykkara dagliga yrki ganga á odda at skapa bestu møguleikar hjá børnum og ungdómi okkara at mennast og trívast í fólkaskúlanum. Eitt áhaldandi og umfatandi arbeiði. Uttan tykkara ídni, íblástur og kveikjandi læring ber ikki til at menna fólkaskúlan. Í hesum arbeiði er umráðandi at varnast allar næmingar við støði í hugsjónini hjá Kirkegaard, at finna næmingin, har hann er og byrja har.

Tað er tí so umráðandi, at vit sum myndugleiki samstundis hugsa um og veita tykkum umstøður til førleikamenning bæði fakliga og námsfrøðiliga. Eg fegnist um, at ein eftirútbúgvingarskipan er sett í verk í samstarvi millum Setrið, Nám, Undirvísingarstýrið og Mentamálaráðið. Eg fari at virka fyri, at skipanin eydnast, og at umstøðurnar at luttaka verða so góðar, sum til ber. Eg fari ikki at nevna øll eftirútbúgvingarøkini, men vísa á, at landsstýrissamgongan hevur sett sær sum mál at menna orðblindaøkið, og at hetta verður partur av eftirútbúgvingarskipanini.

Eg takki fyri tað stóra arbeiði, tit gera fyri børn og ung. Mín fatan er, at vit hava ein virknan ungdóm við áræði, og tað er ikki minst tykkum at takka fyri, sum hava lagt lunnar øll barnaárini. Eg ynski tykkum ein góðan aðalfund, og bestu eydnu í arbeiði tykkara bæði sum lærari, leiðsla og fakfelag.