Røður 2018


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, í samband við, at nýggi samleikin hjá Tjóðsavninum verður almennur – 15. mars.

Góðu starvsfólk í Tjóðsavninum, góða leiðsla og góðu tit, sum eru komin her at hátíðarhalda okkara Tjóðsavn.

Hjartaliga til lukku við nýggja samleikanum.

Ongantíð í søguni hevur tað verið meira umráðandi enn í dag at hjúkla um okkara náttúru og okkara søguliga medvit. Gáa vit um okkara fótafesti, gerast vit før fyri at seta út í kortið mál og mið – og tá gerst ferðin bæði gevandi og lærurík.

Fortreytin fyri at vinna trygt fram á leið er, at vit kenna okkara røtur, okkara knattstøðu, áðrenn vit leggja frá landi. Gera vit ikki tað, villast vit og missa okkum sjálvi burtur.

Tað so skjótt at missa fótafesti í einum heimi, har alt gongur við rúkandi ferð, og vit verða fóðrað við tíðindum frá morgni til myrkurs.

Tað verður viðhvørt sagt, at trø hava røtur, meðan menniskjan hevur føtur – ein kundi sagt, at trøini flyta seg ikki av fetanum, meðan vit menniskju skulu flyta okkum fram á leið – úr heimliga umhvørvinum og út í heim.

Eru vit rótfest á lívsferðini, eru vit væl fyrireikað og til reiðar at lata nýggjar vindar strúka gjøgnum hárið og at møta fremmandum og spennandi rákum sum opin, vís og reflekterandi menniskju.

Tí sigi eg, at tað í dag er meira umráðandi enn nakrantíð at styrkja bæði okkara náttúru- og søguliga medvit og geva okkum stundir til veruliga at dvølja, at sodna og vónandi eisini onkrastaðni á leiðini at røkka eini hægri sannkenning. Bert soleiðis kunnu vit tilvitað ávirka okkara umhvørvi og tann arv, sum vit leggja eftir til okkara eftirkomarar. Og at leggja okkum eftir burðardygd í øllum lutum!

Í øllum hesum er Tjóðsavnið at sammeta við andevni – ella samtíðarmótstøðuføri!

Tjóðsavnið er farið undir at skapa ein nýggjan samleika, samansettur av Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum og partar av Biofar. Ítøkiliga verður hetta gjørt við at avdúka ein nýggjan grafiskan samleika í dag, og fyri framman liggur eitt spennandi samansjóðingar- og kunningararbeiði, har tit staðfesta nýggja leiklutin í dagsins samfelag.

Men tykkara uppgáva er ikki einans at finna og kunna um tykkara egna nýggja samleika. Nei, Tjóðsavnið liggur inni við okkara alra samleika, og tí hava tit ein týðandi leiklut sum partur av landsins mentala undirstøðukervi. Tit eru við til at tryggja okkara samleika í fakliga spenninum millum fortíð, nútíð og framtíð. Tit savna inn, skráseta og granska. Og tit sýna fram, greiða frá og miðla. Og soleiðis umsita tit okkara dýrabara arv, ja, sjálvt arvasilvurið.

Á Náttúrugripasavninum er silvurið føroyska náttúran, á Biofar liggur silvurið á havsins botni og á Fornminnissavninum er tað at finna í leivdum og gripum frá teimum, sum undan fóru. Tilsamans savna og skráseta tit ein stóran part av okkara náttúru- og mentanararvi.

Tykkum er eisini álagt at miðla okkara náttúru- og mentanararv til børn og vaksin. Tit hava miðlað í mong ár. Tit hava spennandi fastar sýningar og serframsýningar, og tit hava árligar savnsfagnaðir. Savnsvørðir greiða hegnisliga bæði vaksnum og børnum frá, og granskarar skriva í bløð og tíðarrit. Og so vita vit, at tit hava nógvar spennandi framtíðarætlanir fyri framman, sum tit fara at greiða frá her í dag, eitt nú við Havnar Skansa, sum hevur uppiborið at vera savningarstaður fyri liv og lærdóm. So ja, arvasilvurið er í góðum hondum.

Men vit vita eisini, at eitt stórt ynski leingi hevur verið at fáa betri hølisumstøður, bæði til goymslu, starvsfólk og framsýningar. Eitt nú við at fáa atgongd til framsýningarhølir niðri í býnum, so fleiri, bæði føroyingar og ferðafólk, lættliga kunnu støkka inn á gólvið at læra um okkara ríku mentanarsøgu og náttúruríkidømi. Eisini er ynski um, at tit starvsfólk á Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum sum skjótast verða samlað undir somu lon fyri at røkka fruktagóðum samstarvi. Og eg kann heilsa og siga, at vit longu eru farin undir at kanna møguligar loysnir hesum viðvíkjandi. Mín lutur skal so ikki liggja eftir.

Góðu tit

Vit vita, at ongin samanlegging er løtt, og at eitt samleikaskifti er ikki einfalt. Og ikki skal eg gera meg klóka uppá, hvussu tit koma smidliga gjøgnum tilgongdina. Tó er eitt amboð, sum altíð er hent at brúka – um tú vandar tær um nýtsluna og brýnir og kínir við skili, nevniliga fremsta amboðið yvir øllum: Samskifti!

Tað er mín vón, at tit fáa rúm og náðir at útinna tykkara týðandi gerning, samstundis sum tit eru sjónlig og generøst deila tykkara vísdóm og arvasilvurið við okkum.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum til lukku við nýggja samleikanum, ein góðan dag í dag og blíðan byr.