Røður 2018


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, tá hon setti framsýning við myndum frá Drotning Alexandrines hospital eftir Jesar Hansen tann 24. juli 2018 á Landssjúkrahúsinum

Góða samkoma

Einaferð fyri mongum árum síðani fór eg blaðung við einum barni niður at lesa. Ráðini vóru, sum vera man, ikki tey stóru, so tað kom sportur í at ganga á loppumarknaði.

Tann eina sunnudagin úti á fløtuni á Bellahøj var stórur marknaður, og vit útisetar gingu spent millum básarnar og leitaðu og pruttaðu um prísirnar – so ung og forvitin, og alt var so spennandi.

Tá kom eg fram á ein pappkassa við gomlum leðurinnbundnum myndaalbummum við svørtum pappsíðum og pergamentpappíri ímillum.

Albummini vóru á tremur av smáum svørt/hvítum bíløtum. Bíløtum av lívi og av lívum.

Ein álvarlig smágenta gevur kiskuni at leppa á einum trappusteini. Eitt ungt par, smílandi í karuselluni í Tivoli. Tríggjar systrar, pent uppstillaðar við strømmum flættum. Eitt borgarligt brúðarpar, har brúðurin longu hevur búk, og mong, mong onnur bíløt.

Og eg minnist, at eg hugsaði: Hvussu endaðu tit her í einum gomlum pappkassa á einum loppumarknaði ein kaldan heystardag í Kjøpinhavn? Og hvørji eru tit? Hvørjar eru tykkara søgur? Hví er gentan so álvarslig? Hvar er mamma hennara? Blivu tey ungu á karuselluni eydnurík? Vaks syskinaflokkurin? Helt ektaskapið?

Helst endaðu tey á loppumarknaðinum, tí arvingar og avvarðandi kendu ikki nøvnini og andlitini og søgurnar. Har var ongin, sum fortaldi søgurnar, meðan tíð enn var. Og nú var ongin eftir, sum kundi halda lív í menniskjunum á myndunum.

Og soleiðis er lívsins gongd. Einaferð drukna vit øll í gloymskunnar hav. Spurningurin er bara nær.

Tí tað er so nógv vit kunnu gera fyri at minnast tey, sum undan fóru. Millum annað við at navngeva fólkini og við at fortelja søgur teirra, tá ið vit koma fram á bíløt av teimum.

Men hví skulu vit halda lív í teimum?

Orsøkirnar eru fleiri:

- Fyri at lýsa, virða og minnast tey, sum stóðu okkum nær.

- Fyri at læra um ta samtíð, tey livdu í, so vit betur skilja tað samfelag, vit liva í í dag.

- Fyri at kunna siga: Hygg her, lítla barn, hiðani ert tú runnin, hetta er eisini ein partur av tær – hetta er eisini tú!

Góðu stigtakarar, kæru gestir

Vit eru savnað her á Landssjúkrahúsinum í dag til eina serstaka framsýning við 120 søguligum fotomyndum, sum siga frá gerandisdegnum á Dronning Alexandrines Hospital fyri 60 árum síðani.

Á framsýningini fáa vit eitt einastandandi innlit í ein part av okkara sjúkrahússøgu við nemandi, stuttligum og forvitnisligum myndum, sum vitjandi vónandi fara at seta nógv nøvn og søgur á komandi dagarnar.

Tit stigtakarar hava stóra tøkk uppiborna fyri at tit síggja virðið í slíkum. Og tillukku til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fyllir 30 ár 1. oktober í ár og fáa myndirnar til ognar í hesum sambandi.

Tí hetta er ein sannur dýrgripur!

Søgan um myndirnar er tann, at Jesar Hansen úr Sandavági, sum livdi frá 1912-1977, tók allar myndirnar, tá hann var innlagdur á Tuberkladeildini á Dronning Alexandrines Hospital her á staðnum í 1957/58.

Jesar varð bara kallaður ”bílætamaðurin”, tí hann hevði altíð myndatólið við sær, og tað liggja einar 3000 myndir eftir hann frá árunum 1933 og upp til 1960ini.

Hanna Hansen úr Miðvági tók stig til hesa framsýning, eins og hon áður hevur staðið fyri øðrum myndaverkætlanum. Eitt nú um kirkjurnar í Sandavági, fólkateljingina í 1911 og nú í vár eisini av Kirkjastovusavninum, tá ið Savnsfagnaður var vesturi í Vágum. Tað var har, Hanna fyrstu ferð greiddi mær frá hospitalsmyndunum, sum vit síggja her í dag.

Upprunaliga hevði Finnbjørn Hansen filmsrullurnar eftir Jesar Hansen í varðveitslu. Hesar lat hann Tjóðsavninum, sum so lat Honnu Hansen avrit av hospitalsmyndunum, sum hon nú hevur fingið framkallaðar og hongdar upp her í forhøllini. Og her veit eg, at Anna Hansen hevur verið ein hollur stuðul eisini.

Men bíða nú, vit eru ikki liðug enn.

Tí tað er mær faktiskt ein serligur heiður at lata júst hesa framsýning upp, tí umframt at vera landsstýriskvinna, eri eg eisini søgulærarainna – og serliga áhugað í tí partinum av søgu okkara, sum sjáldan verður fortald.

Vit føroyingar hava stóran áhuga fyri søgu og siðsøgu. Men søguliga medvitið fevnir, her hjá okkum, eins og nærum alla aðrastaðni í heiminum, mest um høvdingar, hetjur og raskar menn.

Tí er hetta er ein heilt serlig og forkunnug framsýning, sum gevur okkum innlit í ein part av søgu okkara, vit alt ov sjáldan umrøða. Ja, sum eitt Kinder-egg við trimum gávum í einari:

- Sosial- og heilsusøga, sum umrøður kor og umstøður hjá okkara sjúku og veiku, um børnini og tey gomlu.

- Søgan um kvinnuyrki, í hesum førinum hjá sjúkrasystrum, gongs- og køksgentum

- Søgan um gerandisdagin á eini seingjardeild á Dronning Alexandrines Hospital her á staðnum fyri 60 árum síðani.

Svørt/hvítu myndirnar lýsa ein part av lívinum í Føroyum, tá ið heimurin framvegis var svartur og hvítur. Tá læknin var Gud, strongd ikki var uppfunnið og ein dama var ein dama og ein maður ein maður.

Eina lítla løtu hugsi eg: Alt var betri fyrr, tí har var ordan í. Sjúkrasystrar í ordiligum damukitlum við stívaðum kappa og gradistokki í lummanum, læknin  er ein allround fakligur medisinari, sum gongur stovugongd við einum hala av fólki aftaná sær, og so man aktar tann, sum er omanfyri ein!

Uttan annars at idéaliserað hesa tíðina, kunnu vit eina løtu lata okkum rura í nostalgisku vøgguni og droyma okkum aftur til hesa hugnaligu og einføldu tíð, har tey roykja á deildini, eru innløgd í vikur og mánaðir og liggja trunkað saman í tremmusengrum á felagsstovum. Og tað var fínasta slag!

Men so er eisini hin síðan av medaljuni. Børn, sum lógu einsamøll saman við fremmandum vaksnum í vikuvís og sluppu ikki at síggja foreldrini. Tuberklarnir, sum tóku lívið av mongum ungum og førum, ella tá fólk við menningartarni ella skerdum førleikum vórðu send av landinum á stovn. Tá ynskja vit okkum ikki aftur.

Góðu stigtakarar, góðu áhoyrarar.

Eg byrjaði við at spyrja, hví so umráðandi er, at vit seta nøvn á andlitini og fortelja søgurnar um tey, sum undan gingu. Og í hesum førinum eru vit tíbetur í góðari tíð, tí eg veit, at onkur av persónunum á myndunum er á lívi enn og enntá eisini til staðar her í dag.

Og eg loyvi mær at enda við hesum sama: Hygg her, lítla barn, hiðani ert tú runnin, hetta er eisini ein partur av tær – hetta er eisini tú!

Við hesum orðum er framsýningin latin upp!

Góða ólavsøku og gott summar.