Røður 2018


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við at Sjóvinnuhúsið varð tikið í brúk sum partur av Fróðskaparsetri Føroya 4. mai, 2018.

Kæri rektari og lærarar. Kæra stýri og studentar! Kæru tit øll!

Okkara hús ... Tíni hús ...  Aftur við hús!

Soleiðis eita nakrir av kapitlunum í nýútkomnu bókini, ‘Míni leikapetti’ sum Eyðun Johannessen gav út í seinastu viku - í sambandi við, at slóðbrótandi sjónleikarin úr Havn fylti 80 ár.

Hetta við at hava eini hús, sum eru okkara ella tykkara, fyllir nógv hjá okkum føroyingum. Eg vil pástanda, at tað fyllir meiri enn í øðrum londum, har veðrið er betri, og tey ikki nýta eins nógva tíð innandura.

Og tí ganga vit í Føroyum so høgt uppí góð høli, góðar umstøður og vakra innrætting. Hús og bygningar skulu skapa eina kenslu – eina kenslu av at kenna seg heima og kenna seg væl - eisini tá vit eru til undirvísing ella til arbeiðis.

Eg veit, at Setrið í langa tíð hevur havt ilt við at møta hesum kravinum.

Men hyggið nú! Hetta eru altso eini fantastiska vøkur høli. Umhvørvið her á vestaru bryggju er spennandi og spírandi, eins og tað altíð hevur verið – um tað nú hevur fingið ein annan dám, enn tað frammanundan hevur havt.

***

Men tá eg tók við í Menatamálaráðnum í 2015, hevði Fróðskaparsetur Føroya júst havt 50 ára føðingardag. Tá vóru røður og kvøður fluttar fram, og allar komu onkursvegna inn á tann nýggja Setursbygningin, sum koma skuldi.

Fróðskparsetrið hevði sprongt karmarnar. Nú máttu nýggj høli útvegast.

Táverandi landsstýrismaður segði í røðu síni orðarætt: “Eg vildi ógvuliga fegin staðið her í dag – í einum glæsiligum, spildurnýggjum Setursskála, umgyrdum av bringumyndum av øllum undangongufólkunum og ynskt okkum øllum til lukku við teimum fyrstu hálvthundrað árunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.”

***

Sum landsstýriskvinna á økinum setti eg mær tí fyri at gera nakað við húsa- og hølisviðurskiftini á Setrinum beinanvegin. Málið skuldi so er ikki ”turrsaltast”.

Og hyggið nú! Nú standa vit her mitt í eini saltsilo, – sum er umbygd til auditorium.

Tað er í stóran mun takkað veri Tórshavnar Býráð - hóast vit mundu mist alt á gólvið, tá býráðsvalstríðið var í hæddini. Men vit loftaðu tí kortini aftur í felag við hesi loysnini - við Sjóvinnuhúsinum.

Hetta er fyrsta stigið á vegnum at tryggja eitt gott og sterkt universitet í Føroyum. Hetta loysir tann akutta hølistørvin, og hetta møtir treytini um, at karmarnir skulu vera góðir, og at fólk skulu kenna seg væl; kenna seg heima, og verða strimbrað av umhvørvinum. Sjóvinnuhúsið tryggjar Fróðskaparsetrinum nóg nógvar fermetrar nógv ár fram.

Innihaldið er tað so upp til tykkum sjálvi – undirvísarar og lesandi – at fylla í.

***

Men hóast vit í dag fegnast um hesi góðu hølini, er tað, at okkara universitet má húsast á 10 ymiskum adressum í einum býi upp á 20.000 fólk, ikki optimalt.

Tí arbeiðir ein kampusbólkur í løtuni við at fyrireika byggingina av einum nýggjum Fróðskaparsetri.

Eg síggi fyri mær, at vit innan 10 ár fáa eitt universitet, sum vit kunnu vera errin av 100 ár fram í tíðina.

Eg havi fyrr víst á, at okkara størsta avbjóðing er at skapa einar yngri Føroyar, har ungdómurin trívist og festir rót. Og at málið tí skal vera, at kampus Føroyar verður lestrarligi miðdepilin fyri okkara ungu, har vit kunnu bjóða eitt spennandi, mennandi og nútímans lestrarumhvørvi. Har vit eisini hava góðar og bíligar lestrarbústaðir. Har okkara ungdómar lesa, liva og knýta vinarbond. Har okkara starvsfólk undirvísa, granska og fáa fakligar avbjóðingar, og har útlendsk lesandi leita sær útbúgving, vitan og sambond tvørtur um lond og fakmørk.

At vit fáa eitt kampus, har fólk kenna seg heima. Eitt stað, har vitan og vinarbond knýta okkara ungdóm fastari at heimlandinum Føroyum – og eitt stað, sum dregur fólk heim uttanífrá.

Arbeiðið við einum nýggjum kampus krevur ikki bara tíð og umhugsni, tað krevur eisini eina játtan, sum skal planleggjast langt fram í tíðina. Hetta krevur sítt av nógvum pørtum.

Men í dag standa vit her – mitt í hesi frálíku ávegisloysnini. Og eg fái høvi at siga tað, sum mín undangongumaður ikki náddi: Eg eri ógvuliga fegin um at standa her í dag í hesum spildurnýggja setursskálanum og staðfesta, at vit nú hava fingið eina frálíka ávegisloysn á tann akutta fermetrartørvin, sum leingi hevur ávirkað Setrið, – og at startskotið til eitt veruligt kampus her úti í økinum nú er latið av.

Eg ynski, at tit fara at kenna tykkum heima her – at hetta verður tykkum eitt gott, akademiskt heim.

Eg byrjaði við at endurgeva Eyðun Johannessen.

Passandi kann eg enda við einum øðrum havnarmanni, Jóanes Nielsen, sum til síðst í yrkingini um ‘Tey tómu húsini’, sigur:

“Húsini standa tóm

Tey tómu húsini

Standa.”

(Trettandi mánaðin,1978)

Men nú eru Sjóvinnuhúsini ikki longur tóm. Eg ynski, at tað til fullnar fer at eydnast tykkum at fylla tey við lívi og leiki, vitan og virðing.

Takk fyri.