Røður 2018


Røða sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, helt í høllini á Giljanesi, tá ið hon setti almenna partin av Savnsfagnaðinum 20. apríl kl. 16.00

Góðan dag øll somul, og vælkomin til Savnsfagnað í Vágum.

Hetta vikuskiftið hava øll søvnini í Vágum tikið lógvatak um ein fagnað við upplivingum, ið peika aftureftir og frameftir, og eru beint í nú’inum - kanska beint í túninum, har tit eru stødd, ein av hesum ríku upplivingardøgum.

Góðu vágafólk, góðu gestir!

Í dag gleðast vit um, at øll bygdasøvn, forminnafeløg, áhugafeløg, skúlar og barnagarðar í oynni eru við í Savnsfagnaðinum, ið hevur sum grundsjónarmið, at allar upplivingar eru ókeypis.

Hetta gevur so handlum, matstovum og kaféum høvi at hava longri opið enn vanligt hesar somu dagar.

Soleiðis gongur alt hond í hond, og greiðir vegin fyri upplivingum millum mentan og vinnulív.

Tað er nýggja natúrliga kravið, at ein uppliving fylgir við. At søgan verður floygd, og vit kunnu taka hana til okkara, ikki bara á ein sjálvsagdan hátt á einum sjálvsøgdum staði, men kanska eisini óvæntað og á ein púra óvæntaðan hátt.

Sum ein uppliving, uttan at skulu blaða upp í orðabók og søgubók.

Uppliving er lyklaorðið. Upplivingar, ið hvessa okkara søgusýnið og gera okkum forvitin um egnan heimstað mitt í alheiminum. Tí tá upplivingin er farin, stendur søgan eftir.

Góðu vágafólk, góðu gestir!

Sum landstýriskvinna við mentamálum er mín fyrsta og sterkasta sannkenning hon, at oyggin stendur saman um hetta tiltak.

Umframt at veita øllum borgarum í oynni - og teim, ið ferðast higar hetta vikuskifti, ógloymandi upplivingar inni og úti, ja um fjøll eisini - er orsøkin eisini tann meira gerandisliga, at øll søvnini í Føroyum hava valt at hava ársfund í Vágum. Her fara søvnini at hittast hjá hvørjum øðrum.

Ein nevnd, har Rósa Samuelsen er samskipari, er sett. Í nevndini er Sandavágs bygarsavn, Sørvágs bygdarsavn, Miðvágs forminnafelag og Krígssavnið umboðað.

Hyggja vit í ríku skránna fyri hesar tríggjar dagarnar, síggja vit eisini, at Bíggjarbygd og Gásadalur eru við.

Og her á Giljanesi vera framsýningar av tematiskum næmingaarbeiði, gongutúrar eru lýstir um fjøll og busstúrar verða, altíð við einum evni, tí tað eru tematúrar.

Ikki minst at gera hina víðagitnu Beintu livandi fyri okkum, meðan vit ganga í hennara fótasporum. At enda koma vit inn í Listastovuna at uppliva kendu sjónleikarakvinnuna, Anniku Johannesen, sum Beintu, siga frá um sítt lív, sínar kringumstøður, sínar menn, síni børn, sínar vinir og sínar fíggindar. Hetta er ein tilætlað nýhugsan, at lata Beintu sjálva sleppa til orðanna á henda hátt.

Góðu vágafólk, góðu gestir!

Í dag er meira umráðandi enn nakrantíð at styrkja okkara søguliga medvit og geva okkum stundir til at dvølja við øll tey input, vit fáa, at sodna upplivingarnar, og sum Savnsdagarnir líða, kanska røkka eini hægri sannkenning. Tá styrkja vit okkara umhvørvi og tann arv, sum vit leggja eftir til okkara eftirkomarar.

”Hvør eri eg?”

Hetta er helst tann størsti og týndningarmesti spurningurin, sum hvør einstakur kann spyrja. Hvør eri eg?

Svarið til henda spurningin er ikki einfalt. Tí tað snýr seg um bæði nútíð, framtíð og fortíð. Í grundini kanska serliga fortíð.

Áðrenn eg gjørdist landstýriskvinna var eg søgulærari.

Eg veit, hvussu týdningarmikið tað er, at geva børnunum eina søguliga tilvitsku. At gera tey varug við, at tey eru ein týdningarmikil partur av eini heild og eini søgu.

Tí, sum vit vaksa til, hevur tað nógv at siga fyri okkum sum einstaklingar, at vit eisini eru ein partur av eini heild. At vit hoyra til. At vit hava ein uppruna og eina fortíð, sum byrjaði langt áðrenn vit sjálv, uttan at dvøljast við fortíðina einans.

Men hesin týdningarmikli førningur er fyri stórum avbjóðingum í dag. Vit hava eitt rák, sum mest minnir um normloysi. Alt er ein konstruktión, alt er til diskussión og einki er varandi.

Men tey sporini, sum søgan hevur sett - eru nettupp varandi. Tey sporini, vit sjálv seta eftir okkum í dag, eru varandi.

Tey fara at ávirka framtíðina - og tey fara at ávirka svarini hjá okkara ommu- og abbabørnum, tá tey undrandi spyrja seg sjálvi: Hvør eri eg?

Tí er Savnsfagnaður eitt so gott tiltak.

Eftir stendur søgan, sum beint nú í okkara hondum er okkara sporføri, aftureftir og frameftir.

Góðu vágafólk, góðu gestir!

Við hesum orðum skal eg lýsa Savnsfagnaðin í Vágum at verða settan!