Røður 2018


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í Pakkhúsinum úti í Gjógv hjá Atla Gregersen í Sandavági fríggjadagin 20. apríl  kl 9:00. Í sambandi við Savnsfagnaðin í Vágum

Góðan morgun, landsins savnsfólk, leik og lærd, ið varðveita okkara søgu og mentan úti um landið!

Tað er fallið mær, sum landsstyriskvinna í mentamálum, í lut at siga nøkur orð um týdningin at varðveita okkara søgu og mentan, og ikki minst at veita eina tøkk til tykkum starvsfólk og mongu eldsálirnar, sum gera eitt stórt savnsarbeiði runt um í landinum.

Í morgun lata vit makrelin og laksin fáa frið, meðan vit eina løtu seta ljóskastaran á annað týdningarmikið øki í okkara nútíðarsamfelag.

Góðu savnsfólk!

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at menna samfelagið á øllum økjum. Men málini eru nágreiniligari lýst í fylgiskjalinum “Mál at fremja”, har tað stutt stendur at lesa, at “Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest.”

Gongd er í, nógv er á skrá og fyri stuttum varð  nýggjur samleiki avdúkaður bæði fyri Tjóðsavnið, Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið

Við hesum baksýni og hesi virksemisskrá er tað mær ein gleði at sanna, at tit hava valt Vágar sum karm um tykkara ársfund, nú Savnsfagnaður er í oynni.

Sum 80 ára gamal skrivaði miðvingurin, háskúlamaðurin, politikkarin og náttúruvísindamaðurin, Rasmus á Háskúlanum, at vegirnir til einki minni enn lívsfrælsið, eru:

sparsemi, trúskapur, hugagóðska, ábyrgdarkensla og upplýsing. Finnur Føroyafólk hesar vegir og gongur teir, so er vón um bjarging.

Sitat liðugt.

Sum søgulærari veit eg, hvussu týdningarmikið tað er at geva fólki eina søguliga tilvitsku. At gera okkara brúkarar, næmingar og vitjandi varug við, at vit eru partar av eini heild og eini søgu. At vit hoyra til. At vit hava ein uppruna og eina fortíð, sum byrjaði langt áðrenn vit sjálvi vóru.

At vit duga at svara: “Hvør eri eg?”

Men hesin førningur er sum aldri áður fyri stórum avbjóðingum. Vit hava rák, sum mest minna um normloysi, tí sagt verður, at alt er ein konstruktión, alt er til diskussión og einki er varandi.

“Hvør eri eg?” Er helst týndingarmesti spurningurin, sum hvør einstakur kann spyrja, tí hann snýr seg um nútíð, framtíð og fortíð. Í grundini kanska serliga fortíð.

Men samstundis er ”søga” sum hugtak ikki serliga modernað. Klæði, innbúgv, tallerkar og koppar - sjálvt málningar og list -  ja, alt, vit hava kring okkum, nær sjáldan at fáa eina søgu. Tí so skjótt, sum næsta mótaaldan skolar inn yvir okkum, so selja vit tað mesta í Rótikassanum og keypa nýtt í staðin.

”Soleiðis fært tú ein persónligan stíl” siga mótabløðini og innbúgvsbløðini, sum nú ikki bara eru á donskum, og vísa so myndir av tí allarnýggjasta, sum avgjørt er pent - men á ongan hátt persónligt. Tí tað manglar søguna, slitið og hitan av hondum, patina.

Og hetta rákið - har einki er varandi, at alt er til diskussión og til sølu fyri rætta pengan, og har vit støðugt reka við rákinum - gevur tykkum á landsins søvnum eina stóra og týdningarmikla uppgávu.

Tí tit verða skjótt tað allarsterkasta akkerið, sum er hitt einasta, ið røkkur aftur til okkara fortíð, og sum ger, at vit ikki reka fyri vág og vind, men verða hildin føst onkustaðni.

Tí gamaní eru bæði nútíðin og framtíðin týdningarmikil, tá vit skulu svara spurninginum um, hvørji vit eru. Men eg vil pástanda, at tann týdningarmesti tátturin, at finna hetta svarið, er søgan.

Tit geva okkum, bæði sum einstaklingar og sum fólk, eina ábending um svarið uppá, hvørji vit eru, - og hvussu vit øll hanga saman. Fyri at verða í einum catchy orðafelli, kunnu vit kanska siga, at tit eru: ”connecting people”. So sum Nokia segði fyri fáu árum síðan, men sum í virtuella heiminum er fyri øldum síðan.

Og tað er ikki at forsmáa í hesum einstaklingatíðum, at verða konnektaður, íbundin sínámillum og jarðfestur niðureftur, soleiðis heilt verðsliga.

Góðu savnsfólk!

Tey sporini, sum søgan hevur sett - eru júst varandi. Tey sporini, vit sjálvi seta eftir okkum í dag, fara onkur at verða varandi og í komandi tíðum kanska varðveitingarverd í savnssamanhangi.

Í ókomnum tíðum fara tey tá at kunna geva nýggj svar uppá spurningin: Hvør eri eg?

Takk fyri tykkara stóra og virðismikla arbeiði, sum - hóast tað í stóran mun snýr seg um søguna - eisini røkkur langt inn í bæði nútíðina og framtíðina, í royndini at geva okkum eitt nøkulunda boð uppá spurningin: Hvør eri eg.

Við orðunum hjá Mikkjali á Ryggi úr Miðvinga søgu í huga:

Hugagóðir áhoyrarar og ikki minni hugagóðir søgumenn,

spyrji eg meg sjálva: hvat kann eitt vikuskifti, sum hetta við Savnsfagnaði ikki enda við?

Stóra takk fyri hetta søguliga savnstiltakið, takk báðar kommunurnar í Vágum og takk fyri Rósa Samuelsen, sum hevur samskipað tiltakið.

Góðan savnsdag, øll somul.