Røður 2018


Góðu tit øll

Endiliga!

Endiliga streyma fólk inn at síggja hendan fantastiska bygningin, sum hevur staðið her so loyndarfullur í so langa tíð. 

Í dag verður perlan avdúkað og eitt nýtt tíðarskeið í Føroya skúlasøgu tekur skap.

Hetta hevur tikið sína tíð og kravt sítt stríð.

Men í dag kunnu vit siga, at tað var tað vert, tí.. ja.. hyggið bara uttanum tykkum! Er hetta ikki einastandandi?

 

Hesin skúlin hevur alstóran týdning fyri okkum sum land og fólk. At vit vísa í verki, at ungdómur og útbúgving er okkara besta íløga.

Tí bara soleiðis tryggja vit, at verandi og komandi føroyingar kunnu trívast, støðast og fjølgast her á landi.

Men tá ið samanum kemur, snýr hetta seg jú fyrst og fremst um tykkum, sum skulu ganga her, og um tykkum, sum skulu arbeiða her.

Tað eru tit, næmingar, lærlingar og lærarar, sum eruGlasir!

Húsið her – hetta fantastiska húsið - eru karmarnir, sum hava kravt so nógv av so mongum.

Bæði frá politiskari síðu, landi og kommunu, útlendskum serfrøðingum, Landsverki, handverkarum, listafólki, arbeiðsfólki og Føroya fólki annars, sum øll eiga lut í, at vit eru komin hertil í dag.

Og stóra tøkk fyri tað!

Nú lata vit ábyrgdina yvir til tykkum at fylla karmarnar og saman at skapa eina nýggja mentan burturúr trimum rættiliga ymiskum og siðbundnum mentanum. Vit vita, at tað krevur nógv av tykkum, men vit hava álit á, at tað fer at gangast tykkum væl.

Tí tit eru veruliga ymisk – øll tit, sum skulu vaksa her, lið um lið og hond í hond. Bæði, tá ið umræður útbúgvingar, fimi og næmi.

Havi mangan hugsað, at hesin bygningurin, sum trónar so hábærsliga yvir Havnini, minnir um eitt vakstrarhús í einum botaniskum hava. Og ein skúli er um nakað eitt vakstrarhús, har ljós og hiti streyma inn – har upplýsing og relatiónir eiga rúm.

Runda skapið og gjøgnumskygda glasið geva lívd, ljós og hita, so spírarnir fáa bestu gróðrarlíkindi at festa røtur.

Og sum øllum kunnugt: Røturnar eru tær fyrstu at vaksa, eftir at vit hava sátt tað lítla fræið í moldina. Fyrst grevur tað seg djúpt niður í jørðina og tryggjar sær festi - styrki og javnvág, áðrenn tað toyggir seg út í ljósið, út í heim.

Rótfesti er fortreytin fyri vøkstri og ávøkstri.

Her í vakstrarhúsinum, Glasi, eru spírarnir líka so ymiskir, sum allar aðrar livandi verur.

* Summir spírar eru harðførir og spretta sjálvt í kargari mold.

* Aðrir mugu varliga taðast og styðjast fyri at grógva.

* Og uppaftur aðrir eru serliga viðbreknir og tørva eyka ljós og hita, skulu teir hava ein kjans.

Allir hesir ymsu spírarnir hava tó tað í felag, at teir hava eitt einasta lív her á fold, og skulu hava akkurát passaliga nógva vætu, taðing, ljós, hita og lívd fyri at trívast og vaksa innan tað vakstrarøkið, sum teir hava hug og hegni til.

Eg eri errin av, at vit á Glasi nú hava karmarnar at lofta øllum hesum ymsu sløgunum av sprírum – næmingum og lærlingum at frama.

Og at vit hava eina so breiða palet av dugnaligum lærarum og starvsfólkum, sum nú kunnu royna nýggj og spennandi samstørv - næmingum og lærlingum at gagni.

At nema sær eina útbúgving snýr seg ikki bara um bókligan ella handaligan lærdóm. Ein útbúgving er ikki eitt produkt, men ein prosess. Tað snýr seg ikki bara um endaliga prógvið – men um alla tilgongdina.

Tí vit menniskju eru annað og meiri enn arbeiðsmegi og brúkarar – vit eru livandi verur við heitum dreymum, titrandi hjørtum og markleysum væntanum. Og vit eru fyrst og fremst ymisk.

Og apropos karmarnar, so rokni eg við, at øll í dag eru fegin um, at vit tryggjaðu skúlanum eina burðardygga grøna orkuloysn. Alt annað hevði verið óhugsandi, sum heimurin sær út í dag.

Góðu øll somul

Eg gleði meg til, at hesi stásiligu hølini – hetta vakstrarhúsið – um nakrar dagar verður umskapað til eina livandi veru; ein skúla, har upplýsing og sunnar relatiónir eru í hásæti.

Har tit, spírar og starvsfólk, í felag skapa eitt sterkt ”vit”.

Takk fyri.

--

Gávan, sum Glasir fekk frá Mentamálaráðnum, var ein spildurnýggj kantata, sum systrarnar Unn Patursson og Lív Maria Róadóttir Jæger gjørdu til høvið. Unn eigur lagið og Lív eigur orðini.

Kantata til Glasir

Tekstur: Lív Maria Róadóttir Jæger

Tónleikur: Unn Paturson

 

Glasir

 

um bláa bergið

 um nú býur um stjørnulýsið er í mjørka um

 skiftandi verð um lutføll

 um sannroyndir søkka á botn er

 dagur neonklárur er

 sólin sjálvsøgd og fín tindrar

 ein geisli í ljósari lund sirmar

 sirmið á árstíðirnar sum

 eiga vindin tá hárið fýkur og

 hjartaljóðið meðan vit eru

 ungdómur og vit spretta missir

 arvurin takið broytir

 kærleikin skap tá

 eg hitti tíni eygu í kantinuni

 tey siga mær hvør tú ætlar at vera tú

 flytur inn í mín kropp og áðrenn eg varnist mínar føtur

 míni fet eg fylgi tær

 í silvursólarljóma tú sigur:

 útheimurin er her útum

 ytsta mið handan

 opið hav her

 og víðari út her

 og víðari

 út her og víðari

 út