Røður 2018


Góðu fuglfirðingar, kæru gestir
Takk fyri, at tit bóðu meg seta spennandi mentanardagarnar í Fuglafirði, har tit hava valt breiða og sigandi evnið “Spor”.

Í teirri smølu smoguni, sum leiðir gongufólk millum Rættará og Skálatrøð í Havn, er ein so vøkur hvítkálkað grund. Um tú veist, hvar tú skalt leita, hómar tú innanfyri hvíta kálkið eina lítla barnahond – í barnahædd – sum er trýst inn í betongið.

Omma mín vaks upp í umhvørvinum við Skálatrøð í Havn, og har hava vit báðar stigið mangt sporið – leiðandi, peikandi, prátandi.

Eg við míni lítlu barnahond í hennara rukkutu, bleytu.

Og vanliga, tá vit báðar gingu oman ígjøgum smølu smoguna, peikaði hon mær á hetta avtrykkið av tí lítlu barnahondini, sum sást í sementinum innanfyri hvíta kálkið.

”Hygg”, segði hon og steðgaði upp fyri at peika mær á hesa lítlu hondina – ”Hatta er ommusa hond. Tá eg var ein lítil genta, eins og tú, trýsti eg einaferð hondina inn í veggin her. Sporið stendur eftir enn.”

Eg minnist, hvussu eg legði mína lítlu hond ímóti hesum sporinum frá eini farnari tíð, og hvussu javnar hendurnar vóru í stødd.

Hesa løtuna vóru tað tvær javngamlar smágentur, sum hittust og løgdu lógvarnar móti hvør øðrum. Hóast tað í tíðarrokning var ein hálv øld ímillum tær.

Hetta sporið, sum enn er sjónligt, um tú veist, hvar tú skalt hyggja, ber enn boð um okkurt, sum var. Onkran, sum var. Í hesum førinum um ommu.

Og tá eg síggi hetta so ítøkiliga og verðsliga sporið eftir hana, letur tað upp fyri eini slúsu av minnum og sporum, sum eru meiri óítøkilig og andlig.

Eg minnist serligu kensluna, hon gav mær; søgur, hon segði mær, og førning, hon fylti meg við. Eg minnist ljóð, anga, kenslur og huglag.

Tí tað ítøkiliga, jørðiska, sum vit menniskju leggja eftir okkum, hevur mangan beinleiðis samband við ta stóru rúgvuna av óítøkiligum, andligum sporum, sum vit eftirlivandi bera víðari við okkum, og sum halda á at liva langt eftir, at vit sjálvi eru farin.

Her í Fuglafirði eru í rúgvuvís av sporum. Vinna, sangur, tónleikur, málningalist, yrkingar, kirkju- og samkomulív, skúlalív og handilslív. Øll hava sett stór, eyðkend og virðismikil spor eftir seg. Bæði ítøkilig og andlig spor, sum vekja nakað í okkum, sum síggja og uppliva tey.

Fuglafjørður røkkur langt aftur í fortíðina, samstundis, sum tit ikki fýra fyri at toyggja tykkum langt eftir framtíðini. Og har fortíðin og nútíðin hittast; á teimum plássum, har fólkið torir at halda fast í bæði rótum og leyvi, har eru bestu umstøðurnar fyri skapanarmegini, sum jú er miðdepilin á mentanardøgunum.

Og so hava tit øll hesi mongu, mongu undangongufólkini. Hesar eldsálirnar.
Sum ikki einans hava gingið har fyri er slóðað, men sum ganga nýggjar leiðir og seta stór spor eftir seg.

Tit eru so mong, men kortini so eyðsýnd, at vit í restini av landinum eru uppá fornavn við tykkum: Aleksandur, Fritz, Petur Martin, Anne Mette, Victor, Stanley, Niels, Rønn, ja, eg kundi blivið við.

Og so øll tit á Lakjuni, sum eru so mong í tali, at vit bara nevna tykkum undir felags eftirnavninum.

Tit hava festivalar sum fevna heilt frá harmonikum til stokkar og hornorkestur, ja, tit eru ein bygd, sum mentanarliga er løtt uppá sporið, skjót á veg, kvik og handlandi. Her í Fuglafirði hendir altíð ein rúgva.

Síðani eg gjørdist landsstýriskvinna havi eg ikki minni enn tvær ferðir latið Mentanarvirðislønir til Fuglafjarðar – og tað er ikki so lítið sigandi.

Alt hetta virksemið setir spor.

Og tað fagra við sporum av slíkum slag er, at tey vera standandi. Tey halda á at ávirka okkum. Vísa okkum veg.

Men okkum nýtist ikki at hava fingið eina Mentanarvirðisløn fyri at seta spor eftir okkum. Okkum nýtist ikki at hava rokkið ein ávísan aldur fyri at kunna ávirka. Og tí er tað so týdningarmikið at eggja børnunum til, eins og tit av sonnum gera her í Fuglafirði - til dømis við skúlanum, sum gongur undan við at tryggja næmingum sínum listarligar lærugreinar.

Og um eina løtu fara vit at avdúka vinnaran av teknikappingini, sum einamest børn hava luttikið í. Børnini eru eisini sloppin uppí part á mentanardøgunum. Og tað hevur týdning. Tí jú, tey smáu stíga í sporini hjá teimum eldru og fylgja eftir – men tey seta sanniliga eisini síni egnu spor.

Tað er lítla hondin hjá ommu míni á hvítkálkaðu grundini eitt sigandi dømi um.

Og tá eg gangi oman ígjøgnum smølu smoguna í dag, leggi eg framvegis altíð hondina á ommusa lítlu hond.

Nú má eg bukka meg niður, tí lítla hondin er í barnahædd. Og nú dekkar mín hond alt tað lítla handarsporið eftir ommu.

Hon er farin. Men hon er har enn. Eins og tey, sum vit fara at møta á serframsýningini hjá Tjóðsavninum við gomlum útgrevstrum, sum røkka 900 ár aftur í tíðina. Alt her í Fuglafirði, sum hevur 100 ár á baki sum sjálvstøðug kommuna í ár. Og tillukku við tí!

Við hesum skal lýsi eg Mentanardagarnar í Fuglafirði 2018 at verða settir.

Takk fyri!