Røður 2018


Góðu tit øll

Vælkomin til hesa hátíðarløtuna, nú vit endiliga skulu síggja føroyskt tilfar, gjørt í Føroyum, til at meta um førleikan at lesa, stava og skriva hjá føroyskum børnum.

Hetta tilfarið er alneyðugt.

Tað hevur leingi verið stórur tørvur á at fáa føroyskt tilfar til meta um fakligar førleikar hjá okkara smæstu næmingum.

Nú er tað her. Og tað gleðist eg um.

***

Tit kenna helst øll ta myndina, har tað standa nøkur ymisk djór frammanfyri einum lærarapulti. Ein apa, ein fílur, ein gullfiskur, ein hundur og ein kópur.

Og lærarin, sum situr við pultin, hyggur uppá djórini og sigur álvarsamur: Fyri at tryggja, at hendan próvtøkan verður púra rættvís, skulu tit øll loysa akkurát somu uppgávu – tit skulu øll klatra í einum træi.

Og man nýtist ikki at kenna nakað til námsfrøðilig ella didaktisk ástøði fyri at síggja, at apan fer a brilliera, meðan gullfiskurin, fílurin, kópurin og hundurin verða við sviðið soð.

Og tí er tað, at vit í eftirhondini nógv ár hava tosað um næmingatillagaða undirvísing. At tað ikki eru næmingarnir, sum skulu kroystast niður í ein standard undirvísingarpakka, men at undirvísingin hinvegin skal vera livandi, fjølbroytt og lagað til einstøku næmingarnar, so at vit lærarar kunnu taka hædd fyri styrki og veikleikum hjá einstaka næminginum.

Hetta hevur kortini verið trupult at framt í verki, tí okkum hevur manglað amboðini til at finna útav, júst hvar einstaki næmingurin er.

Tey amboðini fáa vit nú við hesum tilfarinum. Og tí verður nú lættari at røkja okkara fremstu uppgávu í allari okkara skúlaskipan, sum er at tryggja, at okkara næmingar læra.

Eg havi altíð hildið, at tann einstaki lærarin saman við tí einstaka næminginum skal seta mál - og at tey síðani í felag arbeiða fram ímóti hesum málinum. Hetta er eisini tað, sum fremsta serfrøðin innan læring sigur.

At læring verður sett upp sum ein kapping ímillum næmingar - ella ímillum skúlar - ella ímillum lond, fremur ikki læring fyri einstaka barnið.

Barnið skal kappast við seg sjálvt og alla tíðina seta sær mál saman við læraranum: hvussu gerist eg dugnaligari í morgin enn eg var í gjár? Tað er tað, læringin skal snúgva seg um, og tí eru bara hesir sigrarnir tað, sum vit á nýmáli kalla fair – kappingin er fair.

Tí sjálvandi má gullfiskurin hava onnur mál enn apan, og fílurin onnur mál enn kópurin.

Eg veit, at tá ið prátið kemur inn á hetta “at eftirmeta úrtøkuna hjá børnum”, eru fólk ikki á einum máli. Og tí verða bæði landsroyndir og PISA-royndir og slíkt tilfar, sum hetta, tvinnað saman.

Men støðumetingar,sum PISA, hava eitt annað endamál enn hetta tilfarið, sum í dag verður lagt fram. PISA er eitt politiskt amboð. Tað snýr seg um yvirskipaðu myndina og ikki um einstaka næmingin.

Hetta tilfarið er júst øvugt. Hetta kann ikki nýtast politiskt til yvirskipaðar samanberingar. Hetta kann bara nýtast hjá læraranum til at síggja, hvar einstaki flokkurin og einstaki næmingurin eru – og hvussu undirvísingin síðani best kann tillagast, fyri at tryggja, at øll læra sum mest.

So tað snýr seg ikki um at vera “fyri ella ímóti” eftirmeting av børnum – tað snýr seg um, hvussu tey verða eftirmett og hví tey verða eftirmett.

Læring fer fram, tá lærarin veruliga og professionelt sær, hoyrir og virðir næmingin. Tað kann hetta tilfarið vera við til at fremja. Tí við úrslitinum av hesum støðumetingunum kann undirvísingin lagast júst til tann einstaka.

Vónandi fara lærarar at taka væl ímóti hesum tilfarinum og brúka tað - og taka tey skeiðini, sum verða hildin í at nýta hetta neyðuga tilfarið.

Tí vit skulu ikki hava ein skúla, har vit biðja kópar og fílar um at kappast við apur í at klatra trøum. Vit skulu hinvegin geva øllum hóskandi avbjóðingar, tí tá fáa øll mest burturúr. Eisini vit sum samfelag.

Eg ynski at enda at takka tykkum báðum, Gunvør og Osvald. Tit hava gjørt eitt veldiga stórt arbeiði, og tit hava arbeitt við hesum í nógv ár eftirhondini. Og fegin eri eg, at Mentamálaráðið hevur stuðlað framleiðsluni alla hesa tíð.

Føroyski skúlin var onki uttan eldsálir sum tykkum, sum veruliga brenna fyri skúlanum og framleiða føroyskt tilfar á hægsta fakliga støði til føroyska skúlaverkið.

Hjartaliga takk fyri tað!

Og takk fyri, at tit lýddu á.