Røður 2018


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, fyri Astrid Andreassen.

Astrid Andreassen 70 ár.

Afturlítandi framsýning.

Mullers pakkhús 4. august 2018

Góðu tit øll

Góða Astrid

Herfyri kom eg á gátt hjá einum tilkomnum hjúnum, sum vóru farin at pakka heimið niður í flytikassar. Tey høvdu keypt eina fittliga íbúð til ellisárini. Og nú vóru tey næstan komin í rasshaft av øllum, ja, lívinum, sum konan kallaði tað.

“Hetta er okkara lív, Rigmor”!

Og so var - har var stúvstappað upp undir vaðingina av øllum tí, sum tey høvdu samlað saman gjøgnum eitt langt lív.

Bøkur, myndir, stell, stakar, dúkar, seingjarklæði, ferðaminni, gomul klæðir og so víðari.

Og vit prátaðu um hetta, at tá ið tú soleiðis gongur ígjøgnum heimið hjá fólki, so endurspeglar tað teirra lív. Hvat tey hava verið upptikin av. Hvørji áhugamál tey hava havt. Hvørji tíðarskeið tey hava verið ígjøgnum. Hvat hevur verið týdningarmikið í lívinum.

Á onkran hátt minnir hesin dagurin eitt sindur um hetta: At koma inn av gøtuni og fáa innlit í lívið hjá einari av okkara mætastu listakvinnum, gjøgnum ein part av tí, sum hon hevur framleitt eitt langt og fruktagott listakvinnulív.

Tí á heiðursframsýningini í dag síggja vit týðiliga - og endiliga! - hvat tú, Astrið, hevur fingist við og virðismett. Hvørji áhugamál tú hevur havt. Hvørji tíðarskeið tú hevur verið ígjøgnum. Og hvat tú hevur sæð sum verandi týdningarmikið í lívinum.

Og í dag kunnu vit, um vit eru skjót og heppin, keypa okkum ein dýrgrip, sum higartil hevur verið fjaldur, - so hann kann koma til heiður og æru á einum brósti onkrastaðni.

Nú tú ert vorðin 70 ár eru vit mong, sum vilja hátíðarhalda teg Astrid.

Tí títt talent er unikt, ja, í heimsklassa. Tú ert gávað framum okkum onnur - ein sannur og sjáldsamur multikunstnari, sum vit eru so sera takksom fyri at sleppa at liva samstundis sum. Tí soleiðis fáa eisini vit lut í og gleði av tínum evnum.

Tú ert væl lærd Astrid, og tú hevur livað av at vera kreativ gjøgnum eitt langt og ríkt listakvinnulív, har vit kunnu siga, at tú toppar í dag. Tí hóast talan er um eina afturlítandi framsýning, eru eisini nýggj verk, sum vitna, at tú framvegis ert í fullum blóma. Og vit vita, at spennandi verkætlanir liggja fyri framman.

Góða Astrid

Tað hekk ein plattur í gongini hjá ommu uppi á Varða við einum gruk eftir Piet Hein, sum eg mangan setti í samband við teg:

Den Guds klarsyn falder på, ser det store i det små.

Eg hugsi, at Gudgivna gløggskygni er tað, sum gevur tær evnini at síggja tað stóra í tí smáa og at skapa tað stórsligna úr tí elalítla.

Góða Astrid. Tú gandar burturúr tí, sum vit onnur ei varnast. Við litum, bráum og brøgdum, sum vit ei kendu til. Tú skapar mynstur og samansetingar, sum vit neyvan hava varnast, síðani vit sum smábørn nærkannaðu heimin liggjandi á búkinum úti í náttúruni onkrastaðni.

Leitandi eyguni finna,

ídnu hendurnar spinna,

- úr loft og hav, fjall og fjøru

tarablað, krutt, seyð og skøru.

Tað, sum serliga eyðkennir títt virksemi, er tín serliga virðing og tókki til náttúruna og hennara fjølbroytta tilfeingi, bæði í myndaevnum og í tilfari. Tú brúkar náttúruna bæði sum mál og miðil.

Og so ikki minst: Tað geniala og skeiva, tað kreativa og forvitnisliga – at kreera eitt veggjaprýði úr føroyskum troyggjum, brúka føroysk bindingarmynstur í pappírklippum og so framvegis.

Góða Astrid.

Hóast tú ert sjálv ímyndin av dygdarhandverki og íbornum skapanarevnum, hevur tú eisini nakrar aðrar fyrimyndarligar eginleikar, sum helst eru orsøkin til, at tú ert komin so langt og hevur framleitt so nógv: Tí ert ikki bangin fyri at arbeiða. Tú fært verkini frá hondini. Og so megnar tú at hugsavna teg um eina og somu uppgávu gjøgnum langa tíð. Ja, tú fert í transu, tá tú arbeiðir.

Og so títt geniala svar til Sissal í útvarpinum, tá hon spurdi, hvussu tú fekst íblástur.

- Íblástur? Tað er nakað, sum kemur, tá man setur seg niður at arbeiða.

Var hetta ikki væl svarað?

Sita vit og bíða til inspiratiónin kemur dalandi niður av himli, kemur helst lítið av skafti. Vit mugu fara í gongd, so kemur tað nokk.

Góða Astrid

Eins og vit sóu lyndið á hjúnunum, sum fyltu flytikassarnar, síggja vit títt lyndið í hesi stóru samlingini, sum onnur máttu taka stig til – tí tú gjørdi tað ikki sjálv.

Tí júst lítillætni er eitt orð, ið lýsir teg sera væl.

Henda stóra rúgvan av fjølbroyttum verkum er bara eitt lítið úrval av øllum tí, sum tú hevur framleitt gjøgnum ár og dag. Mong onnur høvdu helst longu havt hópin av framsýningum, fyri at víst umheiminum sínar listarligu dygdir.

Men tú er ikki tann typan. Tær dámar ikki at vera høvuðspersónur. Tí vil eg her nýta høvi at takka Jóruna Dánialsdóttir og Jóan Paula Poulsen, sum tóku stig til hesa framsýningina, og eisini ein tøkk til øll tykkum onnur, sum hava hjálpt til á ymsan hátt.

Men Astrið – í dag ERT tú høvuðspersónur. Og tað gleðist eg um. Tí tað gevur mær eisini høvi til alment, og vegna Føroya Landsstýri, at takka tær fyri tað stóra arbeiði, tú hevur lagt eftir teg.

Tú skalt vita, at vit gleðast saman við tær, at tú nú sum pensjónistur, hevur tíð til at skapa burturav!

Tú hevur ríkað okkum listarliga. Tú hevur tænt okkara gransking og náttúrugripum. Tú hevur prýtt stovnar og fyritøkur, Vestmanna kirkju, frímerkju, jólapynt og ja, eg verið ikki liðug, um eg ikki gevist nú.

So góðu tit.

Góða Astrid.

Tillukku við føðingardegnum.

Tillukku við framsýningini.

og blýðan byr.

Takk fyri.