Bárður á Lakjuni er føddur í 1978 og uppvaksin í Fuglafirði. Í dag er hann búsitandi í Leirvík saman við konuni Mirjam, og saman eiga tey fýra børn.

Bárður er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya læraraskúla í 2006 og hevur verið lærari í Fuglafjarðar skúla inntil hann varð landsstýrismaður. 

Á løgtingsvalinum í 2022 varð hann fyrstu ferð valdur í Løgtingið fyri fólkaflokkin. 

Bárður á Lakjuni hevur sitið sum landsstýrismaður í mentamálum síðani 13. apríl 2026.