Røður 2018


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, við setan av skeiði hjá Landsskjalasavninum, 8. mars 2018

At minnast er alneyðugt fyri okkum menniskju.

Eingin megnar at uppfinna djúpa tallerkin til kornflakes hvønn morgun.

Vit hava brúk fyri siðvenjum, vanum og mannagongdum.

Vit siga ofta, at vit skulu liva í nú’inum, men hava vit ikki okkara egnu søgu við okkum, gerast vit innantóm hylki við ongum samleika og ongari tyngd.

Bæði sum einstaklingar og sum samfelag.

Vit hava øll okkara familjusøgur, og vit kenna til at finna spor í okkara egnu ætt. Í mínari familju savnast systkinabørn og pápasystkin ofta í ferium í gomlu húsunum hjá ommu og abba á Tvøroyri. Húsini eru sum ein tíðarlummi. Har angar enn av vaflum, vikubløðum og seruttum á bakka. Og skuffur, skáp og ovastaloft eru á tremur við sporum: knappablikkið hjá ommu, gulnaðar myndir av ommu í klokkuhatti ella langabba og Stauning, sum sýna ein ísvirkisbát. Har eru eisini hópin av bløðum og brøvum hjá abba. Spor, sum læra okkum um tey gomlu – og um okkum sjálvi.

Vit stýra tryggari, tá vit síggja, hvussu onnur hava stýrt undan okkum.

Soleiðis er tað fyri okkum sum einstaklingar, og soleiðis er tað eisini fyri okkum sum samfelag.

Húsini hjá Landsskjalasavninum í V.U. Hammershaimbsgøtu eru eisini á tremur við sporum. Tað skilst, at savnið fyllir meira enn fýra kilometrar av hillaplássi. Tað er ikki so lítið. Elsta skjalið er Kongsbókin frá 1298, og tann elsta óbrotna røðin av skjølum er tingbókin, sum Sorinskrivarin fór undir í 1615. Í 1859 var Leigubúðin í Tinganesi innrættað til skjalagoymslu hjá myndugleikunum, og í 1932 varð Landsskjalasavnið sett á stovn.

Nógv skjøl er savnað og varðveitt hesi árini. Lógir, kunngerðir, tingbøkur, brøv og frásagnir. Skjøl frá Løgtingi, kommunum, skúlamyndugleikum og øðrum. Skjøl, sum vísa, hvørji vit eru, og hvørji vit hava verið. Skjøl, sum vísa okkum, hvussu okkara undangongufólk hava stýrt og tí kunnu geva okkum eina betri mynd av okkara knattstøðu í dag.

Tað er eitt sindur tilvildarligt, hvat liggur eftir í flestu familjum. Flestu okkara hava nógvar myndir frá summarferium, men kanska ongar frá einum vanligum arbeiðsdegi. Onkur goymir øll brøvini, sum hann hevur fingið frá mammu síni, meðan onkur annar langt síðan hevur blakað øll brøv í skrell. Tað er eisini í lagi. Men sum samfelag eiga vit at vera tilvitað og skipað í handfaringini av okkara søgusporum, eisini – og ikki minst – teimum skrivaðu sporunum, skjølunum.

Vit mugu vita, hvat skal arkiverast, og hvussu. Vit mugu hava reglur og mannagongdir at fylgja. Eisini tá tað kemur til talgildu arkiveringina.

Eg havi nógv pappírsspor eftir ommu og abba. Brøv, bløð og myndir. Men hvussu verður hjá mínum eftirkomarum? Í dag leggja vit næstan eingin pappírsspor. Tá míni ommubørn fara at leita eftir minnum um meg, so fara tey møguliga at finna onkra gamla skógvaeskju við brúdleypsfjarritum frá Føroya Tele. Kanska tey finna okkurt gamalt lánikort til bókasavnið við prentaðum dagfestingum ella kanska onkra holaða bankabók, sum vísir, hvat omman tjenti í sínum ungu árum.

Men eg ivist í, um tey fara at finna myndirnar, sum eg goymdi á fartelefonini, dagføringarnar, eg skrivaði á onkrum sosialum miðli, ella gomlu tíðindagreinarnar, ið eg skrivaði til portal.fo.

Kanska fara øll míni talgildu spor at hvørva.

Ella kanska fara ommubørnini tvørturímóti at finna alt møguligt um meg, sum eg ongantíð ætlaði, at tey ella nakar annar skuldi síggja. Talgild spor, sum eg ikki hugsaði um, at eg legði eftir meg.

Einaferð bóru postboðini í stakkavís av brøvum út frá almennum myndugleikum og privatum fyritøkum. Í dag er tað mest teldupostar vit fáa. Ella vit fáa boð á MínBoks.

Einaferð sótu tingfólk við bunkum av pappíri á ting- og nevndarfundum. Í dag sita tey við hvør sínum teldli.

Vit eru øll flutt.

Ikki úr veruleikanum men av pappírinum.

Og tað gevur okkum nógvar avbjóðingar.

Ein av hesum er arkiveringin.

Sjálvandi kunnu vit prenta alt okkara skrivaða tilfar út á pappír og goyma tað. Men hvussu gera vit tað? Og hvussu gera vit við tilfarið, sum ikki kann prentast út, hvussu gera vit við ljóð og livandi myndir til dømis? Flest øll eru nokk samd um, at skilabest er at goyma sporini í tí formi, sum tey upprunaliga hava sett.

Tí fegnist eg um, at Landsskjalasavnið, sum nú skiftir navn til “Tjóðskjalasavnið”, styrkir talgilda arkivið og tryggjar, at okkara eftirkomarar eisini fara at kunna elta talgildu sporini hjá føroyska samfelagnum anno 2018.

Henda umstilling er krevjandi. Hon krevur lógarbroytingar og økta játtan. Tað eri eg greið yvir. Og hon fer uttan iva at krevja førleikamenning í savninum og økt samstarv við útlendskar stovnar, sum hava staðið við somu avbjóðingum.

Talgildingin setur eisini heilt serlig krøv til okkum, sum skulu lata skjalasavninum tilfar. Tí eru tit øll komin her í dag.

Men talgilda varðveitingin er eisini alneyðug. Og hon kann ikki bíða.

Eg fari tí at ynskja tykkum ein góðan og mennandi skeiðsdag við vón um at vit saman tryggja okkara talgildu spor, so tey kunnu koma nútíðini og framtíðini til góðar.