Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. (Flyta stuðulin til yrkisleiklist til Mentanargrunn Landsins og aðrar smærri broytingar) - Til hoyringar

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. (Flyta stuðulin til yrkisleiklist til Mentanargrunn Landsins og aðrar smærri broytingar)
Frágreiðing

Viðhefta lógaruppskot verður við hesum sent út til hoyringar við hoyringarfreist týsdagin 14. juli 2026.

 

Endamálið við uppskotinum er at tryggja armslongd og fakligar førleikar, tá ið stuðul skal latast til yrkisleiklist, og tí verður skotið upp, at Mentanargrunnur Landsins fer at umsita stuðulin til yrkisleiklist. Samsvarandi fyrisitingarligu venjuni skal stuðul kunna latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórn, framførslur av eitt nú sjónleiki, dansi, opera o.líkn, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

 

Møguligar viðmerkingar verða at senda Mentamálaráðnum mmr@mmr.fo

Ummælisfreist
14.07.2026
Ráð
Mentamálaráðið
Dagfesting
16.06.2026
Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Broyting Í Ll. Um Tjóðpall Føroya Og Stuðul Til Leiklist V.M. 160626