Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul til hoyringar - Hoyringarfreist 250926
Uppskotið til ll. um broyting í ll. um miðlastuðul verður sent út til hoyringar við hoyringarfreist 25. september 2026.
Í samgonguskjalinum stendur, at skipanin við miðlastuðli verður endurskoðað. Hildið verður, at rættari er at styrkja verandi miðlar enn at økja um talið á miðlum og miðlaverkætlanum, har síðstnevndu hava víst seg at hava verið sera avbjóðandi at umsita. Harumframt hava atfinningar verið, at skipanin við verkætlanarstuðli er ov stýrandi í mun til journalistiska frælsið.
Endamálið við uppskotinum er at skapa størri journalistiskt frælsi við ikki at knýta miðlastuðulin at ávísum verkætlanum. Eisini er endamálið at gera skipanina munandi einfaldari at umsita.
Møguligar viðmerkingar verða at senda mmr@mmr.fo
GG! Lógaruppskotið er ikki rættlisið.
Uppskot Til Ll Um Br. Í Ll Um Miðlastuðul (Aug. 2026) (1)