Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt til hoyringar - Hoyringarfreist 4. september 2026
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøktFrágreiðing
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt verður við hesum sent út til hoyringar við hoyringarfreist 4. september 2026.
Endamálið er at dagføra lógina frá ár 2000, so hon hóskar betur til dagsins tørv, faklig krøv og samfelagsligar broytingar. Uppskotið greinar ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, ger greiðari, hvørji tilboð og aldursbólkar lógin fevnir um, og setur felags karmar fyri námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving.
Høvuðsbroytingar:
- Greitt ábyrgdarbýti: Verandi ábyrgdarbýti verður nágreinað, so tað týðiliga framgongur, hvør hevur fakliga, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd.
- Samstarvsnevnd: Ein nevnd við umboðum frá landi og kommunum skal samskipa menning á økinum.
- Greið avmarking av tilboðum: Lógin fevnir um dagrøkt, vøggustovu, barnagarð og frítíðarstovnar til og við í minsta lagi 2. flokk.
- Reglur um upplatingar- og afturlatingartíðir: Reglurnar verða gjørdar greiðari, og kommunurnar fáa greiða heimild at áseta upplatingar- og afturlatingartíðir. Samanhangandi afturlating um summarið kann tó í mesta lagi vera 4 vikur.
- Ráðgeving: Kommunur skulu tryggja atgongd til námsfrøðiliga ráðgeving, meðan landið veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá serligur fakligur tørvur er.
Uppskotið skal styrkja karmarnar um dagstovnaøkið og skapa greiðari rættarviðurskifti og javnbjóðis atgongd til fakligan stuðul kring landið.
Møgulig hoyringarsvar verða at senda til mmr@mmr.fo.
Ummælisfreist
04.09.2026Ráð
MentamálaráðiðDagfesting
24.08.2026Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Broyting Í Ll. Um Dagstovnanar Og Dagrøkt Almenn Hoyring 240826