Uppskot til ll. um broyting í ll. um lestrarstuðul - Heimild til at TAKS kann innkrevja ov nógv útgoldnan studning o.a. - Hoyringarfreist 1. des. 2026
Heiti
Uppskot til ll. um broyting í ll. um lestrarstuðul - Heimild til at TAKS kann innkrevja ov nógv útgoldnan studning o.a.Frágreiðing
Viðhefta uppskot til “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul – Heimild til at TAKS kann innkrevja ov nógv útgoldnan studning o.a.” verður sent til almenna hoyring við hoyringarfreist 01. desember 2026 kl. 16:00.
Endamálið við broytingini er at áseta eina greiða og beinleiðis heimild í lógina um lestrarstuðul til at krevja ov nógv útgoldnan studning aftur. Ivi hevur verið um, hvørt galdandi lóggáva gevur TAKS nøktandi heimild til slíka innkrevjing, og Landsgrannskoðanin hevur tí heitt á Studna um at tryggja eitt greitt heimildargrundarlag.
Við lógarbroytingini verður heimildin greitt ásett í lógini. Harumframt verða smærri broytingar gjørdar í § 21, stk. 2 og 3.
Møguligar viðmerkingar verða at senda mmr@mmr.fo .
Ummælisfreist
01.12.2026Ráð
MentamálaráðiðDagfesting
04.11.2026Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Broyting Í Ll. Um Lestrarstuðul Heimild Til At TAKS Kann Innkrevja Ov Nógv Útgoldnan Studning O.A. 25 20290