Uppskot til ll. um broyting í ll. um Fróðskaparsetur Føroya TIL HOYRINGAR - Hoyringarfreist 27. august 2026
Heiti
Uppskot til ll. um broyting í ll. um Fróðskaparsetur FøroyaFrágreiðing
Viðhefta uppskot til ll. um broyting í ll. um Fróðskaparsetur Føroya verður sent út til hoyringar við hoyringarfreist 27. august 2026.
Endamálið við uppskotinum er at fáa heimild til at veita fleiri ymiskar útbúgvingar, sum ikki eru fastlæstar til tær ECTS-ásetingar, sum í dag eru galdandi. Hetta fyri at skapa størri smidleika í tað føroyska útbúgvingarverkið, við betri møguleika at skapa útbúgvingarleiðir, ið stuðla upp undir lívlanga læru o.l., og at fyriskipa eftirútbúgvingar og styttri útbúgvingar á bachelorstigi, sum geva førleika at virka á einum starvsøki.
Møguligar viðmerkingar verða at senda mmr@mmr.fo
Ummælisfreist
27.08.2026Ráð
MentamálaráðiðDagfesting
12.08.2026Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Broyting Í Ll. Um Fróðskaparsetur Føroya 120826