Uppskot til kunngerð um doping - Hoyringarfreist 8. des. 2026
Við hesum verður Uppskot til kunngerð um doping, dopinglistin 2027, send út til almenna hoyring.
Freistin at lata Mentamálaráðnum hoyringarsvar er týsdagin 8. desember 2026 kl. 16.00. Vinarliga sendið hoyringarsvar til teldupost mmr@mmr.fo.
Viðmerkingar
Á hvørjum ári dagførir altjóða anti-dopingfelagsskapurin WADA sín dopinglista, t.e. yvirlit yvir hvørji evni og mannagongdir eru bannað at brúka í altjóða viðurkendum ítrótti. Antidoping Danmark týðir listan til danskt, og vit í Føroyum brúka donsku týðingina sum skjal til eina nýggja kunngerð árliga.
Antidopingarbeiðið í Føroyum er løgskipað í løgtingslóg nr. 88 frá 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti, sum broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023. Við heimild í § 2 í løgtingslógini er Ítróttasamband Føroya góðkent til at vera dopingeftirlit í Føroyum.
Fyri at dopingeftirlitsfelagsskapurin lógliga kann fremja dopingeftirlit í Føroyum, skal landsstýrismaðurin sbrt. § 1 í løgtingslógini áseta, hvørji evni og hvørjar atferðir eru at rokna sum doping.
Hesar reglur eru ásettar í galdandi kunngerð nr. 202 frá 11. desember 2025. Í kunngerðini verður ásett, at sum doping verða roknað tey evni og tær atferðir, ið eru lýst í skjali 1, ið er galdandi dopinglistin hjá WADA. Av tí at listin verður dagførdur hvørt ár, er árliga tørvur á, at skjal 1 verður skift út við nýtt skjal við dagførda listanum. Dagføringin, ið nú verður gjørd, snýr seg tí um, at dopinglistin fyri 2026 verður skiftur út við dopinglistan fyri 2027.
Uppskot Til Kunngerð Um Doping 241126