Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul (lógin um føroyskt sum annaðmál undir ferðastuðlsskipanini) TIL HOYRINGAR - Hoyringarfreist 9. september 2026
Føroyskt sum annaðmál verður boðið út á útbúgvingarstøðum kring landið. Av tí at fleiri næmingar hava langan ferðaveg til undirvísingarstaðið, er tørvur á at tryggja at tey kunnu fáa ferðastuðul.
Endamálið við broytingarkunngerðini er at víðka reglurnar um ferðastuðul til eisini at fevna um næmingar í føroyskum sum annaðmál. Hetta verður gjørt við tveimum broytingum í § 5 í kunngerðini um lestrarstuðul. Positivlistin í § 5, stk. 4, verður víðkaður, soleiðis at ásetingin fevnir um lógina um føroyskt sum annaðmál. Samstundis, verður § 5, stk. 7, broytt soleiðis, at nýkomnir lesandi í føroyskum sum annaðmál kunnu fáa ferðastuðul innanoyggja, hóast teir ikki hava rætt til vanligan lestrarstuðul.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til mmr@mmr.fo .
Vinarliga haldið okkum til góðar, at uppskotið ikki er rættlisið enn.
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Lestrastuðul (Lógin Um Føroyskt Sum Annaðmál Undir Ferðastuðlsskipanini)