Meginreglur um, at ikki verður loyvt at nýta snildfonir í fólkaskúlanum til hoyringar - Hoyringarfreist 25. nov. 2026
Við atliti at, at landsstýrið hevur sett sær sum mál, at ikki verður loyvt at hava snildfon við í skúla, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum gjørt uppskot um, hvussu hetta kann fremjast. Uppskotið til meginreglur verður við hesum eisini sent til almenna hoyring við hoyringarfreist 25. november 2026. Høvuðsbroytingin er, at næmingarnir ikki hava snildfon við í skúla, men kunnu hava telefon, sum ikki hevur netsamband, nevnd knappatelefon. Eisini eru uppskot um undantøk fyri næmingar, sum hava tørv á snildfon sum hjálparamboð.
Til kunningar er eisini hjálagt tilmæli til landsstýrismannin við frágreiðing um fartelefonnýtslu, hvussu skipanin er í fólkaskúlanum í dag, hvat sigur gransking um fartelefonnýtslu, yvirlit yvir skipanir í ES- londunum og víst verður eisini til yvirlýsing, sum norðurlendsku stjórnarleiðararnir hava fráboðað 27. oktober um sosialar miðlar.
Møguligar viðmerkingar verða at senda mmr@mmr.fo .
Hoyring Meginreglur Um Snildfonir
Tilmæli Um At Ikki Er Loyvt At Nýta Fartelefon Í Fólkaskúlanum 041126