20.05.2026 · Mentamálaráðið

Vitlíki á altjóða ráðstevnu í London

Vitlíki á altjóða ráðstevnu í London

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur luttikið á altjóða ráðstevnuni Education World Forum (EWF) í London frá 17. til 19. mai.

Enska útbúgvingarmálaráðfrúan Bridget Phillipson hevði boðið føroyska landsstýrismanninum við. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava verið umboðaðar á ráðstevnuni, sum í ár varð hildin fyri 22. ferð.

Bridget Phillipson, útbúgvingarmálaráðfrúa í Onglandi og Báður á Lakjuni

Mynd: Bridget Phillipson, útbúgvingarmálaráðfrúa í Onglandi og Báður á Lakjuni

Talan er um heimsins størstu ráðstevnu fyri útbúgvingarmálaráðharrar, har 125 ráðharrar og umboð úr 135 londum luttóku. Nobelvinnarin og stríðskvinnan fyri rættinum til útbúgving, Malala Yousafzai, setti ráðstevnuna.

Á ráðstevnuni varð tosað um týdningin av útbúgving og um, hvussu lond kunnu læra av hvørjum øðrum. Tað, sum serliga fylti nógv í ár, var vitlíki. Nógv lond eru ótrygg við, hvussu henda nýggja tøknin fer at ávirka skúlar og komandi ættarlið. Samstundis eru nøkur lond komin longri við at brúka vitlíki í undirvísingini. Dentur varð lagdur á, at lærarar mugu hava neyðugu førleikarnar til nýggju avbjóðingarnar. Fleiri stórar tøknifyritøkur vóru eisini við og greiddu frá, hvussu vitlíki kann brúkast í undirvísingarhøpi.

Landsstýrismaðurin hevði eisini høvi at hitta fleiri starvsfelagar, millum annað Bridget Phillipson úr Onglandi, Baroness Smith of Marvern, sum er ráðfrúa fyri yrkisútbúgvingar í Onglandi, og Paul Givan, útbúgvingarmálaráðharra í Norðurírlandi.

Bárður á Lakjuni og Baroness Smith of Marvern, ráðfrúa fyri yrkisútbúgvingar í Onglandi

Mynd: Bárður á Lakjuni og Baroness Smith of Marvern, ráðfrúa fyri yrkisútbúgvingar í Onglandi

 

Mynd: Bárður á Lakjuni og Paul Givan, útbúgvingarmálaráðharri í Norðurírlandi