28.09.2026 · Mentamálaráðið

Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman

Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur tikið avgerð um, at Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman í ein stovn frá 1. januar 2027. Bygnaðarligu broytingarnar, sum byrjaðu við, at Sernám gjørdist partur av Undirvísingarstýrinum, halda sostatt fram.

Tilgongdin byrjar beinanvegin at tillaga bygnaðin og skapa samanhangandi tænastur til dagstovna- og útbúgvingarøkið. Samanlagdi stovnurin umfatar menning, tænastur, ráðgeving, tilfar, KT, eftirmeting og fyrisiting v.m.

Tað verður stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, sum fer at hava leiðsluna av samanleggingartilgongdini í tøttum samstarvi við Eyðun Gaard, stjóra í Námi. Leiðslurnar á báðum stovnum luttaka í tilgongdini saman við øllum starvsfólkunum. Aðrir partar verða eisini knýttir at tilgongdini eftir tørvi.

Málið við samanleggingini er at røkka einum betri samanhangi í virkseminum til gagns fyri skúlar og dagstovnar á ein fjølbroyttan hátt. Samstundis verður roknað við ávísum skipanarligum fyrimunum, sum viðføra ein meiri kostnaðareffektivan rakstur.

Samanlagdi stovnurin fer at hava 88 ársverk og eina játtan á 91,5 mió.krónur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er roknað við eini samlaðari skerjing á 3 mió. krónur.