Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur vitjað Bókadeild Føroya Lærarafelags, har Sigfríður Sólsker, stjóri, tók ímóti, og sum saman við starvsfólkum greiddi frá virkseminum hjá hesum sera virkna útgávufelagnum. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jákup Eli Olsen, var eisini við undir vitjanini.

Samanborið við onnur smá tungumál er føroyskt sera væl fyri, tá talan er um útgávur av bókum til børn og ung. Ein av orsøkunum er góða undirtøkan fyri Bókaklubbanum, sum Bókadeildin bjóðar fram. Tað hevur sera stóran týdning fyri málmenningina hjá børnum, at tað verður lisið nógv fyri teimum, og at tey sjálvi eisini fáa hugin at lesa, tá tey eru nóg búgvin til tað.
Bókadeildin gevur eisini tvey barnabløð út, sum øll børn í Føroyum fáa ókeypis við stuðli frá landi og kommunum. Tey yngru børnini fáa Píka7, meðan tey eldru fáa Strok. Landsstýrismaðurin fegnast um alt, sum verður gjørt fyri at styrkja málmenningina og lesihugin hjá børnum og ungum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn í 1956 og er eitt forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur. Harumframt geva vit út barnabløðini Strok og Píka7, og fakblaðið Skúlablaðið, sum er málgagn hjá Føroya Lærarafelag.
Bókadeildin gevur umleið 70-80 bøkur út um árið. Av hesum er stórur partur av bókunum týddar til føroyskt, men vit geva eisini fleiri upprunaføroyskar bøkur út hvørt ár.
Les meira og felagið og teirra útgávur her.