Børn úr eldra skúlakórinum í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík vóru í vikuni og sungu fyri landsstýrismanni og starvsfólkum í Mentamálaráðnum.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, greiddi frá, at hann sjálvur hevur verið lærari og bæði sungið í og stjórnað barnakórum. Hann tók til orðini hjá Hans Andriasi Djurhuus: ”Vakrast er, tá smábørn syngja” og rósti børnunum fyri at syngja sera væl og fleirraddað.

Børnini sluppu at síggja, hvar landsstýrismaðurin arbeiðir, og settu fleiri viðkomandi spurningar. Eisini søgdu tey sína hugsan um, hvat tey høvdu gjørt, um tey vóru landsstýrisfólk - eitt nú at fingið longri fríkorter, tá veðrið er gott.

Vit í Mentamálaráðnum fegnast um, at dagstovnar og skúlar koma at vitja. Til ber altíð at senda landsstýrismanninum brøv og eisini at vitja í ráðnum eftir avtalu.