1 / 2
Á hátíðarløtu í nýggja kappróðrarneystinum í Norðagøtu fríggjadagin vóru tvey serstøk listaverk avdúkað. Talan var um ein stóran málning eftir Livar Nysted og ein tríbekk, sum John Høgnesen hevur smíðað.
Nógv fólk vóru komin saman til tiltakið og stórur spenningur var um, hvussu bæði málningurin og tríbekkurin fóru at taka seg út í nýggja bygninginum.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu til tiltakið og segði hann m.a. soleiðis í røðu síni:
Tað er nakað serligt við tí føroyska, tá vit tora at halda fast við tað. Málningurin og tríbekkurin, sum verða avdúkað í dag, eru tí eisini meira enn bara vakrir lutir. Tey eru tekin um samstarv millum list, handverk og føroyska mentan. Tey vísa, hvussu nógv kann skapast, tá dugnaskapur og hugflog ganga hond í hond.
Øll røðan kann lesast her.
Myndirnar eigur Eystur kommuna. Fleiri myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her.