01.11.2026 · Mentamálaráðið

Røða til tiltakið Markleys Útbúgving

Røða til tiltakið Markleys Útbúgving

Tiltakið Markleys Útbúgving, varð í ár hildið í høllini Við Tjarnir 28. oktober. Ráðstevnan var stak væl vitjað.

Á tiltakinum bar til at hitta umboð fyri skúlar, útbúgvingarstovnar, lærupláss og aðrar stovnar. Tey vitjandi fingu høvi at hoyra um ymiskar útbúgvingar, settu spurningar og fingu vegleiðing um møguleikarnar eftir fólkaskúla og miðnám. Í ár vóru 35 framsýnarar við á útbúgvingarráðstevnuni.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setti tiltakið. Hann segði m.a. soleiðis í røðu síni:

Míni ráð til tykkum í dag eru einføld: Verið forvitin, setið spurningar og verið opin fyri nýggjum møguleikum.

Av tí at landsstýrismaðurin var uttanlands í arbeiðsørindum, varð røðan tikin upp og víst á ráðstevnuni.

Røðan kann lesast her og upptøkan sæst niðanfyri.