11.05.2026 · Mentamálaráðið

Røða til aðalfund í lærarafelagnum

Røða til aðalfund í lærarafelagnum
1 / 2

Leygardagin var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, helt røðu. 

Hann segði millum annað soleiðis í røðu síni:

Mítt mál er at virka fyri einum skúla, har allir næmingar trívast og fáa møguleika at læra í mun til sínar ymisku førleikar. 
Eg eri greiður yvir, at hetta krevur fleiri átøk og verður ikki gjørt eftir einum degi, men eg eri farin í holt við at hyggja eftir nøkrum skipanum. Tað er trupult í stórum flokkum at náa øllum næmingum, bæði tá ið tað ræður um læring, at skapa trivnað, og at allir næmingar luttaka í felagsskapinum og kenna seg sum part av sínum skúlaflokki.

Øll røðan kann lesast her. 

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið fyri Føroya Lærarafelag.