25.06.2026 · Mentamálaráðið

Prógvhandan á Sjónámi

Prógvhandan á Sjónámi

25. juni 2026 var prógvhandan á Sjónámi í Klaksvík. 19 fingu prógv sum skiparar og 6 fingu prógv sum skipsatstøðingar.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu, og Rani Nolsøe sang. 

Landsstýrismaðurin segði millum annað soleiðis í røðu síni:

Tað er við sjólívinum sum við lívinum sum heild:  til tíðir er gott siglingarveður, meðan tað til aðrar tíðir er meira buldrasligt, men í øllum veðri er ein lærdómur at fáa, og vit læra eisini nógv, tá tað tykist baldrut.

Røðan kann lesast her.